Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til komandi Danish Open, sum verður í Brønshøj í Danmark frá 1. til 4. apríl 2023. Fyrivarni verður tikið fyri feilum og møguligum broytingum.
![](https://i0.wp.com/www.svimjing.com/wp-content/uploads/2019/06/bellahøj-svømmestadion.jpg?resize=600%2C450&ssl=1)
Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til komandi Danish Open, sum verður í Brønshøj í Danmark frá 1. til 4. apríl 2023. Fyrivarni verður tikið fyri feilum og møguligum broytingum.
Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til komandi HeimsMeistarastevnu, sum verður í Fukuoka í Japan frá 14. til 30. juli 2023, har sjálv svimjistevnan á langgeil er frá 23. til 30. juli 2023. Við fyrivarni fyri møguligum feilum ella komandi brotingum.
Sum lýst í hesum, so hevur starvsnevnd SSF nú í sambandi við broyting í stevnukalendaranum valt at eisini leingja kravtíðarskeiðið til Oyggjaleikir 2023, so at tað nú endar hin 16. apríl 2023, heldur enn hin 19. mars 2023. Tillagaða úttøkuskipanin sæst her.
Starvsnevnd SSF hevur í samráð við Suðuroyar Svimjifelag, og við fráboðan til feløgini, avgjørt at býta um uppá dagfestingarnar av hesum báðum stevnum:
Her er innbjóðing til svimjistevnuna “Ægir Open” sum Ægir skipar fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, leygardagin 18. og sunnudagin 19. februar 2023.
Íslendska svimjisambandið skipaði í vikuskiftinum fyri Reykjavík International 2023, har eisini ein rúgva av føroyskum svimjarum luttóku. Hóast avbjóðingar við seinkaðari flogferðslu, so vóru úrslitini yvirhøvur góð hjá okkara svimjarum, og svumu tey seg til nógv finalupláss og heiðursmerki.
Góðu tit øll,
Tykkum til kunningar, so samtykti starvsnevnd SSF í gjárkvøldið at vilja fyrireika luttøku á fylgjandi stevnum í 2023, har Oyggjaleikir sum kunnugt er fráboðað fyrr:
Líggjas Joensen úr Ægir vann fyri løtu síðani gull á Reykjavík International 2023, tá ið hann í 1500 metra frísvimjing á langgeil svam seg til úrslitið 16:47.36, frammanfyri íslendska Magnus Vidir Jónsson á 16:48.78 og slovakiska Richard Urban á 17:15.40.
Lea Osberg Højsted úr Ægir svam seg í kvøld til flott føroyskt met og juniormet í 50 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon í innleiðandi riðlunum á Reykjavík International 2023 svam næstbestu tíð av øllum, 34.31 sekund.