Magnus gevst í Sigma

Sigma skrivar soleiðis um Magnus Jákupsson:

Magnus Jákupsson forlader Sigma

Magnus Jákupsson forlader desværre Sigma efter længere tids overvejelser. Magnus Jákupsson er tidligere NTC-svømmer, der ved sæsonstart valgte at flytte ”hjem” til Sigma og have sin daglige træning i klubben. Det har i længere tid været en rigtig fin løsning, der var særdeles gavnlig for både Magnus og senior-holdet, men det har nu vist sig, at Magnus’ ønsker til træningskoncept ikke er helt foreneligt med det koncept, der svømmes efter på senior-holdet. Det er selvfølgelig en ærgerlig situation, men det er helt afgørende – både for svømmer og for holdet generelt, at disse ting passer sammen for at en svømmerkarriere udvikles optimalt, og det er helt afgørende for Sigma, at svømmerne indretter sig på holdet og udviser respekt for træningskoncept, holdånd og ikke mindst for træneren. Magnus må derfor ud og finde et andet sted, hvor der er større overensstemmelse mellem disse ting.

Vi ønsker fra Sigmas side Magnus alt mulig held og lykke fremover.

Sí eisini SwimNews

Lívbjargingarroynd á Tvøroyri í dag

Seks lívbjargarar hava í dag fingið endurnýggjað síni lívbjargingarprógv, undir leiðslu av Reidari Simonsen í svimjihylinum á Tvøroyri. Hetta vóru fólk frá Suðuroyar Svimjifelag, barnagarðinum á Tvøroyri og starvsfólk í svimjihylinum, umframt ein áhugaður privatpersónur.

(Frá vinstu Malan Michelsen, Kathrina Einarson, Sára Elendersen (tann fremra), Svanna Nielsen, Anna K. Eysturberg og Søren Bruhn. Reidar Simonsen var dómari og eigur myndina.)

Eingin svimjing uttan lívbjargara

Kunning vegna Svimjisamband Føroya

Nú tvær vandastøður hava verið við ungum svimjarum í føroyskum svimjihallum, halda vit í Svimjisambandi Føroya tað vera hóskandi, at vit vísa á tey tilboð sum vit hava bygt upp og bjóða í sambandi við trygd í svimjihallum.

Svimjisambandið kann bjóða øllum kommunum, svimjihallum og skúlum hesi tilboð:

  • tilbúgving av svimjihallum
  • undirvísing og próvtøka av lívbjargarum
  • undirvísing og próvtøka av lívbjargingardómarum
  • undirvísing í lívbjargandi fyrstuhjálp og nýtslu av hjartastartara

Tilboðini eru at kalla ókeypis, og einans avmarkaði av teirri tíð sum okkara dómarar og undirvísarar kunnu seta av, til at gera hetta fyri einki við síðuna av sínum dagliga yrki.

Út yvir hetta er SSF er av teirri áskoðan, at fyrsta og mest týðandi stig til at minka um vandan fyri druknivanlukkur, er at øll kunnu svimja. Við støði í norðurlendsku allýsingini, ið sigur at svimjari er tann ið kann svimja 200 metrar uttan at steðga.

Lívbjargarar í Gundadali

(Lívbjargarar í Gundadali. Jórun Eið Johannesen eigur myndina)
Continue reading Eingin svimjing uttan lívbjargara

Roald Van der Vliet um hvussu niðurlendingar filma seg til succés

Niðurlendski Roald Van der Vliet greiðir her frá hvussu tey á nationala svimjideplinum InnoSportlab De Tongelreep bygdu upp sína skipan til videogreining av svimjiteknikki. Ein ógvuliga áhugaverd framløga á FINA Swimming Coaches Golden Clinic beint undan HM í Doha í vetur, um hvussu tey bara byrjaðu at filma við éinum kamera, sum tó gav teimum nógv nógva vitan til at gerast betri.

Tey hava éina styrki sum vit ikki hava – nevniliga ítróttarlesandi sum kunnu/skulu hjálpa til, fyri lítið og einki. Men annars er nógv av hesum gjørligt at gera í Føroyum.

100 dagar

Kunning vegna Svimjisamband Føroya

Í dag eru 100 dagar síðani síðsta aðalfund hjá Svimjisambandi Føroya, og sostatt eisini 100 dagar síðani nýggja starvsnevndin tók yvir við mær sum formanni. Ein spennandi tíð, um enn hin setningurin eisini rennur mær til hugs, at ‘tað er ikki bara at biðja lova sær’.


Continue reading 100 dagar

Reysti, Ægir og SuSvim á venjingarlegu í Íslandi

Ein hópur av føroyskum svimjarum og leiðarum fór í dag til Íslands, at venja á langgeil og síðani kappast á Reykjavík International Games 2015. Tey eru 14 føroyskir svimjarar úr svimjifelagnum Reysti í Eysturkommunu, Ægir í Klaksvík og Suðuroyar Svimjifelag, umframt 2 venjarar og 3 leiðarar/kokkar.

(Eyðbjørn og onkur úr Ægir í uttandurahylinum í Reykjavík. Morensa Thomsen eigur myndina)
Continue reading Reysti, Ægir og SuSvim á venjingarlegu í Íslandi

Ljósdiodur og rokniforrit hjálpa úrvalssvimjarum til betri úrslit

Granskarar á Aarhus Universitet hava mennt eina loysn til at máta ferðina hjá svimjarum, har teir við videoupptøku og forritinum Matlab nágreinliga kunnu fylgja einari ljóskeldu sum svimjarin hevur undir hettuna. Hetta er ein skipan sum minnir nógv um loysnina sum hálendingar brúka í úrvalsdeplinum Innosportlab de Tongelreep, har ljóskeldan tó situr við mjødnina heldur enn undir hettuni.


Continue reading Ljósdiodur og rokniforrit hjálpa úrvalssvimjarum til betri úrslit

Pál, Frans og Magnus úttiknir til Great Danes liðið 2014-2015

Danska Svimjisambandið kunngjørdi í dag Great Danes liðið fyri svimjiárið 2014 og 2015, sum er teirra roynd at styrkja um harrasíðuna av danskari svimjing. Millum teir 11 útnevndu eru 3 føroyingar: Frans Johannesen, Magnus Jákupsson og Pál Joensen.

(Magnus, Frans og Pál á Danish Open 2012. René Thomsen eigur myndina)
Continue reading Pál, Frans og Magnus úttiknir til Great Danes liðið 2014-2015

Cecilie Johannesen vísir fram SwimTag í AdO Arena

‘Fagre nye verden’ – Norski landsliðssvimjarin Cecilie Johannesen vísir her fram sítt SwimTag armband, sum ger tað lættari hjá svimjarum í nýggja AdO Arena í Bergen at føra dagbók. Akkurát hendan loysnin krevur at høllin hevur serliga útgerð, men tað finnast eisini ur í dag sum rættiliga beinrakið kunnu telja metrar í ymisku svimjigreinunum og líknandi.