WSCA bjóðar skjótt ókeypis limaskap

Alheims venjarafelagskapurin “World Swimming Coaches Association” fer sambært SwimNews.com at lata upp fyri ókeypis limaskapum skjótt, vælsagtans fyri at styrkja sum mest um felagsskapin, við einum øktum limatali. Fyrimunirnir eru sambært WSCA sovorðið sum at tað er hesin felagsskapur er sum umboðar venjararnar í FINA, og at tú harvið fær tíðindi um venjing, og tilboð frá ymiskum nethandlum innan svimjing.

Čavić trenar í The Race Club

Video við serbiska Milorad Čavić, sum vann gull í 50 firvald á HM í Rom í summar, og silvur í tiltiknu holmgonguni ímóti Phelps í 100 firvald. Her venur hann í “the Race Club” hjá Gary Hall Jr. & Sr., har vit síggja m.a. hvussu Čavić fer beint niður í armtakið, uttan ‘outsweep’, og hvussu hann í styrkirúminum ger ymisk øvilsi við vektum á balansubólti. Veery interesting 🙂

Helsingborgs Simsällskap byggir nú sína egnu svimjiarena

Á www.simma.nu kallað tey tað fyri “kanske största enskilda projekt som en svensk simklubb har gett sig på”, nú Helsingborgs Simsällskap fer at umbyggja ta svimjihøll sum tey í 2008 keyptu sær, til nú at verða ein 25 x 25 metra ‘svimjiarena’ við 900 áskoðaraplássum, umframt at tey útbyggja sína gomlu ítróttarhøll til 2200 kvadratmetrar av plássi til styrkirúm, spinning, tvær multihallir, og annað. Ein nýggj ítróttarhøll verður bygt til skúlan og samfelagið har í grannalagnum, eftir øllum at døma alt fyri umleið 87 milliónir svenskar krónur.
Continue reading Helsingborgs Simsällskap byggir nú sína egnu svimjiarena

Amerikanarar uppdaga nyttuna av lítlum hyljum

Her er ein øgiliga áhugaverd grein á svimjisíðuni hjá The Washington Post, um hvussu amerikanarar nú við millum øðrum olympiska heiðursmerkjavinnaranum Tom Dolan á odda eru í ferð við at byggja “a most unusual swimming pool”… “using an Australian swim school concept never before tried in the United States”.

Tað serliga við skipanini hjá avstraliumonnum er, at hylurin er stuttur, grunnur og heitur. Tølini eru umleið 14 til 18 metrar langur, 0.9 metrar djúpur og umleið 33 gradur heitur. Orsaka meg, men hetta ljóðar sum næstan allir skúlahyljar í Føroyum, við dýpi sum í Eysturskúlanum og hita sum á Toftum.
Continue reading Amerikanarar uppdaga nyttuna av lítlum hyljum

FLOT royndarkoyrir “venjaravenjing”

Komandi týskvøld klokkan 20 royndarkoyra vit fyri fyrstu ferð eitt nýtt slag av venjing á Toftum, sum vit hava valt at kalla fyri “venjaravenjing”. Hetta er eitt tilboð til serliga venjararnar hjá FLOT, at sleppa í hylin eina ferð um vikuna at svimja nakrar metrar, fyri síðan í felag at royna okkurt svimjitekniskt uppá sín egna kropp. Tú kanst kalla tað eitt slag av masterssvimjing, blandað upp við regluligum repetitiónum av tí sum man lærir til dømis á merkjaskipanar-skeiðunum, og við royndarkoyring av øllum tí nýggja sum kemur fram innan svimjiteknikk.

CIMG2172
Continue reading FLOT royndarkoyrir “venjaravenjing”

2009 er perfekta árið at byrja masterssvimjing

Fleiri føroysk svimjifeløg eru longu komin væl í gongd við venjing til vaksin og eldri fólk, sum til dømis tá ið Havnar Svimjifelag í vetur sjósetti stórsligna motiónsverkætlan. Síðani hevur Svimjisamband Føroya saman við føroysku svimjifeløgunum avtalað at royna at skipa fyri fyrstu føroysku meistarakapping fyri “masters”, at vera í Klaksvík tann 13. og 14. mars 2010. Og um nakar veruliga fær blóð upp á tonnina, so er heimsmeistarastevnan fyri masterssvimjarar ikki longri burturi enn í Göteborg í Svøríki, næsta summar. Ein svimjistevna sum sambært fyriskiparunum er heimsins størsta, við umleið 8000 luttakarum.
Continue reading 2009 er perfekta árið at byrja masterssvimjing

Skulu vit leita meira miðvíst eftir talentum?

Eg las eina góða herfyri í Ingeniøren, um hvussu einfalt tað er at finna talent til 100 metra renning. Tað er bara at taka fólk inn frá gøtuni, og biðja tey renna 100 metrar. Um tey uttan nakra venjing kunnu renna umleið 11 sekund, so kunnu tey við venjing koma 1 ella 2 sekund longur niður. Og restin kann so opinbart bara gloyma alt um at gerast sprintarar.

Í Bretlandi byrjaðu tey í 2007 eina verkætlan kallað “Sporting Giants“, har tey bóðu 16-25 ára gomul um at melda seg, um dreingirnir vóru yvir 190 cm og genturnar yvir 180 cm, og tey annars høvdu eina rímiliga ítróttarliga bakgrund. Tey fingu eini 4800 umsóknir, og kundu so sortera hesi út til ítróttir sum hondbólt, rógving og flogbólt.
Continue reading Skulu vit leita meira miðvíst eftir talentum?

Aqua Clinic 2009 skráin er klár

Aftur í ár skipar Dansk Svømmeunion og Dansk SvømmeTrænerSammenslutning fyri venjararáðstevnuna “Aqua Clinic”, við fyrilestrum og møguleika fyri ‘networking’ við aðrar venjarar. Tiltakið verður í Idrættens Hus í Brøndby, fríggjadag 11. september til sunnudag 13. september, við møguleika fyri innivist á staðnum. Skráin er í ár serliga fyrilestrar um langtíðarplanlegging, har John Atkinson hjá British Swimming og danski landsliðsvenjarin Paulus Wildeboer fara at tosa um menning av yngri svimjarum, um rákini í altjóða svimjing, um venjingarfilosofiina hjá Wildeboer, og um teknikk og landvenjing í praksis. Tilmeldingarfreistin er 23. august, her á svoem.dk.

Elspa Mørkøre flutt heim, og venur í Klaksvík

Sum nøkur av tykkum kanska longu hava frætt, so er Elspa Mørkøre nú flutt heim aftur til Føroyar, eftir at hava búð og vant í Esbjerg í 2 ár. Og nú í kvøld frætta vit, at hon hevur innskrivað seg sum lim í Ægir, og fer at venja har framyvir. Sera spennandi fyri føroyska svimjing, at fáa hesa gentu heim aftur at venja, sum seinastu árini hevur gjørt seg galdandi bæði í donskum og evropeiskum høpi.

Ægir_fundur._013