Brot úr avstralsku venjararáðstevnuni 2008

Bartal vísti mær í dag á eina áhugaverda svimjiheimasíðu kallað www.swimfastsecrets.com, har man sær ymiskar áhugaverdar videoir um svimjiteknikk og líknandi. Sum til dømis hesa, har onkur hevur klipt ‘bestu bitar’ burtur úr avstralsku venjararáðstevnuni í 2008.

Fyrsti maður, Leigh Nugent tosar um beinsparkið í frí, firvald og crawl, og eitt sindur um firvald. At serliga ‘plantar fleksibilitetur’ í fótliðinum er týðandi, sum er tað at kunna strekkja (og yvirstrekkja) vristina. Og at firvald handlar serliga um teknikk og koordinatión.
Continue reading Brot úr avstralsku venjararáðstevnuni 2008

3 góð ráð frá trimum landsliðsvenjarum

Tríggir landsliðsvenjarir úr bretska samveldinum geva 3 góð ráð í part á YouTube.

Enski kvinnulandsliðsvenjarin, Ben Titley, hevur hesi ráðini:

  • hav altíð eykalutir við (t.d. eyka svimjiklæðir, svimjibrillur ella stopp-ur)
  • minst altíð til at hava ein góðan endabrest (man kann jú vinna við 1/100 sek)
  • minst til at venja spørk undir vatni (serliga í rygg og firvald)

Kanadiski landsliðsvenjarin, Pierre La Fontaine:

Jonty Skinner um hvussu nýggju draktirnar broyta teknikkin

Suðurafrikanski Jonty Skinner setti í 1976 heimsmet í 100 frí við tíðini 49.44 sekund, 20 dagar eftir at amerikanski Jim Montgomery á OL í Montreal við 49.99 gjørdist fyrsti maður undir 50 sekund (Skinner slapp ikki at luttaka á OL, tí Suðurafrika var útilokað vegna apartheid-politikkin í landinum). Í dag er hann toppvenjari í USA, samstundis sum fraklendingar dominera 100 meturin við fleiri svimjarum sum kunnu svimja teinin á 45 sekund og undir, hóast teir sambært Skinner brúka “in some cases, inferior techniques”. Greinin hjá Skinner her á SwimInfo er tí eitt einastandandi innlit í, hvussu ein toppvenjari og fyrrverandi toppsvimjari heldur at superdraktirnar ávirka ítróttin.
Continue reading Jonty Skinner um hvussu nýggju draktirnar broyta teknikkin

Richard Quick hevur krabbamein í heilanum

Amerikanski toppvenjarin Richard Quick, sum hevur verið við amerikanska landsliðnum til OL minst 6 ferðir, og sum fleiri av okkum føroysku venjarum hoyrdu á venjararáðstevnu í Brøndby í 2007, hevur sambært Swimming World Magazine fingið staðfest krabbamein í heilanum. Tíverri av óndsinnaða slagnum, og uttan at kunna leggjast undir skurð.

FINA bjóðar til “1st World Swimming Coaches Conference”

OK, ráðstevnan er heilt yviri í Singapore, longu nú 15. – 17. januar 2009, og eg vænti tí ikki at hon verður viðkomandi fyri nakran føroying. Men skráin er øgilig, við røðarum sum FINA-forsetin Mustapha Larfaoui, Rohan Taylor venjari hjá Leisel Jones, Peter Churchill venjari hjá Li Tao, Mark Bohl venjari hjá Stephanie Rice, Brett Hawke venjari hjá Cesar Cielo, Norimasa Hirai venjari hjá Kosuke Kitajima, Mark Schubert og Alan Thompson landsliðsvenjarar hjá ávikavist USA og Avstralia, og Bill Sweetenham sum nokk eigur mestu ábyrgd fyri at bretsk svimjing hevur lyft seg upp. Formaðurin hjá FINA Medicine Committee kemur at fortelja um nýggjar dopingreglur, og annað.

Nógv reflektión í Svøríki eftir OL fiasko

Svøríki gjørdist nr 74 av 87 londum á OL í Beijing, aftanfyri lond sum Kirgizistan, Ecuador og Sudan. Tey vunnu einki gull yvirhøvur, og annað OL á rað slettis einki heiðursmerki í svimjing yvirhøvur. Jón Bjarnason viðmerkti einaferð í leypi av EM í Rijeka, at sviar meta orsøkina innan svimjing verða ov nógv ár av fokus á ‘kvalitet fram um kvantitet’. At tey hava minkað ov nógv um venjingarnøgdina, og tí í nøkur ár hava livað høgt uppá bara tey sum náddu at fáa nógva venjing áðrenn hon varð minkað. Og at tað so er uppi hjá teimum nú. Ein áhugaverdur tanki, sum verður kryddaður við enn fleiri áhugaverdum tankum, nú eg setti meg at leita eftir hvat sviar sjálvir siga.
Continue reading Nógv reflektión í Svøríki eftir OL fiasko

Svimjihylur í Álandi fær hitan úr sjónum

Vit á Jarðfeingi høvdu herfyri vitjan av nøkrum svenskum verkfrøðingum, í sambandi við at royndir verða gjørdar við berghita í Føroyum. Teir fortaldu ymiskt áhugavert, um hvussu hiti kundu fáast úr jørð, bergi, luft og vatni, og í hesum sambandi um hvussu nakrar svimjihallir í Svøríki brúktu ‘sjóhita’ til at hita vatnið við. Ein bílig og grøn loysn, sum átti at verið vælegnað eisini hjá okkum í Føroyum.

RS5
Continue reading Svimjihylur í Álandi fær hitan úr sjónum