Úttøka til NM og NJM 2016

Kunning vegna SSF

Starvsnevndin í Svimjisambandi Føroya hevur samtykt at taka út fylgjandi lið til Norðurlendsku Meistarastevnuna og Norðurlendsku Juniormeistarastevnuna 2016, sum verður í Kolding í Danmark frá fríggjadegi 9. til sunnudag 11. desember 2016:

NM 2016

  • Ásbjørg Hjelm (1999), Ægir
  • Alvi Hjelm (1996), Ægir
  • Marius Ihlen Gardshodn (1998), Havnar Svimjifelag
  • Markus Joensen (1996), Havnar Svimjifelag
  • Róland Toftum (1998), Suðuroyar Svimjifelag

NJM 2016

  • Alisa Vestergaard (2003), Suðuroyar Svimjifelag
  • Barbara Debes (2000), Ægir
  • Brynhild Johannesen (2002), Suðuroyar Svimjifelag
  • Eyðrið Mortensen (2003), Havnar Svimjifelag
  • Jana Bjartalíð Thomsen (2000), Ægir
  • Maria Bjarnastein Antoft (2000), Havnar Svimjifelag
  • Signhild Dánjalsdóttir Joensen (2000), Ægir
  • Sólva A. Sigurðsson (2002), Ægir
  • Súsanna Tummasardóttir (2001), Havnar Svimjifelag
  • Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (2001), Havnar Svimjifelag
  • Hugin Næs Lave (2001), Suðuroyar Svimjifelag
  • Johan Nónskarð Dam (2002), Havnar Svimjifelag
  • Rói Bech (2001), Suðuroyar Svimjifelag
  • Rókur Trygvason (2000), Ægir

Continue reading Úttøka til NM og NJM 2016

Úttøka til HM á stuttgeil 2016

Kunning vegna SSF

Starvsnevndin í Svimjisambandi Føroya hevur samtykt at taka út fylgjandi lið til heimsmeistarastevnuna á stuttgeil, sum verður í Windsor í Kanada frá týsdegi 6. til sunnudag 11. desember 2016.

  • Sára Ryggshamar Nysted (2001), Suðuroyar Svimjifelag
  • Óli Mortensen (1996), Havnar Svimjifelag
  • Pál Joensen (1990), Suðuroyar Svimjifelag

Continue reading Úttøka til HM á stuttgeil 2016

Úrslit frá HS-stevnuni 19. og 20. november 2016

Her eru úrslitalistarnir frá svimjistevnuni í Svimjihøllini í Gundadali nú 19. og 20. november 2016, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri. Her er nógv at siga frá, um met og kravtíðir og eina øgiliga rúgvu av persónligum metum … men beint nú verður øll orka brúkt uppá at finna røttu lið til HMS og NM/NJM 2016.

Tilsamans vóru tey 104 svimjarar og 24 liðsvimjingar úr 5 feløgum sum kappaðust 597 ferðir í 38 kappingum.

Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se.

Meistaraheiti og heiðursmerki til føroyingar á DM á stuttgeil aftur í dag

Aftur í dag megnaðu føroyingar at vinna sær donsk meistaraheiti og heiðursmerki, tá ið fjórði og síðsti dagur varð avgreiddur á DM á stuttgeil 2016.

screen-shot-2016-11-20-at-22-57-58

Hartil royndi Alvi Hjelm seg í finaluni í 200 blandað, har hann varð nr 7 við tíðini 2:05.22

Meistaraheiti og heiðursmerki til føroyingar á DM í dag

Aftur í dag gekk tað útmerkað fyri føroyingarnar á DM á stuttgeil 2016, tá ið triðja finaluumfar varð avgreitt í Esbjerg. Magnus Jákupsson varð danskur meistari í 100 rygg, og Óli Mortensen í 1500 frí, umframt at Magnus vann bronsu í 50 frí, og Óli og Alvi í 4×200 frí

Ægir-gentur 8:38.20 og føroyskt met í 4×200 frí

Ægir-gentur settu í dag nýtt føroyskt met og juniormet í 4×200 metra frísvimjing á stuttgeil, tá ið tær á HS-stevnuni í Svimjihøllini í Gundadali svumu teinin uppá 8:38.20. Ægir átti longu føroyska metið á 8:38.58 frá Ægir-stevnu í oktober 2014, og juniormetið á 8:47.37 frá Ægir-stevnu í november 2011.

Splitt-tíðirnar vóru

  • Signhild Joensen 2:06.67
  • Ásbjørg Hjelm 2:12.43
  • Barbara Debes 2:12.70
  • Jana B. Thomsen 2:06.40