Gillingham testar svimjiurið “Pool-Mate”

Nick Gillingham luttók tríggjar ferðir fyri Stórabretland á Olympisku Leikum, har hann í Seoul í 1988 vann silvur í 200 bringu, og í Barcelona í 1992 vann bronsu í somu grein. Hartil heimsmeistari í greinini á stuttgeil í 1993, og evropameistari í greinini á langgeil í 1991 og 1993. Her testar hann svimjiurið “Pool-Mate” frá Swimovate, sum kann telja svimjistrekki, tøk og annað gott fyri teg, við tøkni sum minnir um hana í Nintendo Wii fjarstýrarum.

SSF skipar fyri skeiði í pinkubarnasvimjing

Um nóg nógv tekna seg, bjóðar Svimjisamband Føroya byrjunarskeið fyri venjarar í pinkubarnasvimjing. Skeiðið er ætlað øllum feløgum innan SSF.

Tað verður Lena Andersson-Stenquist úr Svøríki, ið kemur at undirvísa. Lena hevur undirvíst pinkubarnavenjarum síðan fyrst í 80-unum og hevur eisini verið við til at gera tað svenska undirvísingartilfarið.

Pinkubarnasvimjingin er fyri pinkubørn upp til 2 ára aldur (saman við einum vaksnum).
Continue reading SSF skipar fyri skeiði í pinkubarnasvimjing

Fyrrverandi OL-svimjarar gjørt ‘perfekta’ svimjidepilin á Mallorca

Bretsku Matthew O’Connor og James Parrack hildu at tað vóru verri enn so nóg nógvir ‘heitt-veðurs’ venjingardeplar í Evropa, og stovnaðu tí sín egna á Mallorca, kallaður “The Blue Water Elite Swim Training Centre (BEST Centre)“. Hann hevur verið opin síðani juli í 2009, og hevur síðani hevur longu havt vitjan av liðum úr 10 londum, ið hava notið “the ideal conditions to train and relax in a pure swimming environment”. Har er 50 metrar hylur við 10 geilum, bygdur av Astral sum eisini leverar hyljar til heimsmeistarastevnur hjá FINA. Vindeygu til at filma svimjararnar undir vatni, møguleiki at stytta til 25 metrar hyl, allastaðni 2 metra dýpi, 27 gradir heitt vatn árið runt, “Drag ‘n’ fly resistance machines”, og ríkiligt av beinplátum og pullboys at lána. Eitt “Shark Eye” undirvatnskamera at lána, eitt “swim specific” venjingarhøli, kaffi og ókeypis tráðleyst internet.

Lars Sørensen um klubb-skifti í DK

Danski elitusjefurin Lars Sørensen skrivar rættiliga áhugavert her á bloggu síni á svoem.dk, um sínar tankar nú danskir landsliðssvimjarar skifta feløg. Vit hava hoyrt um hetta fyrr, at tað møguliga er tí at summi feløg bjóða løn, sum til dømis nú Mads Glæsner skifti felag. Sørensen heldur at – ja – tað kann skyldast at størri krøv eru til løn, nú landsliðssvimjararnir ikki gevast so tíðliga sum fyrr, og tí hava tørv á veruliga professionalisering. Men hann sigur eisini frá svimjarunum, at teir virðismeta eisini annað enn pengar, sum til dømis at feløgini minnast til at viðurkenna teir.
Continue reading Lars Sørensen um klubb-skifti í DK

Mads Glæsner skiftir felag

SwimNews.dk og heimasíðan hjá VAT skriva í kvøld, at Mads Glæsner hevur valt at skifta frá Sigma Nordsjælland til “Vestegnens Aqua Team“. Talan er um skifti millum tvey av størstu feløgum í Danmark, við dugnaligum høvuðsvenjarum og nøkrum av bestu donsku svimjarum á liðunum; so á pappírinum er ikki talan um ta heilt stóru broyting. Men hinvegin, so vísa sovorðin skifti seg ofta at vera tað reina “make or break” hjá svimjarum, har tað kann væl ganga betri, men eisini væl kann verða byrjanin til endan. Vit fáa at síggja, hvussu tað hepnast hjá Glæsner.

Kast-A-Way bloggan hevur nógv gott um ítróttarpsykologi

Rithøvundurin Eric skrivar regliga um ítróttarpsykologi, og hevur nokk skil á tí við síni master-útbúgving í “Sports Behavior and Performance”. So har er ymiskt áhugavert, sum t.d. hendan tilvísing til “Top Notch Sport Psychology” grein, ið sigur m.a. at tað er betur at hyggja at videoendurtøkum í “full-speed”, heldur enn “slow-motion”, tí at slow-motion hevur negativa effekt á ‘timingina’. Ella hendan, har tað verður víst á hvussu Canadian Swimming brúkar at steðga negativum tankum hjá sínum svimjarum, um teir síggja egnan vánaligan teknikk í video, við beinanvegin at visualisera og hugsa positivt… ella bara gera nakrar sprellimenn. Ella hendan, um hvussu týðandi tað er at skapa liðanda eisini á svimjiliðum, við praktiskum hugskotum til venjingina. Ella hendan, við tilvísing til mentala “ABC” amboðskassan hjá USA Swimming.

NJM venjingarlega um vikuskiftið

Nú meðan flestu av okkum hugdu ímóti Moskva, fríggjadagin og leygardagin, skipaði Petur Heðin á Fløtti og Svimjisambandið fyri venjingarlegu í Klaksvík, fyri teimum sum skulu til NJM í Bergen í desember mánaða. Tey vandu einaferð fríggjakvøld og tvær ferðir leygardag, umframt at venja rættiliga væl av styrki á landi. Petur Heðin skal eftir ætlan við NJM svimjarunum til Bergens í desember, og er tískil sjálvskrivaður eisini til hesar venjingarlegurnar.

Strekk vristina, tá ið tú kavar útí!

GoSwim! hevur nógvar góðar videoir um svimjiteknikk, bæði tá tað kemur til svimjigreinarnar, og start og vending. Í hesari her niðanfyri vísa tey á, at tað eisini hevur týdning at ‘streamline’a føtur og bein, á sama hátt sum vit kava við strektum ørmum og samlaðum hondum.

Starts – Clean Up the Feet from Glenn Mills on Vimeo.