Jonna sættskjótast í 200 firvald á Bergen Swim Festival 2025

Jonna Joensen (2005, Ægir) megnaði at svimja seg éitt pláss longur fram í úrslitalistanum, tá ið hon í A-finaluni í 200 metra firvaldasvimjing svam seg til úrslitið 2:33.51 og sættapláss, í mun til eitt sjeyndapláss í innleiðandi og eitt 10. pláss í startlistanum. Sí úrslitalistan her á Swimify

Continue reading Jonna sættskjótast í 200 firvald á Bergen Swim Festival 2025

Føroysk met og heiðursmerki, fyrsta dag á Danish Open 2025

Hatta gekk jú bara heilt gott, hendan fyrsta dagin á Danish Open 2025. Lea O. Højsted (2008, Ægir) tvær ferðir føroyskt met og juniormet í 100 bringu, og Líggjas Joensen (2008, Ægir) bronsumerki í 800 frí. Hartil fleiri persónlig met, sí yvirlitið her:

Lea 1:12.91 og føroyskt met í 100 bringu

Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 100 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon í innleiðandi riðlunum á Danish Open svam seg til úrslitið 1:12.91. Hon átti sjálv metini á 1:14.06, frá NMU í fjør. Sí úrslitalistan her

Lea á Danish Open 2025. Maja Højsted eigur myndina