Brett Hawke um strektu armarnar í crawl

Í videoini niðanfyri tosar Auburn venjarin Brett Hawke um crawlteknikkin hjá Cesar Cielo og Frederick Bousquet, sum báðir venja hjá honum, og báðir hava valt at svimja við strektum ørmum, bæði yvir og undir vatn. Cesar Cielo vann gull í 50 frí og bronsu í 100 frí á OL í Beijing, og Frederick Bousquet er sum kunnugt fyrsti maður undir 21 sekund í 50 frí á langbana. Hawke tosar eisini stutt um hvussu hann herfyri gav Michael Phelps góð ráð, um ikki at skera við tummilinum á skák niður í vatnið í crawl, men heldur at fara við øllum fingrunum beint til ‘catch’.

Continue reading Brett Hawke um strektu armarnar í crawl

Fornemt selskab í Calella

Heilsan frá Bjarnasyni: “Nú eri okur so farnir at seta fokus á bringusvimjingina. OL silvur, og Evropa rekord haldarin Alexander Dale Oen er jú komin, so tað er upplagt. Gard Kvale sum er besti firvald, langt frí og blandað svimjari hjá Norra er her, so her ér stórt potentiali í hvørjari venjing”.

Gard Kvale, Alex Dale Oen & Pál Joensen

(Gard Kvale, Alexander Dale Oen og Pál Joensen í hylinum í Calella)
Continue reading Fornemt selskab í Calella

Oyggjaleikalandsliðið vant í Havn

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Fríggjakvøldið og leygardagin vandi oyggjaleikalandsliðið í Havn. Hetta er fyrstu ferð at hópurin er samlaður síðani úttøkustevnurnar í vár. Venjarar á leguni vórðu Kristian Martin Joensen og Petur Heðin á Fløtti, og svimjararnir eru Pauli Ø. Mohr, Paula Ø. Mohr og Kári J. á Høvdanum úr Fuglafjarðar Svimjifelag, Bjørg Seloy, Andrass Thomsen og Guðrun H. Jacobsen úr Havnar Svimjifelag, Birita Debes úr FLOT, og Malan V. Bærendsen, Katharina Lamhauge og Mona Simonsen úr Suðuroyar Svimjifelag. Av hesum venja Kári J. á Høvdanum, Birita Debes og Shaila millum Garðarnar eisini til heimsmeistarastevnuna í Rom, og Pauli Ø. Mohr til evropeisku juniormeistarastevnuna í Prag. Til hesa venjing mangla tveir svimjarar, tað eru Shaila millum Garðarnar og Pál Joensen. Næstu ferð oyggjaleikliðið møtist er til felagsvenjing í Vági um tvær vikur.

oyllid_havn_mai

(Liðmynd: Aftanfyri frá vinstru: Petur Heðin á Fløtti venjari, Palli Eysturberg ferðaleiðari, Mona Simonsen, Andrass Thomsen, Pauli Ø. Mohr, Kári J. á Høvdanum og Kristian Martin Joensen venjari. Fremra rað frá vinstru: Malan V. Bærendsen, Bjørg Seloy, Katarina Lamhauge, Guðrun Holm Jacobsen, Birita Debes og Poula Ø. Mohr.)
Continue reading Oyggjaleikalandsliðið vant í Havn

Nú er skjótt liðugt við at pissa í hylin

Danir eru so troyttir av fólki sum míða í hylin, at tey til dømis í høllini í Jyllinge ætla at koyra okkurt evni í vatnið, sum litar vatnið beinanvegin og týðiliga, á staðnum har sum onkur pissar. Trupulleikin er annars rættiliga útbreiddur – onkur amerikansk kanning sigur sambært greinini her á eb.dk, at fimti hvør vaksni svimjari pissar í hylin, tá ið tey eru í svimjihøll.

Picture courtesy of tano_n’dere, CC BY-SA
Continue reading Nú er skjótt liðugt við at pissa í hylin

Swimming Technique nú eisini sum internet-video

Her í fyrsta internet-parti tosa Ron Johnson og Brent Rutemiller um framføring við strektum armi í crawl, sum er teknikkurin sum heimsins bestu sprintarar brúka í dag, sum til dømis Stefan Nystrand, Frederick Bousquet og Eamon Sullivan. Teir tosa eisini um hond íseting og tempo hjá Frederick Bousquet, og um frekvens og tempo hjá 4×100 metra finalistunum á OL í Beijing.


Continue reading Swimming Technique nú eisini sum internet-video

Lunocet eru seriøst hátøkniligar fitjur

Sí www.lunocet.com og www.lunocet.com/blog. Tær kosta $975 ‘over there’ og brúka kolfipur og súkkluskógvar, so tað er kanska í so nógv til vanliga svimjivenjing. Men um tit hyggja at videoini, so sær tað út til at ein rímiliga habilur svimjari hevði kunnað gjørt eitt delfin-lop í teimum… og tað er væl tað heila vert 🙂

Skjótasta leið gjøgnum vatnið er ikki neyðturviliga tann beinasta

Áhugaverd samrøða við Coach Ron Johnson her á swimnetwork.com, um hvussu vit kanska ikki eiga at royna at svimja so beint sum yvirhøvur gjørligt, men heldur hava eitt sindur av ‘bounce’ í svimjingini, á sama hátt sum fiskar og hvalir heldur ikki svimja púra beint. Hann nevnir svimjarar sum Janet Evans, Jason Lezak og Eamon Sullivan sum dømi, Alexander Popov, Kosuke Kitajima og Leisel Jones. Umframt djór, bæði á landi, vatni og í luftuni, ið yvirhøvur velja at ferðast heldur í smáum aldurørslum, enn beint fram.

(Onkrir tilfeldigir, skjótir fiskar)
Continue reading Skjótasta leið gjøgnum vatnið er ikki neyðturviliga tann beinasta