Vísdómsorð frá Garrett Weber-Gale um 50 metra hyljar

Amerikanski OL-gullvinnarin Garrett Weber-Gale bloggar her á swimnetwork.com um hví hann í dag er so glaður fyri at venja á langgeil, hóast hann sum smádrongur ikki var serliga glaður fyri hesar langu hyljar. At 50 metra hylurin tvingar teg til at SVIMJA, heldur enn bara at senda teg frá vegg til vegg, og at tú tí fysiskt og tekniskt fært meira burtur úr venjingini. Langgeilin fær teg enntá skjótari í form, sigur hann, sum burdi verið áhugavert fyri ein og hvønn.

Simply put, I think it’s much harder to train long course and it gets my body in shape faster than swimming short course. The truth is that there is nowhere to hide because there are fewer turns helping you keep your momentum. Everything must derive from the power and momentum you can gain and maintain solely from your stroke.

Pál Joensen til Potsdam Battle Camp?

Breaking news á www.swimnews.com: “The likes of Prilukov, Lobinski, Biedermann, Lurz and Maurer are already committed to the January camp, along with South Africans Chat Ho and Riaan Schoeman and Pál Joensen from the Faroe Islands”.

Craig Lord skrivar her á SwimNews.com, at áhugin hevur víst seg at vera sera stórur til “Potsdam Battle Camp” tann 4. til 17. januar í 2010, har harðastu hálsarnir úr Týskalandi, Russlandi og Suðurafrika sum kunnugt ætla at venja saman. Hann nevndi herfyri at “Denmark, land of Mads Glaesner, may also take part“. Og nú skrivar hann at avstralski høvuðsvenjarin Alan Thompson eisini hevur víst áhuga, umframt at kanadiarar hava spurgt seg fyri.

Annars velduga áhugaverdar ætlanir, sum Dirk Lange & co hava viðvíkjandi hesa venjingarlegu. Tað verður tosað um harðar seriur á 10×800 metrar, og 80 til 100 km um vikuna, umframt eina møguliga kapping um at finna tann ið kann svimja skjótastu 10×400 seriu, við peningavirðisløn ella líknandi lokkandi til vinnararnar.
Continue reading Pál Joensen til Potsdam Battle Camp?

Nøkur góð ráð, um tú fært svínakrím

Melanie McMullen hevur nøkur góð ráð her á swimnetwork.com, ífall tú sum svimjari (ella yvirhøvur) fær svínakrím, og hevur brúk fyri at koma skjótt fyri teg aftur. Altso so at tað ikki skal kosta alla sesongina.

Í stuttum eru tey:

  • Drekk nokk av vesku, og gjarna heitar drykkir
  • Et smá, sunn máltíð, ofta
  • Sov nógv (einar 8-10 tímar um døgnið)
  • Lat verða við at vera fleiri um somu handkløð
  • Brúka ikki pengar uppá ‘mirakul-kurar’
  • Byrja spakuliga, tá ið tú verður frísk/ur aftur

Og at enda… lat verða við at panikka! Mest sannlíkt ert tú væl fyri aftur um eina viku ella so.

‘Tú kanst ikki svimja sum Phelps bara við vanligari føði’

Nakað soleiðis sigur venjarin hjá honum Bob Bowman, í sambandi við at Phelps nú reklamerar fyri drykkjupulvurinum PureSport, “an optimal mix of protein, electrolytes and carbohydrates”. “If you’re trying to swim the program he did in Beijing, you’re not doing that on normal nutrition”. Greinin her á reachforthewall.com viðger rættiliga intenst vandan við at brúka sovorðin kosttilskot, við tað at til dømis Jessica Hardy sum kunnugt mest sannlíkt varð dopingdømd vegna dálkað tilskot. Men teir báðir siga at tað er ein kjansur sum má takast, um Phelps skal kunna venja og kappast sum hann ger. Og at alt til Phelps verður eftirkannað bæði eina og tvær ferðir, tí at “If [Phelps] fails a drug test because of something like that, it’s all over for a lot of people”.

Týskarar og russarar skipa fyri ‘Battle Training’ í Potsdam

SwimNews veit at siga um eina komandi venjingarlegu í Potsdam í Týskalandi, frá 7. til 21. januar 2010, har teir bestu langteinararnir úr Týskalandi, Russlandi og Suðurafrika skulu møtast, at venja ‘minst 100 km um vikuna’ undir leiðslu av Dirk Lange høvuðsvenjara hjá Týskalandi og Andrei Vorontsov høvuðsvenjara hjá Russlandi, umframt við øðrum góðum fólkum sum til dømis týska 1500 metra meistaranum frá 1991, Jörg Hoffmann, á kantinum. Luttakarar verða til dømis Paul Biedermann úr Týskalandi, umframt Yuri Prilukov og Nikita Lobintsev úr Russlandi. “Denmark, land of Mads Glaesner, may also take part”. Lange sigur, at hóast hesi lond kanska væl kunnu skapa hvør sínar eina ella tvær langteinastjørnur, so er trupult at skapa eitt nóg gott venjingarumhvørvi runt hesi, til at kunna kappast við USA. Og tí vilja tey savna hesi fáu úr hvørjum landi, til í felag at venja fram ímóti at vinna á Phelps & co.

Ein harður hálsur úr Porkeri

Mynd av www.susvim.com, har við síggja unga svimjaran Sofus Bech gera nøkur heilt serlig búkøvilsi, sum partur av venjing hjá Suðuroyar Svimjifelag í Vági. Hann hevur kílað sær føturnar fastar millum bonk og rygglen, og orkar so at leggja seg heilt niður í ‘streamline’, bara við stúttu frá leggum og fótum. Og væl at merkja við flisum sum ‘madrassu’, ífall at tað skuldi kiksa 🙂

Sí meira her á knassi.net.

NJM og NUM venjingarlega í Klaksvík, 15. – 17. oktober 2009

Svimjisamband Føroya skipar í kvøld, í morgin og í ovurmorgin fyri venjingarlegu í Klaksvík, fyri einum bruttohópi av NJM og NUM svimjarum. Tað vil siga fyri svimjarum sum hava aldur til næstkomandi norðurlendsku juniormeistarastevnu, og til norðurlendsku unglingameistarstevnuna, sum eru svimjarar 1-2 ár yngri enn juniorar. Venjari fyri NJM bruttohópinum er Petur Heðin á Fløtti, meðan Sonni Eliasen tekur sær av NUM bruttohópinum.
Continue reading NJM og NUM venjingarlega í Klaksvík, 15. – 17. oktober 2009

Hvussu nógv eiga børn at ganga til?

Áhugaverd grein her á abcnews.go.com, um avbjóðingini hjá foreldrum at finna røttu nøgd av frítíðarvirksemi til børnini. Størsti trupulleiki er eftir øllum at døma, at tað eru foreldur heldur enn børn sum verða stressað og ‘hyper’, av at koyra aftur og fram millum tiltøk, og at børn hjá sovorðnum foreldrum ikki trívast. Men boðskapurin viðvíkjandi børnum er tíbetur meira jaligur, at man ikki nýtist at órógvast, fyrr enn tey byrja at brokka seg um at skula avstað. Og at børn trívast nógv betur við nógvum virksemi, enn við ongum.

Svimjisambandið styrkir lívbjargni

Farna vikuskifti hevur Svimjisamband Føroya í samstarvi við Dansk Svømmeunion hildið lívbjargingardómaraskeið í ÍSF-húsinum.

Livbjargskeið

Endamálsorðingin hjá Svimjisambandinum sigur at: Svimjisambandið skal menna og skapa áhuga fyri svimjing og at betra um heilsu­støð­una og møguleikanum fyri lívbjargni. Ásannandi at lívbjargingarparturin ikki hevur fingið nóg stóra orku, hevur Svimjisambandið hetta vikuskifti havt trettan fólk á skeiði sum lívbjargingardómarar. Hesi trettan eru úr øllum økjum í landinum og farið verður nú miðvist eftir at útbúgva so nógvir føroyingar sum gjørligt sum lívbjargarar.
Continue reading Svimjisambandið styrkir lívbjargni