Skegt skeið í vikuskiftinum

Í vikuskiftinum vóru millum annað nøkur úr svimjingini á skeið hjá ÍSF, um venjing av børnum og ungum. Hetta var eitt ógvuliga gevandi skeið, har vit komu runt um hetta at venja yngru aldursbólkarnar, og fingu góð hugskot til dagligu venjingina. Sum tit kunnu lesa her á isf.fo, so var skeiðið eisini serliga gott tí at fólk vóru (ella vórðu) so ‘við uppá tað’.

Her eru nakrar myndir úr myndasavninum hjá ÍSF…


Continue reading Skegt skeið í vikuskiftinum

Dirk Lange gevst sum suðurafrikanskur landsliðsvenjari

Har hevur sum kunnugt verið ballada millum venjarar og svimjarar í suðurafrikanska svimjisambandinum, og nú hava tey so avtalað ikki at fara undir nýggjar sáttmálasamráðingar. Men tíðindaskrivið her frá suðurafrikanska svimjisambandinum, nevnir tó bara alt tað góða sum er hent í tíðarskeiðinum hjá Lange, umframt líka at Lange fer at samstarva við advokatarnar sum nú kanna málið.

Fá bókina “Aldersrelateret træning i svømning” fyri einki á svoem.dk

Team Danmark hevur sum kunnugt arbeitt nú í nøkur ár við eini verkætlan kallað “Aldersrelateret Træningskoncept” (stytt ATK), at fáa skrivað niður alt tað sum vit vita er gott hjá børnum og ungum at venja, frá yngstu aldursbólkar og fram til elitustøði. Ein grundbók finst um ítróttarvenjing yvirhøvur, og nú er ‘supplementið’ um svimjing so klárt, at keypa frá Dansk Svømmeunion ella taka niður fyri einki sum PDF-skjal. Og lat meg heldur avdúka beinanvegin, at her er talan um eitt veruligt “verk” á 51 A4-síður, sum viðger bæði hvussu svimjivenjingin eigur at vera hjá ymisku bólkunum, og hvussu vit annars kunnu hjálpa teimum við landvenjing, mentalvenjing, skaðafyribyrging, mati og øðrum.


Continue reading Fá bókina “Aldersrelateret træning i svømning” fyri einki á svoem.dk

Hmm, hví eru svenskir seniorar altíð so góðir?

Kann tað hugsast, at tað er tí at tey eru so røsk at fara uttanlanda at venja? Sambært yvirlitinum her (niðarliga) á simma.nu, so eru tað einir 43 sviar sum í løtuni venja á amerikanskum ‘college’, og síðan er eisini røsk at koma við áhugaverdum leinki til sviar sum fyrr lósu í USA, og til heimasíður sum berecruited.com, har tú kanst skráseta teg og møguliga ‘rekrutterast’ til at sleppa á amerikanskan lærdan háskúla.

Minnist til at melda til skeiðið hjá ÍSF

Sum kunnugt skipar Ítróttarsamband Føroya fyri venjaraskeiði tann 19. til 20. september, sum lýst her á heimasíðu teirra, og her á hesari heimasíðu. Talan er um fyrsta grundskeið í venjingarútbúgvingini hjá Dansk Idrætsforbund, “Træner 1“, sum er krav til at kunna fara á víðkaðu skeið teirra. Og um eg skilji tað rætt, so eru tær 250 krónurnar fyri luttøku, mat og (um neyðugt) innivist, eitt ‘kupp’ í mun til tær 1800 sum danir taka fyri luttøku og mat. Sí eisini faldaran hjá DIF.
Continue reading Minnist til at melda til skeiðið hjá ÍSF

ÍSF spyr: “Ert tú dopaður?”

Ítróttarsamband Føroya minnir her á, at føroysk ítróttarfólk kunnu koma út fyri at skula dopingtestast í frítíðini, undir venjing og í kappingum, og at eisini vit tí mugu ansa eftir altíð at hava neyðuga TUE-loyvi, um vit taka heilivág fyri astma, allergi, sukursjúku, hjartatrupuleikar ella annað. Neyðugu umsóknarbløðini kunnu fáast hjá ÍSF, og har ber eisini til at spyrja, á tlf. 312606 ella 282331, um tit ivast í nøkrum.

Kevin Swander um perfekta startin

Áhugaverdur lesnaður her í SwimInfo, um hvussu amerikanarar yvirhøvur eru betri ‘av blokkinum’, og um hvussu tey so gera. Kevin Swander gevur enntá sítt boð um ‘perfekta (track) startin’, sum eg her niðanfyri royni at umseta:

  • Hendur: Svimjarin skal kreppa um tað fremsta av skammilinum, men IKKI við tummilinum upp á skammilin. Heldur skal tummilin venda sum hinir fingrarnir, so at flatan verður so stór sum gjørligt, sum trýstir (aftur) á skammilin eftir at startskotið ljóðar.
  • Armar: Armarnir skulu vera fullkomiliga strektir og spenntir, klárir at reagera so skjótt sum startskotið ljóðar. Best er um albogarnir venda aftureftir, og svimjarin skal toga í skammlin við hesum strektu ørmum.
  • Bein: Her er størsti munur millum svimjarar, og leiðireglan er tí at standa fyrst og fremst komfortabult. Besti mátir at finna røttu støðu, er við á sløttum gólvi at taka tvey stev og so hoppa so høgt sum gjørligt. Tann máti sum føturnar tá eru plaseraðar áðrenn hoppið, er ‘perfekta’ støðan á skamlinum. Vektin skal fordeilast javnt millum beinini, og man skal vera í balansu, tá ið man stendur klárur á skamlinum.
  • Vinkul í hylin: Vís við at kasta eitt kustaskaft í hylin (:-), hvussu vinkulin hevur týdning fyri hvussu restin verður. Um kustaskafti rakar við rætta vinkul, so økist ferðin tá ið kustaskaftið kemur upp aftur. Hetta hendir best hjá svimjarum, um svimjarin rakar vatnið við einum lítlum knekki í mjødnini (“piked position”), heldur enn fullkomið strektum kroppi.

Continue reading Kevin Swander um perfekta startin

Tað gongur framá hjá krabbameinsrakta Eric Shanteau

Hann valdi sum kunnugt at útseta viðgerðina vegna OL í Beijing, men er nú skurðviðgjørdur fyri krabbamein í eistri. Eftir tað skuldi hann halda pausu í 4 vikur ella so, men ætlar so at taka venjingina upp aftur umleið 15. september, fram í móti HM í Rom, komandi summar. Lesið espn.go.com

“Vilt tú vera við til at finna tann næsta Pál Joensen?”

Hetta er yvirskriftin í stórum átaki hjá Havnar Svimjifelag, at fáa til vega venjarar til nýggja og spennandi svimjiskúlan, sum tey eru í ferð við at byggja upp. Tey adoptera ta skipan við skeiðum og svimjiskúla sum Svimjisamband Føroya og Landsmiðstøðin við Svimjiskúla Føroya hava sett í verk, og víðka so við at bjóða sínum nýggju venjarum ein pakka her og nú, har tey fáa útbúgving og royndir og lønt arbeiði, alt í einum. Continue reading “Vilt tú vera við til at finna tann næsta Pál Joensen?”