Eitt stórt ferðalið fór í morgun til Calella eitt sindur norðanfyri Barcelona, umfatandi einar 40-50 svimjarar sum fara á venjingarlegu hjá Suðuroyar Svimjifelag har suðuri í Spania, og familja, venjarar og leiðarar runt hesi. Tilsamans eini 80 fólk, ið sostatt fáa sparkað svimjiárið 2015-16 væl i gongd.
Category: venjing
Meksikanskur doktari skal venja Ægir
Ægir hevur gjørt avtalu við Dr. Juan Jaime Arroyo Toledo, doktari í ítrótti við sergrein í svimjing, at verða høvuðsvenjari hjá svimjifelagnum í Klaksvík. Hann byrjar nú miðskeiðis í juli mánaða, til at hjálpa Alva Hjelm við síðstu fyrireikingunum upp undir HM í Kazan, og kemur so annars at yvirtaka venjingina fyri Petur Heðin á Fløtti, sum fór frá sum høvuðsvenjari nú aftaná Oyggjaleikir á Jersey.
(Dan Hjelm, Dr. Juan Jaime Arroyo Toledo og John D. Olsen á FM 2015)
Continue reading Meksikanskur doktari skal venja Ægir
Jeanette Ottesen og Marco Loughran álopin av illum bilførara í Keypmannahavn
TV2 Sporten skrivar her um hvussu Jeanette Ottesen er í sjokk aftaná at hon og sjeikurin vóru álopin í bili sínum í Keypmannahavn, eftir øllum at døma tí at hon koyrdi ov spakuligt.
Continue reading Jeanette Ottesen og Marco Loughran álopin av illum bilførara í Keypmannahavn
Kazan ger klárt til HM í svimjing
Hatta sær øgiligt út
Tórshavnar Kommuna sett nýggja nevnd at fyrireika svimjihyl
Lesið her á torshavn.fo:
Til tess skjótt at fáa gongd á at betra umstøðurnar til almenna svimjing og kappingarsvimjing í høvuðsstaðarøkinum, varð bygginevndin til 50 m svimjihyl tikin av á býráðsfundi í gjárkvøldið, og í staðin varð serstøk nevnd við tilvísing til fíggjarnevndina sett at gera allar neyðugar fyrireikingar til bygging av svimjihøll, herundir at:
- Gera neyva tørvslýsing av nýggjari svimjihøll til almenna svimjing og kappingarsvimjing, herundir lýsing av, hvussu verandi svimjihallir í høvuðsstaðarøkinum kunnu nýtast til at nøkta partar av nýtslutørvinum
- Gera uppskot til staðseting av nýggjari høll
- Gera byggiskrá til verkætlan, herundir hølistørv, teknisk krøv og orkukrøv
- Gera kostnaðarmeting og tíðarætlan fyri bygging
- Gera rakstrarætlan, t.e. roknað meting um árligar rakstrarkostnaðir
- Gera uppskot til fígging, herundir møguleikar at fáa til vega fígging frá uttanhýsis pørtum
Continue reading Tórshavnar Kommuna sett nýggja nevnd at fyrireika svimjihyl
Minningarorð um Birgit Hestoy
Leygardagin 18. apríl andaðist Birgit Hestoy, undangongukvinna í føroyskari svimjing, 88 ára gomul.
Birgit varð fødd í 1926. Hon var dóttir Richard B. Thomsen á Tvøroyri. Hon gjørdist svimjilærari í skúlanum og kvøldskúlanum á Tvøroyri, og lærdi hundraðtals børn og vaksin at svimja.
Hon var í 1964 ein av stovnarunum av Tvøroyrar Svimjifelag, sum hóast tann bara 12.5 metur langa svimjihylin á Tvøroyri gjørdist eitt av sterkastu feløgum í Føroyum, fram til tað í 2007 legði saman við Vágs Svimjifelag í enn sterkari Suðuroyar Svimjifelag.
(Mynd av Hvannrók, har Vagnur Michelsen skrivar um Birgit Hestoy)
Continue reading Minningarorð um Birgit Hestoy
Runavíkingar ætla svimjihyl um 5 ár
Lesið her á in.fo
Um fimm ár verður ein svimjihylur klárur at taka í nýtslu við Løkin í Runavík.
Tað var ein boðskapur á borgarafundi í Runavík týskvøldið.
Á borgarafundinum varð upplýst, at á eini langtíðar byggiætlan hevur býráðið sett 50 milliónir krónur av til svimjihøll við Løkin.
Eftir ætlanini skal høllin standa liðug at taka í nýtslu í 2020.
Stór verkætlan sjósett so at fleiri danir skulu duga at svimja
Danska svimjisambandið kunngjørdi í dag úrslitini av eini kanning sum staðfestir, at triði hvør vaksni dani og annaðhvørt barn í aldrinum 7-14 ár ikki metir seg kunna svimja 200 metrar, ið er norðurlendska definitiónin uppá at duga at svimja.
Continue reading Stór verkætlan sjósett so at fleiri danir skulu duga at svimja
Ítróttafólk klára seg best í skúlanum
Sí TV2
Sjálvboðin bygt svimjihyl í Melbu fyri knappar 25 milliónir NOK
Norðmenn kunnu nú fegnast um ein nýggjan 25 metra svimjihyl í Melbu, sum sjálvboðin hava brúkt meira enn 15.000 óløntar tímar uppá at endurreisa.
Continue reading Sjálvboðin bygt svimjihyl í Melbu fyri knappar 25 milliónir NOK