Ægir 4:16.07 og juniormet í 4×100 blandað fyri mix-lið

Ægir (2006) setti á Atlantic Open 2023 stevnuni í kvøld føroyskt juniormet í 4×100 blandað fyri mix-lið, við at svimja 4:16.07 har metið hjá Ægir frá FM á stuttgeil í 2022 var 4:16.83. Tey sum svumu fyri Ægir, vóru Líggjas Joensen (1:02.94 í 100 rygg), Lea O. Højsted (1:14.01 í 100 bringu), Jonna Joensen (1:05.81 í 100 firvald) og Heini M. Askham (53.31 í 100 frí). Sí úrslitalistan her

Úrslit frá Atlantic Open 2023

So eru síðstu kappingar avgreiddar á Atlantic Open 2023, sum var ein jalig kappingum við nógvum góðum tíðum og persónligum betringum, umframt nøkur met og onkrar kravtíðir eisini. Úrslitini síggjast her á Swimify, her á livetiming.se, og her á SwimRankings, umframt í viðfestu fílu

Continue reading Úrslit frá Atlantic Open 2023

Luttakaralistar til Atlantic Open 2023

Um eina viku byrjar Atlantic Open 2023, sum er síðsti kjansur at klára kravtíð til Oyggjaleikir á Guernsey í summar. Viðfestur er luttakaralistin nú tilmeldingarfreistin er farin, tilmeldingarnar síggjast eisini her á livetiming.se og her á swimify.com

Continue reading Luttakaralistar til Atlantic Open 2023