Rúgva av føroyskum svimjarum til Reykjavík International Swim Meet 2023

Íslendska svimjisambandið skipar nú í vikuskiftinum fyri Reykjavík International Swim Meet 2023, har eisini ein rúgva av føroyskum svimjarum fara at luttaka. Startlistin sæst her á SwimRankings, og sum skilst fara tey at stroyma eisini.

the sun voyager
Photo by Jerry Ndombe on Pexels.com
Continue reading Rúgva av føroyskum svimjarum til Reykjavík International Swim Meet 2023

Úttøka til ungdómslandsliðslegu í Vági, 10. – 12. februar 2023

Her er úttøka til ætlaðu venjingarlegu í Vági, vikuskiftið 10. til 12. februar 2023, umframt tilhoyrandi skrá. Leggið til merkis, at tey yngru fara heim leygarkvøldið 11.

Continue reading Úttøka til ungdómslandsliðslegu í Vági, 10. – 12. februar 2023

Úrslit frá SuSvim Open 14. og 15. januar 2023

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni SuSvim Open, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin 14. og sunnudagin 15. januar 2023. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se, her á Swimify, her á Tempus og her á SwimRankings

Continue reading Úrslit frá SuSvim Open 14. og 15. januar 2023

Róland 28.30 og nýtt føroyskt met í 50 bringu

Róland Toftum setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing fyri menn á stuttgeil, tá ið hann í innleiðandi riðlunum á Bergen Swim Festival svam hendan teinin uppá 28 sekund og 30 hundraðpartar. Hann átti sjálvur føroyska metið á 28.37 sekund, frá NM í Tórshavn í 2019.

Róland føroyskt met í 50 bringu. Dánjal Martin Hofgaard eigur myndina