Føroyskir svimjarar granskast á iNOVA

Kunning vegna Svimjisamband Føroya

Føroyskir svimjarar fara nú í seinni helvt av februar at luttaka í eini granskingarverkætlan hjá Fróðskaparsetur Føroya og Københavns Universitet, á testdeplinum hjá iNOVA í Tórshavn, at royna at staðfesta um svimjiergometur kunnu lýsa teirra svimjievni í vatni.

Untitled

Myndatekstur: Magni Mohr vísir venjarum og leiðarum útgerðina á iNOVA, 18. apríl 2015

Continue reading Føroyskir svimjarar granskast á iNOVA

UNESCO staðfestir at svimjiførleiki er ein grundleggjandi rættur

Altjóða svimjisambandið FINA fegnast í morgun um at ST felagsskapurin UNESCO hevur broytt sín ítróttarsáttmála til beinleiðis at siga, at svimjiførleiki er ein lívsneyðugur førleiki hjá øllum sum kunnu hugsast at kunna drukna.

Tað vil av góðum grundum siga hjá allarflestu menniskjum í heiminum, við tað at vit væl øll so-ella-so hava atgongd til hav, á, vøtn ella hyljar.

Svimjing og dansur eru einastu greinar sum eru beinleiðis nevndar í sáttmálanum, meðan alt annað so ella so (saman við svimjing og dansi) er skipan av grundførleikum sum úthaldni, fimi, balansu og koordinatión.

Kids swimming in duck pond India Gate

Image courtesy of Brian Gratwicke, CC BY 2.0
Continue reading UNESCO staðfestir at svimjiførleiki er ein grundleggjandi rættur

SEV gevur Páls Høll virðislønina

Páls Høll fær ágóðan av norðurlendsku virðislønini hjá SEV, sum verður latin langhylinum at brúka til eina lyftu til rørslutarnað

Páls Høll er ein verkætlan, har borgarar hava tikið tung tøk fyri at gera dreym til veruleika, og henda verkætlanin líkist grundhugsanini undir SEV, sum er ein samhaldsføst skipan, har vit lyfta í felag.

Untitled
Continue reading SEV gevur Páls Høll virðislønina

Dennis og John Henrik Holm greiða frá byggingini av Páls Høll

Tveir av stigtakarunum til verkætlanina greiða frá tilgongdini at byggja Páls Høll, frá tí at teir sótu fimm á fundi aftaná at Pál Joensen hevði vunnið silvur á Evropeisku Meistarastevnuni í Budapest í 2010, og til at fyrsti 50 metra hylur í Føroyum her hin 17. oktober 2015 var klárur at taka í nýtslu.

Pál, Henrik og Sirið lata upp Páls Høll

Tíðindaskriv frá Grunninum Páls Høll

Leygarmorgun kl. 10 verður alment hátíðarhald í Páls Høll, tá Páls Høll verður latin upp fyri almenninginum. Og tað verður sjálvsagt Pál Joensen, sum kemur at lata upp Páls Høll, og verður hetta gjørt saman við lokalu landsstýrisfólkunum Henrik Old og Sirið Stenberg.

Pál í Páls Høll
Continue reading Pál, Henrik og Sirið lata upp Páls Høll

Páls Høll letur upp 17. oktober 2015

Tíðindaskriv frá grunninum Páls Høll

Hátíðardagur verður í Vági leygardagin 17. oktober 2015, tá Páls Høll letur upp fyri almenninginum.

2015-09-Páls Høll

Í spenningini hava fólk kring alt landið og uttanlands við bíða eftir degnum, har Páls Høll letur upp fyri almenninginum. Nú kann stórur krossur setast í kalendaran leygardagin 17. oktober, tá hátíðardagur er inni á Oyurunm í Vági.

Nærri verður kunna um skránna fyri hátíðardagin seinni.

Gleðið tykkum, tað gera okur !

Grunnurin Páls Høll
www.svimjihollin.com

Svimjisamband Føroya runt landið at dagføra lívbjargarar

Lívbjargingardómarar hjá Svimjisambandi Føroya hava seinastu vikurnar vitjað svimjihallir runt landið, til at dagføra lívbjargarar á staðnum, og seta nýggjar við. Hetta sum partur av lívbjargingarátakinum hjá SSF, við forleingilsi út í kommunur, skúlar og samfelagið annars.

20150912IMG_0671
Continue reading Svimjisamband Føroya runt landið at dagføra lívbjargarar