Vár 4:17.87 og føroyskt met í 400 frí

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 400 metra frísvimjing á stuttgeil, tá ið hon í NJM-finaluni á NM/NJM 2016 í Kolding svam teinin uppá 4:17.87. Sára Ryggshamar Nysted átti føroyska metið og juniormetið á 4:18.31, frá NM/NJM í fjør. Tíðin hjá Vár rakk til eitt 4. pláss í finaluni nú á NJM, 16 hundraðpartar aftanfyri bronsuplássið.

Signhild 2:11.53, NJM-bronsu og stórt føroyskt met í 200 rygg

Signhild Joensen úr Ægir setti fyri løtu síðani risastórt nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra ryggsvimjing á stuttgeil, tá ið hon á NM/NJM-stevnuni í Kolding vann bronsu við tíðini 2:11.53. Hon átti sjálv bæði føroyska metið og juniormetið á 2:13.76, frá HS-stevnuni í november mánaða. Til lukku, Signhild !

Føroyingar í finalur eisini 3. dag á NM/NJM 2016

Síðstu innleiðandi riðlar eru avgreiddir á NM/NJM 2016, og fingu vit hóast nakrar svipsarar eisini føroyingar víðari til finalur í dag.

Hartil hava vit stafettir í finalunum í 4×100 blandað fyri gentur, dreingir og menn.

Continue reading Føroyingar í finalur eisini 3. dag á NM/NJM 2016

Vár 1:04.19 og nr 6 í 100 firvald á NJM 2016

Tey avgreiddu fyri løtu síðani finalurnar í 100 firvald á NM/NJM 2016, har Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag megnaði at gerast nr 6 við tíðini 1:04.19, meðan Jana Bjartalíð Thomsen úr Ægir varð kolldømd fyri at ójavnt innslag í vending. Besta tíð hjá Vár er 1:03.67, frá HS-stevnuni í november.

  

Føroyingar í finalur eisini 2. dag á NM/NJM 2016

Næsta umfar er avgreitt av innleiðandi riðlum á NM/NJM 2016 í Kolding, har eisini føroyingar kvalifiseraðu seg til finalur.

Hartil hava vit eitt juniorlið av føroyskum gentum í NJM-finaluni í 4×200 frí

1 heiðursmerki og 1 met, 1. dag á NM/NJM 2016

Hóast tað týðiligvís merktiskt at føroyingarnir høvdu havt ein drúgvan túr til Danmarkar, so vóru glottar at hóma á fyrsta degi á NM/NJM 2016. Marius Gardshodn vann gull í 1500 frí, juniorgenturnar settu landsliðsmet fyri juniorar, og Signhild Joensen kom heilt nær føroyska metinum í 100 frí

  • Jana Thomsen (2000) Ægir 2:08.86 og nr 8 í NJM-finaluni í 200 frí
  • Ásbjørg Hjelm (1999) Ægir 1:14.98 og nr 7 í NM-finaluni í 100 bringu
  • Signhild Joensen (2000) Ægir 1:01.64 og nr 5 í NJM-finaluni í 100 rygg – persónligt met
  • Alvi Hjelm (1996) Ægir 2:05.30 og nr 7 í NM-finaluni í 200 blandað
  • Marius Ihlen Gardshodn (1998) 15:28.72 og gull í NM-finaluni í 1500 frí – persónligt met
  • Vár, Signhild, Jana og Barbara (2000) 3:54.96, juniormet og nr 5 í NJM-finaluni í 4×100 frí
  • Rói, Hugin, Johan og Rókur (2000)  3:50.60 og nr 7 í NJM-finaluni í 4×100 frí
  • Alvi, Róland, Markus og Marius (1996)  3:33.95 og nr 6 í NM-finaluni í 4×100 frí