Hetta vikuskiftið luttóku 38 føroyskir svimjarar á svimjikappingini, sum er partur av RIG (Reykjavík International Games).
![](https://i0.wp.com/www.svimjing.com/wp-content/uploads/2024/01/417936302_631318465745363_5601256427669961816_n_Nik_DxO.jpg?resize=600%2C450&ssl=1)
Hetta vikuskiftið luttóku 38 føroyskir svimjarar á svimjikappingini, sum er partur av RIG (Reykjavík International Games).
Íslendingar skipa nú í vikuskiftinum fyri svimjistevnuna á Reykjavík International 2024, við luttøku av eisini eini rúgvu av føroyskum svimjarum. Fyrst úrslit eru komin inn, og sær tað út til at vit longu hava vunnið okkurt heiðursmerki, umframt at svimjarar hjá okkum hava svomið seg víðari til finalu
Sí startlistar og úrslitalister her á swimrankings.net
Her er innbjóðing til svimjistevnuna “Ægir Open” sum Ægir skipar fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, leygardagin 17. og sunnudagin 18. februar 2024.
Góðu tit øll,
Her er ætlanin fyri landslið SSF í 2024, sum samtykt av landsliðstoyminum í 2023, og síðani løgd fram og tillagað á forfólkafundi hin 7. januar 2024
Tvær viðmerkingar:
Vinarliga
Rókur
Góðu tit øll,
Landsliðstoymið ynskir at bjóða fylgjandi svimjarum til talentlandsliðslegu í Fuglafirði hin 9. og 10. februar 2024, tá við yvirnátting í Fuglafirði.
Íslendska svimjisambandið skipar nú næsta vikuskifti fyri svimjistevnu á Reykjavík International 2024, við luttøku av eisini føroyskum svimjarum. Luttakaralistarnir síggjast her, ið benda á at føroyingar fara at kunna gera vart við seg har.
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni SuSvim Open sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági, leygardagin 13. og sunnudagin 14. januar 2024. Har var tíverri ein tekniskur trupulleiki við teldu sum gekk fyri, og er úrslitafílan tí ein útskrift av úrslitalistunum á LiveTiming.
Góðu tit øll,
Tykkum kunnugt, fór Íðkaranevndin í SSF undir við at fyriskipa val í oktober 2023.
Pál og Signhild hava mannað nevndina seinastu tíðina – har høvuðsuppgávan hjá teimum var at gera eina reglugerð, umframt at fyriskipa fyrsta valið.
Suðuroyar Svimjifelag skipar nú í vikuskiftinum fyri svimjistevnuni SuSvim Open, í Páls Høll í Vági hin 13. og 14. januar 2024. Startlistin sæst her á livetiming.se
Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Svimjifelagið FLOT skipar fyri í svimjihøllini á Toftum, leygardagin hin 3. februar 2024.