Líggjas 3:59.21, føroyskt juniormet í 400 frí og bronsu á Danish Open 2025

Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði fyri løtu síðani at svimja seg til flott føroyskt juniormet í 400 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hann í A-finaluni á Danish Open 2025 svam seg til bronsuheiðursmerki og tíðina 3:59.21. Sí úrslitalistan her á Swimify

Continue reading Líggjas 3:59.21, føroyskt juniormet í 400 frí og bronsu á Danish Open 2025

Lea 2:38.74 og nýtt føroyskt met og juniormet í 200 bringu

Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) megnaði aftur í dag at seta flott føroyskt met og juniormet á Danish Open 2025, tá ið hon í innleiðandi riðlunum í 200 metra bringusvimjing svam seg til úrslitið 2:38.74. Hon átti sjálv metini á 2:39.27, frá SuSvim Open í februar mánaða. Sí úrslitalistan her á Swimify

Lea hevur nú sett føroyskt met á øllum trimum bringuteinunum, á hesi stevnu, í 100 bringu enntá tvær ferðir. Tíðin rakk til eitt fimtapláss av 42 luttakandi, og er hon tí víðari til A-finalu seinnapartin.

Líggjas 4.00.94 og í A-finalu í 400 frí á Danish Open 2025

Líggjas Joensen (2008, Ægir) svam seg fyri løtu síðani víðari til A-finalu á Danish Open 2025, tá ið hann í innleiðandi riðlunum í 400 frí svam seg til úrslitið 4:00.94. Sí úrslitalistan her á Swimify

Continue reading Líggjas 4.00.94 og í A-finalu í 400 frí á Danish Open 2025

3. føroysk met og 1 gull, 3. dag á Danish Open 2025

Aftur í dag gekk væl hjá føroyingum á Danish Open 2025. Isak Brisenfeldt (2006, HS) setti føroyskt met í 200 firvald, Lea O. Højsted (2008, Ægir) føroyskt met og juniormet í 50 bringu, og Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) føroyskt met í 100 frí. Hartil vann Líggjas Joensen (2008, Ægir) gull í 1500 frí.

Continue reading 3. føroysk met og 1 gull, 3. dag á Danish Open 2025

Líggjas 15:52.27 og gull í 1500 frí á Danish Open 2025

Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði fyri løtu síðani at vinna gullheiðursmerki á Danish Open 2025, tá ið hann í skjótasta riðli í 1500 metra frísvimjing fyri menn svam seg til úrslitið 15:52.27. Sí úrslitalistan her á Swimify

Continue reading Líggjas 15:52.27 og gull í 1500 frí á Danish Open 2025