Líggjas Joensen royndi seg í morgun í 400 metra frísvimjing á HM 2024 í Doha, og megnaði har at svimja seg til úrslitið 4:08.59. Sí úrslitalistan her
![](https://i0.wp.com/www.svimjing.com/wp-content/uploads/2024/02/HM-2024-Liggjas-i-Doha.jpg?resize=450%2C600&ssl=1)
Líggjas Joensen royndi seg í morgun í 400 metra frísvimjing á HM 2024 í Doha, og megnaði har at svimja seg til úrslitið 4:08.59. Sí úrslitalistan her
Elisabeth Erlendsdóttir megnaði í dag at svimja seg í A-finalu á Southern Zone Speedo Sectionals 2024, tá ið hon í 200 metrar ryggsvimjing svam seg til eitt 8. pláss við tíðini 2:21.60. Besta tíð hjá henni nakrantíð, er 2:17.59 frá Pro Swim Series stevnuni í Fort Lauderdale í fjør.
Í morgin byrjar HM 2024, við luttøku av Líggjasi Joensen úr Føroyum. Startlistarnir síggjast her á omegatiming.com, har úrslitini eisini verða at síggja. World Aquatics stroymar eisini frá stevnuni, men tíverri sær tað út til at viðkomandi tænasta ikki er tøk at síggja úr Føroyum enn. Danir vísa her á eurovisionsport.com
Elisabeth Erlendsdóttir megnaði í morgun at svimja seg víðari til B-finalu á Southern Zone Speedo Sectionals 2024, við tíðini 1:06.65. Besta tíð hjá henni nakrantíð, er 1:04.62 frá Pro Swim Series í Fort Lauderdale í fjør. Sí Accurate Swim Timing
Elisabeth Erlendsdóttir luttekur í hesum døgum á stevnuni Southern Zone Speedo Sectionals 2024, sum Florida Swimming skipar fyri í Orlando, Florida. Startlistin sæst her, úrslit o.t. sæst her, og stroyming (afturfyri gjaldi) er her
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Svimjifelagið FLOT skipaði fyri í Svimjihøllini í Leirvík, nú leygardagin hin 3. februar 2024. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.
Her eru startlistarnir til svimjistevnuna sum FLOT skipar fyri í svimjihøllini í Leirvík nú leygardagin hin 3. februar 2024, umframt tíðarætlan
Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til komandi Danish Open, sum verður í Brønshøj í Danmark frá 11. til 14. apríl 2024. Fyrivarni verður tikið fyri feilum og møguligum broytingum.
Hin 11. februar byrjar svimjistevnan á HeimsMeistarastevnuni 2024, við luttøku av eisini einum føroyskum svimjari. Luttakaralistarnir síggjast her, har vit síggja at Líggjas Joensen úr Ægir er rætt skrásettur til at skula luttaka í 400 og 800 frí
Farna vikuskifti var val í evropeiska svimjisambandinum, í Athen í Grikkalandi. Øll hin ovasta nevndin stóð fyri vali, sum siður er í hesum felagsskapi, og vórðu so gott sum øll tá einmælt afturvald.