Úrslit hjá Elisabeth á Southern Zone South Sectionals 2023

Sum áður fráboðað, so luttók Elisabeth Erlendsdóttir í vikuskiftinum á Southern Zone South Sectionals 2023 í Orlando, Florida, og úrslitini síggjast nú her:

  • 28.30 og nr 37 av 97 í 50 frí (persónligt met er 28.15)
  • 1:02.98 og nr 87 av 114 í 100 frí (persónlig met er 1:02.16)
  • 31.03 og nr 6 av 19 í 50 rygg (persónligt met er 30.09)
  • 1:04.76 og nr 6 av 69 í 100 rygg (persónligt met er 1:04.67)
  • 2:22.80 og nr 8 av 76 í 200 rygg (persónligt met er 2:19.88)

Í 50 og 100 rygg var hon í A-finalu, meðan hini úrslitini vóru í innleiðandi.

Ungdóms- og juniorlandsliðslega í Vági

Hetta vikuskiftið er stór ungdóms- og juniorlandsliðslega í Vági, sum landsliðsvenjarin skipar fyri saman við venjarum úr føroysku svimjifeløgunum. Tey byrjaðu við venjing í gjárkvøldið, og venja so tvær ferðir í dag, umframt juniorlandsliðið aftur í morgin.

Ungdóms- og juniorlandsliðslega í Vági, Rúni Gaardbo eigur myndina

LEN sjósetur EM fyri yngri seniorar

Evropeiska svimjisambandið LEN kunnar nú her um hvussu nýggja EM U23 verður fyriskipað, sum eftir ætlan verður í Dublin í Írlandi hin 11. til 13. august 2023.

Tað er stevna sum tey ætla skal verða fyri svimjarar sum eru millum 19 pg 23 ár, men har hendan fyrsta stevnan tó eisini loyvir luttøku av svimjarum sum eru millum 14 og 18 ár.

Eitt serligt sum verður á hesari stevnu, er ‘skins’ í 50 frí, sum er hetta har svomið verður í fleiri umførum, har spakuligaru verða tikin frá, til éin er eftir.

white concrete bridge
Photo by Luciann Photography on Pexels.com

Elisabeth Erlendsdóttir til Southern Zone South Sectionals í Florida

Hetta vikuskiftið verður meistarastevnan Southern Zone South Sectionals í Orlando í Florida, har eisini føroyska Elisabeth Erlendsdóttir fer at luttaka. Hetta er stevna á langgeil, frá 9. til 12. februar, ið verður stroymd á iswim.tv

Continue reading Elisabeth Erlendsdóttir til Southern Zone South Sectionals í Florida

Klokkutíðir til FLOT-stevnuna 4. februar 2023

Hey øll somul

Her eru endaligu klokkutíðirnar til FLOT-stevnuna 2023

  • Bólkur 1 byrjar upphiting kl. 12:15 og kapping kl. 12:45
  • Bólkur 2 byrjar upphiting kl. 13:30 og kapping kl. 14:00
  • Bólkur 3 byrjar upphiting kl. 16:30 og kapping kl. 17:00

Hjálparfólkafundir byrja tá upphitingin byrjar.

Legg til merkis!

174 svimjarar hava meldað til stevnuna og eru klokkutíðirnar tí broyttar fyri bólk 3.

Vinarliga kanna um rættingar eru.

Við svimjikvøðu
Svimjifelagið FLOT

Úttøkuskipan til NMU 2023 í Svøríki

Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til komandi Norðurlendsku Meistarastevnu fyri Ung, ið sum skilst verður í Jönköping í Svøríki hin 8. og 9. juli 2023. Fyrivarni verður tikið fyri feilum og møguligum broytingum.

Aerial view of Jönköping University, Sweden. Image courtesy of Wikimedia Commons