ÍSF skipar fyri venjaraskeiði tann 19. og 20. september 2008

ÍSF skipar fyri skeiði fyri venjarum hjá børnum og ungum, í ÍSF húsinum fríggjakvøldið 19/9 frá kl. 18.00 til 21.00 og í ÍSF húsinum og partvíst í Badmintonhøllini leygardagin 20/9 frá kl. 9.00 til 17.00. Evnini verða ítróttarpædagogikkur, ítróttarumhvørvi, menning hjá børnum, venjing, trygd og ábyrgd, etikkur og moralur. Palli biður heilsa, at SSF hevur fingið tilskilað eina kvotu uppá 8 fólk, og at vit innan svimjing tískil skulu melda til gjøgnum Svimjisambandið. Sí annars viðfestu innbjóðing. Continue reading ÍSF skipar fyri venjaraskeiði tann 19. og 20. september 2008

Hvat etur Michael Phelps?

BBC skrivar, hvussu nógv Michael Phelps etur, tá hann venur.

Morgunmatur: tríggjar tvíflísar við egg, ost, tomat, salat, stoktan leyk og majones. Haraftrat tríggjar pannukøkur við sjokoláta, eina eggjakøku við 5 eggum, trý toastbreyð við sukri, eina skál við mais greyt og tveir koppar av kaffi.

Døgurði: hálvt kilo av pasta, tvær stórar ost og skinku tvíflísar við majones og orkudrykkir afturvið.

Nátturði: hálvt kilo av pasta við carbonara sós, eina stóra pitsa og orkudrykkir afturvið.

Tað gevur umleið 10.000 kaloriur ella tað sama sum 5 manns hava tørv fyri. Men tá venur Phelps eisini 5 tímar og brennur umleið 1.000 kaloriur hvønn tíma undir venjing. Phelps brennur fleiri kaloriur bara við at sita, enn tá vanlig fólk ganga. Í fylgi MESS etur Pál 12.000 kaloriur.

Jóannes Jacobsen: Fótbóltspælarir burdu lært av svimjarum

Útvarpið sendi í gjár frá ÍF-HB dystinum. Í pausuni tosaðu teir um komandi landsdystin millum Portugal og Føroyar. Jóannes Jacobsen segði, at aðrastaðnis er tað ein sjálvfylgja at venja og eta rætt, og at proffarnir hava tvey treningspass um dagin og nógva hvílu ímillum. Jóannes helt ikki, at man kundi krevja hetta av timburmonnum (les. landsliðsspælarar). Men hann segði eisini, at føroyskir fótbóltspælarir kundu lært nógv av svimjingini og aðrar einstaklingagreinir, har fólk – uttan samsýning – venja 30 tímar um vikuna, meðan dýrt betaltir fótbóltspælarir bara venja 5-6 tímar um vikuna “…og føra seg fram sum stjørnir”.

Bretar ætla av heilsuávum at lata alla almenna svimjing vera ókeypis

Olympiski ráðharrin Tessa Jowell hevur boðað frá at bretska stjórnin ætlar at lata alla almenna svimjing vera ókeypis frá ár 2012 at rokna, og longu frá komandi ári fyri fólk yvir 60 ár. Orsøkin er at tey vilja spara pengar í heilsurøktini, við at fáa fleiri at svimja. Í Wales er svimjing longu ókeypis fyri ung og eldri yvir 60 ár. Lesið her á Telegraph.co.uk Continue reading Bretar ætla av heilsuávum at lata alla almenna svimjing vera ókeypis

10 milliónir fyri ein danskan venjara

Nei talan er tíverri ikki um ein svimjivenjara, men um Kent Nielsen høvuðsvenjara hjá fótbóltsfelagnum AC Horsens. Tað kostar 10 milliónir krónur at keypa hendan venjaran leysan frá Horsens, um tað skal henda áðrenn sáttmálin gongur út um tvey ár. Tí sum tey siga: “Hvis man som Kent har så godt fat i sin spillertrup, er træneren vigtigere end den enkelte spiller”. Kelda: eb.dk Continue reading 10 milliónir fyri ein danskan venjara

Á nei, Nystrand sigur langt tá ið tú ert ungur og so ‘hygg’ tá ið tú ert vaksin

Stefan Nystrand skrivar her í bloggu síni um hetta at venja nógv ella minni:

Jag simmar 25000 i veckan för att det är bäst för mig personligen. Det innebär inte att det funkar för alla. Vi har provat under åren med längre och kortare och det funkar inte för mig helt enkelt. Jag har simmat min beskärda del av 50-75000 veckor, för inte mindre än 4 år sen till och med när jag var i landslaget. Jag är onekligen mycket bättre nu än vad jag var då.

När jag var yngre så simmade jag jättemycket meter och massa landträning. Ingen sprint eller styrketräning fram till dess jag var 18 år. Det har nog hjälpt mig och jag tror inte jag skulle vara så bra om jag körde som jag kör nu när jag var 13 år!

Continue reading Á nei, Nystrand sigur langt tá ið tú ert ungur og so ‘hygg’ tá ið tú ert vaksin