Super leygardagur í Sørvági

Í gjár var serligum ‘svimjidagur’ í Sørvági, har fýra umboð úr Svimjisambandi Føroya komu vestur at skipa fyri venjing, kapping og práti um svimjing, saman við foreldrum og øðrum áhugaðum í økinum. Ein frálíkur dagur, í øllum førum fyri okkum fýra í Svimjisambandinum, har vit sloppu at hugna okkum saman við talentfullum børnum í Vágoynni.

CIMG1884
Continue reading Super leygardagur í Sørvági

26 svimjarar til Íslands í dag, at venja á langgeil

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Svimjisamband Føroya sendi í morgun 16 ungar svimjarar til Íslands á venjingarlegu, at venja í 50 metra svimjihyli. Venjarar á ferðini eru Sonni Eliasen og Karina Petersen úr Fuglafirði, og afturat teimum senda Ægir og Suðuroyar Svimjifelag hvør sínar 5 svimjarar til Íslands, at venja á eini síðuleypandi venjingarlegu.

CIMG1734
Continue reading 26 svimjarar til Íslands í dag, at venja á langgeil

SSF skipar fyri svimjidegi í Sørvági

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Komi og svimji

Nú leygardagin 9. januar verður serligt svimjitiltak í Sørvági, har umboð hjá Svimjisambandi Føroya fara vestur at greiða frá um svimjing, og at skipa fyri ymiskum tiltøkum í svimjihylinum. Tiltakið er ókeypis og fyri øll.

Sorvagur 10 plakat
Continue reading SSF skipar fyri svimjidegi í Sørvági

Venjari setti heimsmet í telduspæl fyri sítt lið

19 ára gamli David Scherer setti nú týsdagin heimsmet í longst at spæla Grand Theft Auto IV. Hetta til at savna inn pengar til felagið Swimming Eagles í Fort Campbell, Kentucky, har hann er hjálparvenjari. Scherer kláraði at spæla telduspælið út í eitt í 55 tímar og 30 minuttir, har tann nú fyrrverandi heimsmetahavarin Chirantan Patnaik úr India bara kláraði 40 tímar og 20 minuttir. Og Scherer savnaði harvið inn “fleiri hundrað dollarar” til sítt svimjilið. Les SwimmingWorld Magazine


Continue reading Venjari setti heimsmet í telduspæl fyri sítt lið

Pál Joensen á venjingarlegu í Potsdam

Pál Joensen og Jón Bjarnason fóru mánadagin 4. januar til Potsdam í Týskalandi, at venja har í 12 dagar saman við harðastu svimjarum úr Týskalandi, Avstralia, Italia, Spania og Suðurafrika. Talan er um fyrstu “Battle Training Camp” venjingarlegu millum hesi lond, har endamálið er at savna sterkastu langteinasvimjarar úr hvørjum landi, til í felag at skapa ein dynamikk í venjing, sum annars er torførur at skapa í hvørjum landi sær. Og harvið at standa seg betri ímóti venjingardeplunum í USA, har bestu svimjarar annars vanliga flokkast.

Lange greiður frá Torture of The Day

[Myndatekstur: Dirk Lange greiðir frá “Torture of the Day”, sum er monsterserian tann dagin. Hendan dagin var tað 5000 metrar max svimjing, svarandi til at renna 20 km við fullari ferð, sum partur av eini 15000 metrar langari morgunvenjing.]
Continue reading Pál Joensen á venjingarlegu í Potsdam

Biedermann skal nú á slankikur

Týski Paul Biedermann sigur við miðlar har suðuri, at hann noyðist at tapa seg eini 5-6 kilo, nú hann ikki longur kann svimja í superdrakt. Hann er avgjørt ikki av feitastu monnum, men tað samsvarar væl við tað vit annars hava sæð millum heimsstjørnurnar, at til dømis Stefan Nystrand í fjør royndi at gerast so vøddatungur sum gjørligt, og at onnur hava verið ógvuliga góð í hylinum, hóast tey týðiligvís ikki vóru serliga ‘trimmaði’. Heilt einfalt tí at draktirnar loyvdu meira vekt og fiti, uttan at tað gekk út yvir flótievni ella ‘streamline’. Biedermann vónar at tað ikki fer at ganga for nógv út yvir styrkina, at hann nú skal tapa seg so nógv, og er annars bara spenntur uppá at síggja, hvussu nær hann kann koma at sínum bestu tíðum aftur, nú uttan drakt. Og væntar so annars ikki at síggja nýggj heimsmet fyrr enn um nøkur ár. Les t.d. sueddeutsche.de

CIMG1408

(Biedermann millum føroyingar í Istanbul)

Full drøn á 2010

Árið 2010 byrjar við eini rúgvu av uppgávum til føroyskar svimjarar. Seinnapartin í dag fara Pál Joensen og Jón Bjarnason til Danmarkar, at ferðast víðari í morgin til “Battle Camp” venjingarleguna í Potsdam í Týskalandi. Fríggjadagin sendir Svimjisambandið 6 juniorar og 11 svimjarar yngri enn juniorar til Íslands á venjingarlegu, og eina viku aftaná tað senda føroysku svimjifeløguni enn fleiri svimjarar afturat til Íslands, at kappast saman við hinum á Reykjavík International tann 15. til 18. januar. Vikuskiftið 9. – 10. januar skipar SuSvim fyri svimjistevnu fyri allar aldursbólkar í Vági, og leygardagin 9. januar fara umboð fyri Svimjisamband Føroya á ‘sjarmutúr’ til Sørvágs, at royna at purra upp undir einum svimjifelag har vesturi.

17. januar koma Pál og Jón aftur úr Potsdam, og 18. januar koma so flestu av svimjarunum aftur frá Reykjavík International, undantikið Havnar Svimjifelag sum heldur áfram við venjingarlegu har til tann 22. ella 25. januar. Men 22. januar skulu í øllum førum nakrir HS-arar heim aftur til Føroyar, tí tá kemur Rein Haljand aftur hendan vegin, at testa og eftirmeta einar 16 av okkara bestu svimjarum, í Tórshavn tann 23. – 25. januar. Og sama 23. januar skipar Skeggjar so eisini svimjistevnu við Gøtugjógvu, fyri teir yngstu aldursbólkarnar. Jú, her er lív í, í øllum førum til endan av januar.

Søgan um Adolph Kiefer

Niðanfyri er ein frálíkur stuttfilmur um amerikanska Adolph Kiefer, sum vann gull í 100 rygg á OL í Berlin í 1936. Ein harður knassi, sum fylgdi sínum dreymi hóast pápin doyði tíðliga, og hann tískil samstundis mátti stríðast fyri at forsyrgja familjuna. Sum bara tapti í tveimum av 2000 svimjikappingum, og sum valdi at fara í sjóverjuna undir 2. veraldarbardaga, har hansara størsta bragd var at læra meira enn 33.000 sjómonnum at lívbjarga sær í vatni.

Harðasta serian nakrantíð?

Casey Barrett hevur her á swimnetwork.com ein topp 5 lista yvir “The Hardest Sets of All-Time”, nú nakrir av harðastu svimjarum í heiminum fara at møtast í Potsdam í januar, “to attack the hardest sets any coach can possibly conceive”. Listin er øgiligur, um enn bara við serium hjá amerikanskum svimjarum:

  1. Tom Dolan: 24 x 400 á langgeil, 6 ferðir hvørja grein, ‘descending 1-6’ (400 firvald, 400 firvald skjótari, …)
  2. Casey Barrett o.o.: 80 x 200 frí starta 2:30, á langgeil, í tights og shorts við lummum
  3. Larsen Jensen: 20 x 1500 starta 20:00, á langgeil (Jensen kláraði til nr 17)
  4. Jeff Kostoff fyri 25 árum síðani: 4 x 5000 starta 50:00, á stuttgeil
  5. Erik Vendt: 30 x 1000 starta 10:00, á stuttgeil

Nakar sum kennir eina harðari seriu?