Gamlir svimjarar detta minni

Ein avstralsk kanning bendir á, at eldri menn detta ikki líka lætt, um teir svimja.

Granskarar á University of Western Sydney fylgdu við 1667 avstralskum monnum við meðalaldri á 76.8 ár, sum hvør sær íðkaðu golf, fimleik (‘calisthenics’), bowls, á aerobic maskinum ella svumu, til at samanbera hvussu ofta tey duttu yvir eitt 2 ára skeið.
Continue reading Gamlir svimjarar detta minni

Svimjing byggir ikki vøddar ?

Ein áhugaverdur pástandur í morgunsendingini “Góðan Morgun Føroyar” hjá Kringvarpi Føroya í dag, har ein fitness-serfrøðingur sigur “Bara at renna ella bara at svimja ella bara at súkkla, tað tekur ikki allan kroppin. Altso svimjing tekur sjálvandi allan kroppin, men tað byggir ikki vøddar. Tað er ikki uttan at tú royndi at svimja niðan gjøgnum eina á, ikki sannheit. Men tað heldur tær, altso, lunguni hjá tær eru góð, men tað veksur ikki um vøddarnar. Tað vil siga vøddamassin, sum árini ganga, minkar og minkar og minkar.”

Lurta frá umleið 1:55

(Frederick Bousquet man hava svomið Seine ánna á tamb. Niðaneftir!)

So hevur Runavík fingið sín fyrsta lívbjargara

Svimjifelagið Reysti hevur fingið dagført síni lívbjargingarprógv, harav ein av nýggju lívbjargarunum ikki hevur nakað beinleiðis við felagið at gera, út yvir at hann er runavíkingur giftur við venjara hjá Reysta.

So nú kann man siga, at Runavík hevur fingið sín fyrsta lívbjargara, altso soleiðis uttan at tað hevur nakað við FLOT ella annað felag at gera. Nú manglar bara svimjihylurin! 😉


Continue reading So hevur Runavík fingið sín fyrsta lívbjargara

Henrik Christiansen um lívið sum úrvalssvimjari

17-ára gamli Henrik Christiansen venur vanliga 30 tímar um vikuna, flestu vikur í árinum so at samlaða venjingarnøgdin er upp ímóti 1500 tímum um árið. Hann ferðast einar 50 dagar um árið, men vann so eisini hinvegin 6 norsk meistaraheiti og eina silvur í 2014, 3 heiðursmerki á EJM og tvær bronsur á ungdóms-OL í Kina. Journalen TV hevur gjørt hesa vangamynd av besta langteinaranum hjá Noregi.

Shannon Rollason gevst sum høvuðsvenjari á NTC

Danska svimjisambandið hevur í dag kunngjørt at Shannon Rollason hevur sagt upp sítt starv sum høvuðsvenjari á ‘det Nationale TræningsCenter’, at fara aftaná HM á stuttgeil í Doha í desember. Orsøkin er familjan hjá honum ikki hevur trivist so væl í Danmark, og venjarin hjá Páli fer tí nú í vetur aftur til Avstralia.


Continue reading Shannon Rollason gevst sum høvuðsvenjari á NTC

The Reality of How Outsiders View Swimming (And 15 Simple Fixes)

Ein áhugaverd framløga her hjá marknaðarstjóranum hjá USA Swimming, um hvussu fólk uttanfyri svimjing uppfata svimjing, og um tær avbjóðingar sum tí eru at fáa tey at senda børn síni til svimjing. ‘Nearly 80% of parents don’t consider continuing in the sport of swimming for their child after swim lessons.’

Tryggingarfelagið Føroyar og EIK stuðla langhylinum

Tíðindaskriv frá Grunninum Pálshøll

Tryggingarfelagið Føroyar og Eik Banki hava gjørt stuðulsavtalu við Grunnin Pálshøll um nýggja langhylin í Vági, og verða tískil millum stóru stuðlarnar til langhylin í Vági.
Continue reading Tryggingarfelagið Føroyar og EIK stuðla langhylinum

Svimjihøllin í Gundadali fær orkusparandi skipan

Tórshavnar Kommuna skrivaði í gjár sáttmála við føroysku fyritøkuna Defined Energy fyri eina orkusparandi skipan, ið endurnýtir 70 prosent av spillhitanum frá brúsuvatninum. Svimjihøllin fer við skipanini at spara 27.000 litrar av olju árliga. Les meira á torshavn.fo.


Mynd: Defined Energy