Kanska var ein ‘musikkskúlaskipan’ eitt hugskot?

Havi skrivað eina ordans svadu her á flot.info, um Musikkskúlan, og um hvussu vit møguliga høvdu kunnað brúkt nakað líknandi í svimjing (/ítrótti). Eg havi tvær døtur sum ganga til bæði svimjing og tónleik, og haldi tað vera imponerandi hvussu nógv genturnar læra í Musikkskúlanum, í mun til ta nøgd av undirvísing tær fáa. Persónliga haldi eg at ‘loynidómurin’ er, at lærararnir eru væl kvalifiseraðir, og fáa løn og umstøður sum vaksin fólk kunnu liva við.

Her er tað dótturin sum spælir, og gev gætur at hon bara gongur til vanliga musikk-undirvísing 1 tíma um vikuna, umframt ‘orkestur’ eisini 1 tíma um vikuna. Hon hevur her spælt klarinett í 1½ ár, meini eg.

Frálíkt evniskvøld um føroyskan úrvalsítrótt

Eg haldi at serliga vit innan svimjing kunnu fegnast um tiltakið í gjár, har tað veruliga varð varpað ljós á tørvin á einum úrvalsumhvørvi í Føroyum, og fólk sum heild vóru við uppá at fáa okkurt at henda skjótt. Politikararnir vóru nógv minni avvísandi enn eg væntaði at teir fóru at vera, og restin var jú í denn grad jalig fyri at fáa okkurt at henda, við svimjingini sum ein náttúrligur partur av útvalsumhvørvinum.
Continue reading Frálíkt evniskvøld um føroyskan úrvalsítrótt

Loynidómurin aftanfyri danska OL-succés er vísind og test

Tað sigur Lars Sørensen, elitechef hjá danska svimjisambandinum, og toppsvimjarin Jeanette Ottesen gevur honum rætt. Danir innførdu eina skipan fyri fimm árum síðani við testum og mátingum av svimjarum innan økini skaðafyribyrging, fysiologi og teknikk, har m.a. 100.000 krónur verða brúktar hvørt ár til at fáa estiska Rejn Haljand til Danmarkar at filma og eftirmeta teknikkin hjá dønum, og aðrir fysiologar regluliga máta hvussu nógva mjólkasýru svimjararnir skapa, so hvørt sum teir skipa skjótari og skjótari.

Triði parturin er ‘fysiologisk screening’, sum gongur út uppá regluliga at hyggja at hvørjum einstaka úrvalssvimjara, til at meta um ein skaði er á veg, og í so fall seta tiltøk í verk longu áðrenn skaðin uppstendur. Alt í alt er hetta ein skipan sum danir sjálvir halda hava hjálpt teimum nógv, og serliga Rejn Haljand fær rós frá Jeanette Ottesen. “Den mand er et geni”.

Lesið spn.dk

Danski landsliðsvenjarin vil hava professionellar svimjarar

Nýggi landsliðsvenjarin hjá Danmark, Paulus Wildeboer úr Hálandi, heldur at tað er neyðugt at donsku úrvalssvimjararnir verða fulltíðarsvimjarar, um teir skulu kunna fylgja við í gongdini í svimjing yvirhøvur. Og danski Team Danmark stjórin Michael Andersen gevur honum rætt, at tað er torført at fylgja við í kappingini, tá ið budgettið hjá dønum veksur við 2% um árið, meðan budgettið hjá kappingarneytunum veksur við 25% um árið. Lesið tv2.dk

Temakvøld um úrvalsítrótt í Útvarpshøllini mánakvøldið

Sum tit kunnu lesa her á isf.fo, so skipar Ítróttarsamband Føroya fyri temakvøldi um úrvalsítrótt, nú mánakvøldið 3. november kl 20:00 í Útvarpshøllini. Magni Mohr, Katrin Olsen og Jón Bjarnason fara at hava hvør sína framløgu, og síðani fara fólk innan ítrótt, politikk og vinnulív at kjakast um úrvalsítrótt í Føroyum, saman við fundarfólkinum annars. Tiltakið er alment, og ÍSF vónar sjálvsagt at síggja nógv fólk við áhuga fyri ítrótti í Útvarpshøllini.

Amerikanskur høvuðsvenjari dømdur fyri barnaporno

Fyrrverandi høvuðsvenjarin hjá Central Indiana Aquatics og Kokomo High School Swimming and Diving, Brian Hindson, viðgekk at hava goymt videokamera í skiftirúminum hjá gentunum yvir eitt tíðarskeið á 10 ár, at hava tikið genturnar upp á band meðan tær skiftu, og at hava býtt út hesar videoir. Hann varð uppdagaður tá ið hann seldi fartelduna hjá sær á eBay, har keyparin fann filmbrot á harðdiskinum, og er nú dømdur 33 ár í fongsul. Sí wthr.com við mynd av brotsmanninum.

Svar frá SVØM uppá astma-søguna

Sum nevnt fríggjadagin, so bendir ein nýggj kanning á Bispebjerg Hospital á, at 2 út av 3 elitusvimjarum fáa astma av at íðka sín ítrótt. Danska svimjisambandið ger á heimasíðu sínari viðmerkingar til søguna, sum eg tíverri ikki fái leinkjað beinleiðis til; men sum í stuttum vísa á at talan um ein heilt serliga hóp av svimjarum, heldur enn um ein generellan trupulleika.
Continue reading Svar frá SVØM uppá astma-søguna

Fyrrverandi venjarin hjá Ian Thorpe fer nú at venja bretar

Doug Frost vandi Ian Thorpe frá tí at Thorpe var átta ára gamalur, til hann í 2002 hevði sett 17 heimsmet, vunnið trý OL gull í Sydney 2000, og mangt mangt annað. Nú fer Frost til Bretlands at verða venjari í einum av teimum 5 elitusentrunum sum tey seta upp har, kallað “British Swimming Intensive Training Centre (ITC)”. Les SwimNews.dk