Føroysk heiðursmerki eisini í Køge

Tað var ikki bara í Esbjerg at føroyingar vunnu heiðursmerki í dag, tí í Køge hevur Marius Steinhólm úr Reysta nú í kvøld vunnið silvur í 100 blandað og gull í 200 frí. Hetta á Køge Open 2016, í kappingini fyri teir sum eru føddir í 2005 ella seinni.

Myndin omanfyri er ikki úr Køge, men frá Reysta-stevnu í Leirvík herfyri, har Marius stendur ovast á skamlinum.

Her er ein úr Køge

  

(Malan Steinhólm eigur myndina)

Heiðursmerki til føroyingar eisini 2. dag á DM á stuttgeil 2016

Nú eru næsti finalupartur um at vera liðugur á DM á stuttgeil 2016 í Esbjerg, og sóu vit aftur føroyingar taka heiðursmerki, umframt at Magnus og teir í Farum settu danskt seniormet í 4×50 blandað. Continue reading Heiðursmerki til føroyingar eisini 2. dag á DM á stuttgeil 2016

Óli 7:57.56 og danskur meistari í 800 frí

Óli Mortensen svam seg nú seinnapartin til danskt meistaraheiti í 800 metra frísvimjing, tá ið hann í finaluni á DM á stuttgeil 2016 í Esbjerg svam teinin uppá 7:57.56. Hetta er samstundis persónligt met hjá Óla við næstan tveimum sekundum, í mun til hansara 7:59.51 frá Ægir-stevnu í februar 2015. Magnus Jákupsson vann silvur í 100 blandað, meðan Frans Johannesen varð nr 4 í 50 bringu og 100 frí.

screen-shot-2016-11-17-at-18-11-15

Continue reading Óli 7:57.56 og danskur meistari í 800 frí

Startlisti til HS-stevnuna 19. og 20. november 2016

Her eru startlistarnir til svimjistevnuna í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin 19. og sunnudagin 20. november, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri. Hendan stevna er síðsti kjansur at klára kravtíð til NM/NJM 2016 í Kolding, og til HMS 2016 í Kanada, umframt næsti kjansur av fýra til at klára kravtíð til Oyggjaleikir 2017 í Gotlandi.   Continue reading Startlisti til HS-stevnuna 19. og 20. november 2016

Gregorio Paltrinieri greiðir frá 1500 finaluni í Rio

‘Anyways, an Olympic final, Gregorio Paltrinieri, last lap, everyone is getting crazy, it’s amazing, amazing, unbelievable, look at him, look at him, oh my god, last ten meters, he is going to die in that water, look at the stroke, he’s awful, now, but I mean, he’s perfect, perfect!’ 🙂

Úrslit frá FOMM 2016

Her eru úrslitalistarnir frá Føroya Opnu Masters Meistarastevnu 2016, sum var í Klaksvíkar Svimjihøll nú leygardagin hin 12. november. Hetta var sjeyndu ferð at mastersnevndin hjá Svimjisambandi Føroya saman við Ægir og høllini í Klaksvík skipaði fyri hesum FM fyri ‘oldboys’ og ‘oldgirls’, síðani fyrsta stevna var í 2010. Continue reading Úrslit frá FOMM 2016