Úrslit frá ABMS Sprint 2023

Her eru úrslitini frá AldursBólkaMeistaraStevnuni í Sprint 2023, sum Svimjisamband Føroya og Ægir skipaðu fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, leygardagin hin 18. november 2023.

Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se, her á Swimify, her á Tempus og her á SwimRankings

Continue reading Úrslit frá ABMS Sprint 2023

Startlisti til ABMS Sprint 2023

Her eru luttakaralistarnir til ABMS Sprint 2023, sum Svimjisamband Føroya og Ægir skipa fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, nú leygardagin hin 18. november 2023. Listarnir síggjast eisini her á livetiming.se og her á Swimify

Tilsamans eru tey einir 186 svimjarar og 27 lið úr 6 feløgum sum fara at kappast í Klaksvík, hendan leygardagin.

Úrslit frá FM og JM á stuttgeil 2023

Her eru úrslitini frá FøroyaMeistarstevnuni og JuniorMeistarastevnuni á stuttgeil 2023, sum var í Svimjihøllini í Gundadali nú hin 10. til 12. november 2023. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.seher á tempus.fo, her á Swimify og her á SwimRankings

Continue reading Úrslit frá FM og JM á stuttgeil 2023

Beinleiðis úrslit og stroyming frá FM og JM á stuttgeil 2023

So byrjar FM og JM á stuttgeil 2023, við JuniorMeistarastevnu og innleiðandi til FøroyaMeistarastevnuna frá kl 09:30 í morgun, og síðani FM-finalum frá kl 17 í dag.

Til ber at fylgja við úrslitunum beinleiðis her á livetiming.se og her á Swimify, umframt at ætlanin er at stroyma beinleiðis frá stevnuni á YouTube-rásini hjá SSF.

Til ber sjálvsagt eisini at fara í høllina í Gundadali at hyggja. Tað kostar einki.

Continue reading Beinleiðis úrslit og stroyming frá FM og JM á stuttgeil 2023

Dagførdir startlistar til SuSvim-stevnuna 28. oktober 2023

Her eru dagførdar kappingarskráir til svimjistevnuna sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin hin 28. oktober 2023, fyri okkara yngstu aldursbólkar. Gevið gætur, at næsti stevnupartur nú byrjar kl 14 heldur enn 15