Petur Heðin er nú venjari hjá Ægir

Ægir_fundur._001bPetur Heðin á Fløtti og Ægir gjørdu herfyri avtalu um, at hann verður høvuðsvenjari hjá teimum, komandi tvey árini, við ábyrgd fyri serliga venjingini hjá fyrstaliðnum. Ægir hevur hartil gjørt avtalu við Kára J. á Høvdanum, um at hann skal venja annaðlið hjá teimum, saman við Petur Heðini. Og vit kunnu so væl gita, at Kári eisini skiftir til at kappast fyri Ægir, nú svimjiárið 2009/2010 byrjar.

Danska svimjisambandið hóttir við at avtaka sítt úrvalsarbeiði

Danska svimjisambandið meldar nú út at tey møguliga heilt avtaka úrvalspartin av sínum virksemi eftir OL í London, um tey verða rakt av fráboðaðu sparingini hjá Team Danmark uppá 20 milliónir krónur. “Vi er der, hvor det ikke er sjovt, hvis vi skal gøre mindre end nu. Vi har forsøgt at hale ind på de andre, og det er lykkedes. Hvis vi sejles agterud igen, kan det godt være, at vi skal sige, at vi fortsætter frem mod OL i London, og så siger vi, at det er det”, sigur svimjiformaðurin Pia Holmen. Team Danmark sigur seg hava gott eyga til svimjingina, men vil tó ikki friða nakað ítróttarsamband enn. Orsøkin til fráboðaðu sparingina er sjálvsagt fíggjarkreppan, sum herjar í løtuni. Les SwimNews.dk og eb.dk

AquaPulse tekur pulsin í oyranum og tosar við kjálkan

FINIS hevur nú gjørt hendan pulsmátaran serliga til svimjarar, sum mátar pulsin í oyraflippuni, og síðani fortelur tær pulsin við at tosa inn í beinið í tinningin, meðan tú svimur. Harvið slepst undan at skula hava pulsreim um bringuna, og harvið verður ljóðið betur, enn um um tólið tosaði inn í oyrað undir vatni. Og tað er væl eisini snilt at kunna fáa at vita hvat pulsurin er ímeðan tú arbeiðir, heldur enn at skula steðga til at vita hvat hann var í áðni.

Mentor hjá Google monnunum druknaður

Rajeev Motwani varð síðsta fríggjadag funnin deyður á botninum av sínum egna svimjihyli, mest sannlíkt tí hann gleið og datt í hylin. Hann var 47 ára gamalur, og dugdi ikki at svimja, men ætlaði sær at læra tað. Google stjórin Sergey Brin skrivar her á bloggu síni, um hvussu hesin maður stuðlaði honum og Larry Page í stovnanini av Google, og um hvussu “Today, whenever you use a piece of technology, there is a good chance a little bit of Rajeev Motwani is behind it”.

(Picture Credit: Stanford University)
Continue reading Mentor hjá Google monnunum druknaður

Van der Burgh og Dale Oen jagstraðir av mastrarhvali

Vinmennirnir hyggaðu sær á sjónum, nakað undan OL í Beijing, við at lata seg hála á eini gummislangu afturúr einum báti, tá ið ein mastrarhvalur knappliga leyp upp úr sjónum, einar 10 metrar frá teimum. SwimNews sigur í Suðurafrika, The Times at tað var í Noregi. Men líka mikið, eg skilji væl suðurafrikanan: “I was on a rubber tube, being towed by a boat, and an orca [killer whale] came flying out of the water about 10m away. It was close to us, and it was huge. I thought, ‘this is it’.”

Richard Quick deyður av krabbameini

Tiltikni amerikanski venjarin fekk í desember staðfest ólekiligt krabbamein í heilanum, og doyði so nú í gjár. Quick hevur sum venjari hjá universitetsliðunum Stanford, Texas og Auburn vunnið tilsamans 13 NCAA meistaraheiti, og hevur seks ferðir verið OL venjari hjá USA, tríggjar ferðir sum høvuðs-landsliðsvenjari. Í 2007 vóru vit nakrir føroyskir venjarar sum upplivdu hann sum høvuðsrøðara á árligu donsku venjararáðstevnuni, og tí følist tað eyka nær.


Continue reading Richard Quick deyður av krabbameini

Pool-Mate telur longdir og tøk og pausur fyri teg

Pool-Mate urið frá Swimovate dugir sambært teimum sjálvum at telja longdir og tøk í øllum fýra greinum, líka mikið um tú gert saltovendingar ella ei, og uttan at tú skalt trýsta á nakran knøtt millum hvørja endurtøku. Tað heldur skil á hvussu nógv tøk tú í miðal tekur hvørja longd, og goymir hesi miðaltøl fyri hvørt sett, og kann enntá minnast til hvussu langar pausurnar vóru millum hvørt sett (um altso tú trýsti stop og start millum settini). Tað veit hvussu langt tú svam og hvussu skjótt, og hvussu nógvar kaloriur tú brendi. Framleiðarin sigur at triathletar hava testað tað yvir longri tíð og yvir hundraðvís av kilometrum, og at úrslitini vísa at tað rakar yvir 99.75% rætt. Urið fer at kosta einar 7-800 krónur í Bretlandi, og kemur á marknaðin í summar.

Esbjerg samskipar skúla og ítrótt frá framhaldsdeild til universitetsútbúgving

Áhugavert at lesa her á heimasíðuni hjá WestSwim, um hvussu Eliteidræt Esbjerg og Esbjerg Kommune hava fingið í lag útbúgving frá 7. flokki til lidna universitetsútbúgving, sum riggar uttan at tú skalt ganga uppá kompromis við ítróttin. Tey hava longu góðar royndir við skipanini í fólkaskúlanum og á universitetinum, og royna so nú eisini eina skipan í miðnámsskúlanum, har ítróttarfólkið millum annað hevur ein ‘buddy’ í klassanum, sum skrivar notat og samlar pappír og líknandi, tá ið ítróttartalentið er til venjing. Altso ein skipan har tey tillaga skúlagongdina hjá ítróttarfólkinum í annars heilt vanligum skúlaflokki, heldur enn at gera serligar ‘linjur’ til ítróttin.

Leonard viðmælir venjarum ikki at massera

Áhugaverdur tekstur á www.swimmingcoach.org, ið er heimasíðan hjá felagnum fyri svimjivenjarar í USA. Formaðurin John Leonard heitir á allar venjarar í felagnum, um ikki at veita ungum svimjarum massagu, tí at tað ov ofta annaðhvørt fer ov langt, ella verður hildið at fara ov langt …
Continue reading Leonard viðmælir venjarum ikki at massera