SuSvim við í rørsluátakinum hjá ÍSF

Suðuroyar Svimjifelag er eitt av teimum enn tíverri heldur fáu ítróttarfeløgum, sum nú í heystfrítíðini lata upp fyri almenninginum, at royna tann ítrótt tey vara av. Hini feløg eru Miðvágs Badmintonfelag, Havnar Tennisfelag, Bragdið, Róðrarfelagið Knørrur, borðtennisdeildin hjá bóltfelagnum Royn, Tórshavnar Golfklubbi, Nordepils-Hvannasund Róðrarfelag, Mjølnir, Bogaskjótifelagið Vágaskot, Neistin og H71. Sí her á isf.fo.

Alkohol er einki fyri ítróttarfólk

Tey á www.swimnetwork.com hava spurgt serfrøðingar um hvussu alkohol ávirkar kroppin hjá ítróttarfólki , og svarið er einki serligt. Alkohol er vatndrívandi og skapar mjólkarsýru í kroppinum, sum viðførir minni orku og longri tíð áðrenn kroppurin kemur fyri seg aftur eftir venjing, umframt at andsperran verður verri. Tað er ein kaloriubumba uttan føðslulig virði, og reaktiónsevnini ávirkast so mikið nógv, at American College of Sports Medicine viðmælir at halda seg púra frá alkoholi í minst 48 tímar áðrenn kapping, sum ein annar flogskipari. Og so skaðir tað svøvnin eisini, so at éin genstandur áðrenn songartíð kanska fær teg at sovna skjótari, men við verri góðsku í sjálvum svøvninum. So loysnin er altso at halda seg heilt burtur frá alkoholi. “Even if you are a light drinker, staying alcohol-free for days, weeks, or months before competition is ideal”. Les swimnetwork.com

Krayzelburg um delfinspørkini hjá sær og Phelps

Enn ein góð video á YouTube-rásini “TheSwimChannel“, har ukrainsk-amerikanski ryggsvimjarin Lenny Krayzelburg greiðir frá undirvatns-firvaldaspørkini hjá sær og Michael Phelps.

Lenny hevur eisini eina aðra video um kroppsleguna í rygg, sum hann sigur vera tað allarviktigasta fyri hesa svimjigrein. “The goal is to have your body on top of the water as much as possible. The higher the body position, the less resistance there is”.


Continue reading Krayzelburg um delfinspørkini hjá sær og Phelps

Århus Svømmestadion telur longdirnar fyri teg

Í Århus Svømmestadion kanst tú nú heinta eina serliga telduflís við billett-lúkuna, ið síðani síðani skrásetur hvussu langt og skjótt tú svimur, og hvussu nógv tú heldur pausu. Tú festir flísina til økilin, og kann síðani síggja leypandi á einum stórskíggja í høllini, hvussu langt tú hevur svomið, hvussu nógvar tíð tú hevur brúkt um svimjingina tilsamans, hvør meðalferðin var, og hvussu splitt-tíðin var fyri síðstu 100 metrar. Og eftir venjingina kanst tú enntá heinta eina útskrift av øllum við billett-lúkuna, ella taka tíni dáta heim við at eftirkanna nærri á egnari teldu. Århus Svømmestadion er fyrsta høll í Norðurlondum sum fær eina slíka skrásetingarskipan, við tí tey kalla “AMB” telduflís. Les jp.dk

Vísindin aftanfyri ‘delfinsparkið’

Áhugaverd grein her á npr.org, um “The Science Behind Swimmers’ Dolphin Kick”. Svimjing í vatnskorpuni skapar aldur sum eru eyka mótstøðu, og tað kann tí loysa seg at svimja so nógv undir vatnskorpuni sum gjørligt, um man er førur fyri at svimja tað við nóg nógvari ferð. Og her er tað serliga týðandi at hava stórar og liðiligar føtur: Granskarar á The George Washington University hava simulerað svimjarar sum til dømis Natalie Coughlin á teldu, og staðfesta at næstan 90% av framdriftini frá delfinsparkinum kemur frá øklinum og fótinum, heldur enn frá restina av rørsluni.

Væleydnað venjaraskeið á Toftum

ÍSF skipaði í vikuskiftinum fyri venjaraskeiði í skúlanum á Toftum, fyri venjarum at børnum og ungum. Felagsmyndin vísir at luttakarar vóru millum annað svimjivenjararnir Sonni Eliasen, Karina Petersen og Rúni Gaardbo, umframt eisini onnur kend andlit. Fleiri stuttligar myndir eru at finna her á isf.fo, frá tá ið tey bóltaðust í fimleikahøllini.

ÍSF mælir til ítrótt í heystfrítíðini

skriv her á isf.fo, og gev gætur at Fólkaheilsuráðið tekur sær av miðlunum og lýsingum, um bara feløgini melda til. Freistin at melda til er nú fríggjadagin tann 25. september …

Ítróttasamband Føroya ynskir saman við Fólkaheilsuráðnum at taka stig til, at heystfrítíðin hjá skúlunum ikki fer framvið í leti.

Hesum vilja vit fegin hava tykkum at hjálpa okkum við.

Tankin er, at tit “lata felagið upp” og onkran dag ella dagar í heystfrítíðini (millum 12. og 16. oktober) í tíðarskeiðinum 14.00 – 20.00 skipa fyri nøkrum tiltøkum, har øll fólk, eisini tey ið ikki eru limir í felagnum, fáa høvi at royna seg innan tykkara ítrótt.

Okkara ætlan er, at tit røkka ungum sum eldri. Sjálvsagt serliga skúlaungdómi – ið jú hevur frí hesa vikuna, men eisini foreldrum og/ella ommum og abbum. Eitt hugskot frá okkum er, at “tvey ættarlið royna seg”. Tvs., at foreldur kunnu koma við sínum børnum og bæði fáa okkurt burturúr.

Tað er umráðandi, at tað er bæði stuttligt og hugaligt hjá luttakarunum. Tit duga best sjálvi at fylla karmarnar út og finna uppá hvat fyri aktivitetir passa seg til hetta tiltakið.
Continue reading ÍSF mælir til ítrótt í heystfrítíðini

Ebba Nyberg – søgan um ein dopingdóm

Svenski bringusvimjarin Ebba Nyberg varð í 2006 testað positiv fyri doping, og fekk so í 2007 ein dóm, ið merkti at hon í 2 ár varð útilokað frá allari venjing, øllum kappingum og øllum felagsskapi innan ítrótt yvirhøvur. Her á simma.nu fortelur hon sína søgu, um hvussu hon følir at hon varð dømd fyri nakað sum eftir røttum slettis ikki er doping hjá kvinnum, bara tí at hon tók eitt kosttilskot sum vísti seg at vera dálkað við evninum. Um hvussu lítlan stuðul hon fekk frá ítróttinum, frá tí at dopingin varð staðfest, og um hvussu tað var at skula venja púra einsamøll, í 2 ár.


Continue reading Ebba Nyberg – søgan um ein dopingdóm

Wildeboer angrar at Friis slapp at dansa

Hálendski landsliðsvenjarin hjá danska svimjisambandinum, Paulus Wildeboer, angrar nú sambært spn.dk, at hann í vár gav Lotte Friis loyvi at luttaka í “Vild med dans”. Hann sigur at støðan er heilt broytt nú eftir at hon gjørdist heimsmeistari, við tað at tað krevur so mikið nógv meira at vera verandi nummar 1, enn at vera ‘bara’ nummar 2 ella 3. Serfrøðíngar úr øðrum ítróttargreinum sammeta tað at luttaka í “Vild med dans” sum at koyra bensin í ein dieselmotor, við tað at venjingin á hesum støði eigur at vera ógvuliga málrættað ímóti tí éina ítróttinum. Hetta heldur Wildeboer ikki bilar so nógv, viðvíkjandi fysiska forminum hjá Friis, men hann er meira bangin fyri tí mentala partinum. Tey bæði hava tí eisini eina avtalu, at hon steðgar við luttøkuni í “Vild med dans”, líka so skjótt sum Wildeboer heldur at hennara svimjing tekur skaða.

Klor økir um vandan fyri astma og hoyfepur

Ein nýggj kanning bendir á, at svimjing í klorreinsaðum hyljum økir um vandan fyri at fáa astma og ovurviðkvæmi, hjá teimum sum longu eru í vandabólki fyri at fáa hesar sjúkur. Belgiarar kannaður 847 tannáringar millum 13 og 18 ár, sum plagdu at svimja annaðhvørt í klorreinsaðum hyljum, ella í svimjihyljum har tey reinsaðu við onkrum kopar-silvur reinsingarevni. Vandin var 80% hægri fyri at fáa astma hjá teimum sum svumu 100 til 500 tímar í klorreinsaðum hyli, og øktist so fleirfaldað so hvørt sum tey svumu meira. Les ajc.com