Danska landsliðið flytir í nýtt Svømmestadion

‘Elitecentret’ hevur seinastu 8 árini ligið í Farum, men flytir eftir summarferiu í nýggju høllina “Bellahøj Svømmestadion”, sum Københavns Kommuna letur byggja fyri 225 milliónir krónur. Høllin verður sambært elitusjefinum hjá danska svimjisambandinum besti langhylur í Danmark. Les eb.dk, og sí arkitektamyndir her

HS nýggjan høvuðsvenjara

Tíðindaskriv frá HS

Havnar Svimjifelag hevur sett nýggjan høvuðsvenjara í starv fyri komandi kappingarár.

Christian Tessner, ið er 28 ár, hevur útbúgving í ítrótti frá lærdaháskúlanum í Leipzig í Týsklandi, við svimjing sum sergrein. Somuleiðis hevur hann venjaraútbúgving frá tí týska svimjisambandinum.

Christian er sjálvur gamal svimjari og hevur royndir sum venjari í ymiskum svimjifeløgum í Týsklandi.

Ein av uppgávinum hjá Christian er at verða venjari á kappinarliðnum hjá felagnum, hann hevur eisini ta ítróttarligu ábyrgdina av allari svimjing í felagnum.

ChristianTessner

Vinarliga
Havnar Svimjifelag
Sigurd L. Lamhauge, formaður
Continue reading HS nýggjan høvuðsvenjara

SuSvim og Suðurrás savna inn til svimjihyl

Sum tit kunnu lesa her á sudurras.fo, so hevur ein bólkur av sjálvbodnum í eina tíð arbeitt við at fáa bygt ein 50 metra svimjihyl í Vági, sum skal brúka avlopshitan frá SEV-verkinum har. Nú hava tey so stovnað eina serliga stuðulskonto í Suðuroyar Sparikassa, “har tú, títt felag ella tín fyritøka kann seta inn pengar, sum óskerdir fara beinleiðis til fyrireikan av 50 m. svimjihyli til Suðuroyar Svimjifelag”. Allir persónar, feløg og fyritøkur, sum stuðla við yvir 5.000 kr. verða nevndir á yvirliti her á Suðuroyarportalinum, ið fyrsta 1½ tíman fór upp um 10.000 kr.

Endursending: “Neptun vil byggja svimjihyl”

Her er ein onnur grein av gomlu FLOT heimasíðuni, frá 13. desember 2005, um hvussu svimjifelagið Neptun í Runavík ætlaði at byggja ein 25 metra hyl í kommununi. Dimmalætting skrivaði um ætlanirnar, og nevndin í Neptun royndi eisini veruliga at fáa nakað at henda. Men tað er alt søga nú, og Runavík er tí enn tann nógv størsta kommunan í Føroyum uttan svimjihyl, hóast fólk í kommununi hava biðið um hann síðani 60-ini.
Continue reading Endursending: “Neptun vil byggja svimjihyl”

Amerikanarar menna (og patentera) nýtt svimjitak

Hmm, SwimmingWorld Magazine hevur eina “Industry News” grein nú um vøruna hjá einum av sínum sponsorum, sum eftir øllum at døma hevur mennt eitt nýtt og betri tak enn vanliga crawl-takið. Har er trademark á, og tey eru í ferð við at patentera tað, og tú sleppur opinbart ikki at síggja hetta Cross-Stroke™ takið, fyrr enn tú hevur keypt videoina frá teimum.
Continue reading Amerikanarar menna (og patentera) nýtt svimjitak

Eitt gevandi vikuskifti í Tórshavn

So fór Haljand av landinum aftur, eftir 3 tímar av upptøku fríggjadag, redigering til einaferð á midnátt, 12 tímar av eftirmeting leygardag, og so 4 tímar av eftirmeting í dag. Man kann ikki siga at maðurin sá nógv av Føroyum, út yvir hvussu veðrið var ørvísi hvørja ferð hann fór út í bilin; men hinvegin fingu vit rættiliga nógv burtur úr honum.

CIMG3227
Continue reading Eitt gevandi vikuskifti í Tórshavn

So eru svimjararnir testaðir

Rein Haljand og hjálparmaður hansara lendu tá ið ódnin var harðast í gjár, við viðmerking at “that was an interesting flight”. Suðuroyingarnir vórðu seinkaðir av Krambatanga í morgun, og komu tí ikki fram fyrr enn umleið 7 minuttir áðrenn testirnar byrjaðu. Men tað gekk tó fínt allíkavæl, og rímiliga eftir ætlanini, inntil Eyðbjørn sum tann síðsti var testaður kl 12.15 í dag. Nú sita teir báðir Haljand og hjálparmaðurin og klippa sundur og fyrireika, til eftirmetingarnar í morgin og ovurmorgin.

CIMG2929
Continue reading So eru svimjararnir testaðir

Herning Svømmehal sparir orku og CO2 við at heinta brint úr klorframleiðsluni

Svimjihallir nýta sum kunnugt oftast klor til at halda vatnið nøkulunda bakteriufrítt, og í seinastu eru fleiri farnar at framleiða tað sjálvi, við elektrolysu av salti, til at umganga giftigt klorgass frá yvirdosering. Men framleiðslan krevur nógva orku, og Herning Svømmehal ætlar tí at kunna endurnýta brintið sum kemur frá elektrolysuni, til at minka um orkunýtsluna. Hetta er enn á royndastøðið, og eftir øllum at døma fyrsta roynd yvirhøvur í heiminum; men tey vænta sær tó at kunna vinna eitt sindur, aftur av árligu orkunýtsluni á 600.000 kWh, og mánaðarligu saltnýtsluna á 700kg. Lesið her í Ingeniøren.