Stór venjingarlega í Klaksvík í vikuskiftinum

Svimjisambandið skipar í vikuskiftinum fyri talentlandsliðlegu í Klaksvík, har teir báðir Rúni Gaardbo og Johan Martin Poulsen fara at standa á odda fyri svimjivenjing, videoupptøku, fyrilestri og øðrum góðum, fyri svimjarar árgang 1992 og yngri. Hesu ferð eru tey 38 sum hava klárað kravtíð og eyka stabilitets-krøv, til at kunna kallast ‘talent’ hjá Svimjisambandi Føroya.
Continue reading Stór venjingarlega í Klaksvík í vikuskiftinum

Astma millum svimjarar ikki verri enn hjá øðrum úthaldnisíðkarum, sigur danska svimjisambandið

Dansk Svømmeunion hevði nú tann 22. januar ein ‘Gå-hjem’ fund um astma og inniklima, í sambandi við at ein ph.d.-kanning í heyst staðfesti serliga høgan títtleika av astma millum úrvalssvimjarar. Tit kunnu lesa ein samandrátt her á svoem.dk, og annars dragi eg skjótt samanum her í tí fylgjandi.
Continue reading Astma millum svimjarar ikki verri enn hjá øðrum úthaldnisíðkarum, sigur danska svimjisambandið

Svenskir svimjiskúlar í vanda, vegna lóg um alment útboð

Svenski ríkisdagurin hevur samtykt eina lóg um ‘offentlig upphandling‘ (t.e. alment keyp), sum merkir at m.a. allur rakstur av svimjihallum skal bjóðast út. Sum aftir merkir at svimjihallirnar kunnu enda hjá einum-og-hvørjum at reka. Her er eitt brot úr tíðindunum hjá SVT, um hvussu hetta kann ávirka svimjskúlarnar hjá teimum, sum eru livibreyði hjá feløgunum.

Nú skulu bringu- og firvalda-sprintarar venda undir vatnskorpuni

Kanska er tað bara eg sum eri ‘ketta upp úr høvdatrog’; men eg hevði so ongantíð hoyrt um hetta, fyrr enn Haljand nú í Tallinn fortaldi um nýggju bringu- og firvalda-vendingina. Heldur enn at venda sum vit altíð hava lært, við salto aftur á ryggin, og snar til at koma aftur á búkin, skulu serliga sprintararnir nú bara dykka inn í vendingina, og so venda ‘sum á einum borðiski’. Sum Astrið roynir at læra seg, her í videoini niðanfyri …


Continue reading Nú skulu bringu- og firvalda-sprintarar venda undir vatnskorpuni

Kinovea er eitt ókey ókeypis forrit til videoanalysu

Forritið Kinovea er sum tey siga á heimasíðuni www.kinovea.org, “free and open source video analysis software for coaches, athletes and medical professionals”. Funkurnar eru sovorðið sum at kunna samanbera videoir, gera viðmerkingar og tekna á videoina, taka tíð, máta vinklar, forstørra og fylgja eini rørslu. Eg havi roynt tað eitt sindur, og eri imponeraður av hvussu væl tað riggar.

Her niðanfyri er tað Astrið sum rakar vatnskorpuna eftir trackstart …

kinovea_astrid
Continue reading Kinovea er eitt ókey ókeypis forrit til videoanalysu

Elspa á venjingarlegu í Suðurafrika

Danska landsliðið er bara heilt hampuliga aktivt fyri tíðina. Um nýggjárið vóru tey í Andorra á hæddarlegu, og nú eru tey so í Suðurafrika og venja uttandura. Spanski Aschwin Wildeboer er farin saman við teimum til Suðurafrika, sum SwimNews í dag skrivar fekk 450.000 kr skattafrítt yvir tvey ár, fyri at hava kvalifiserað seg til OL finalu í Beijing. Til samanberingar fáa donsku OL svimjararnir millum 1000 og 4500 krónur um mánaðin sum ískoyti til SU ella hvat tey nú hava at liva av.

“The Halo”, enn onkur dimsur úr USA

Ja eg veit tað væl – amerikanarar og teirra kommersialisma. Men hetta sær ikki heilt skítibýtt út, til at læra høgan alboga og ‘power stroke’. Og man kann jú bara skera okkurt sovorðið burtur úr einum papp-petti, til at vita um tað virkar.

Her trena tey høgan alboga …


Continue reading “The Halo”, enn onkur dimsur úr USA

HS sjósett stórsligna motiónsverkætlan

Sum tit kanska hoyrdu í Kringvarpinum í morgun, ella hava lisið her á hs.fo, so bjóðar Havnar Svimjifelag nú øllum motiónssvimjarum skipaða venjing 2-3 ferðir um vikuna, umframt regluliga heilsukanning, sum partur av eini verkætlan til at fáa staðfest m.a. “hvussu nógv skal til fyri at tað ger mun”.
Continue reading HS sjósett stórsligna motiónsverkætlan

Pál til Estlands at testast av Rein Haljand

Sum tit kanska hoyrdu í Kringvarpinum í kvøld, so fer Pál Joensen til Tallinn í Estlandi í næstu viku, at verða testaður av tiltikna svimjiserfrøðinginum Rein Haljand. Hetta er ein royndarverkætlan hjá Svimjisambandi Føroya, at fáa í lag eina skipan har Haljand regluliga testar okkara allarbestu úrvalssvimjarar, í Estlandi og/ella í Føroyum.


Continue reading Pál til Estlands at testast av Rein Haljand

Um Jón gongur tað sum Pál svimur …

Eg havi eitt snilt ur sum sigur mær m.a., at eg vid at renna havi brent yvir 298.000 kaloriur (kcal) síðani eg keypti tað í juni 2007. Og tað fær meg so at hugsa: Hvat nú um Jón Bjarnason gongur teir 100 kilometrarnar um vikuna, sum Pál svimur? Altso aftur og fram eftir kantinum, so hvørt sum Pál etur banar.
Continue reading Um Jón gongur tað sum Pál svimur …