Vikuskiftið hin 18. til 20. mars 2022 skipaði Svimjisamband Føroya fyri venjingarlegu í Klaksvík, har svimjararnir vórðu teir ið hesa seinastu tíðina, fram til HS Open 12. og 13. mars 2022, høvdu víst hægsta støði mált í FINA stigum.
Continue reading Landsliðslega í Klaksvík 18. – 20. mars 2022So er tað Bergen Swim Festival 2022
Hetta vikuskiftið fara 9 svimjarar at kappast fyri Føroyar á Bergen Swim Festival 2022, í AdO Arena frá fríggjamorgni hin 1. apríl til sunnudagin 3. apríl. Startlistin sæst her, har vit síggja at talan er um sera sterka kapping, har føroyingar tó eisini til tíðir klára stinga seg upp millum tey allarsterkastu.
Vár kappaðist í Eger í vikuskiftinum
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag luttók í vikuskiftinum á svimjistevnuni “Eger Város Kupája – Bitskey Aladár Emlékverseny nagyok”, í býnum Eger í Ungarn. Her eru úrslitini hjá henni frá hesi kapping:
- 50 frí innleiðandi: 0:28.06, nr 11 og 600 FINA stig
- 200 frí innleiðandi: 2:07.04, nr 7 og 703 FINA stig
- 200 frí finala: 2:06.75, nr 6 og 708 FINA stig
- 400 frí innleiðandi: 4:34.38, nr 8 og 640 FINA stig
- 100 frí innleiðandi: 1:00.57, nr 12 og 622 FINA stig
- 400 frí finala: 4:27.39, nr 6 og 691 FINA stig
Úttøkuskipan til HM 2022 í Budapest
Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til komandi HeimsMeistarastevnu á langgeil, sum verður í Budapest í Ungarn frá 18. til 25. juni 2022. Við fyrivarni fyri serliga støðuni við korona, og møguligum avbjóðingum av russisku innrásini í Ukraina.
Havnar Svimjifelag søkir eftir høvuðsvenjara
Havnar Svimjifelag leitar eftir høvuðsvenjara at byrja í august 2022, sí havnarsvimjifelag.com
The Head Coach will personally carry out the coaching of the club’s competitive teams and supervise the club as a whole ensuring that the coaching of all the club’s other divisions and teams is consistent and applies to an overall philosophy.
So er tað avgjørt – Russar og Hvítarussar sleppa ikki at luttaka á HM 2022 í Budapest, og Kazan sleppur ikki at hava HM á stuttgeil 2022
FINA hevur á stjórnarfundi í dag váttað, at russar og hvítarussar sleppa ikki at luttaka á HeimsMeistarastevnuni í Budapest nú í juni 2022, hvørki sum íðkarar ella dómarar. Hartil varð samtykt at vilja flyta Heimsmeistarstevnuna á Stuttgeil 2022, til eitt annað stað enn Kazan og Russland, tó enn við somu dagfesting í desember.
Innbjóðing til Atlantic Open 2022
Broyting 8/4-22: Svimjinevnd SSF hevur avgjørt at vilja loyva eisini svimjarum uttan talentnál at luttaka á Atlantic Open 2022. Hesi kunnu tó í mesta lagi melda til 3 kappingar, á teinunum frá 50m til 200m.
Her er innbjóðing til Atlantic Open 2022, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri saman við Suðuroyar Svimjifelag í Páls Høll í Vági, leygardagin til mánadagin hin 23. til 25. apríl 2022.
Væleydnað dómaraskeið í Havn í vikuskiftinum
Hetta vikuskiftið var dómaraskeið í Havn, sum liður í nýggjari samstarvsavtalu millum Svimjisamband Føroya og Dansk Svømmeunion. Tilsamans vóru vit 18 sum møttu og gjøgnumførdu skeiðið, sum var í fýra teimum fyrstu mótulunum í donsku dómaraútbúgvingini, frá tíðtakara yvir svimjidómara til startara, við møguleika at nú fara víðari til útbúgving sum yvirdómarar.
Takk til Dansk Svømmeunion fyri lán av undirvísarum!
Lia Thomas fyrsti tvørkyndi vinnari av einum NCAA meistaraheiti í svimjing
Hetta fyllir nógv í svimjiheiminum í løtuni – Lia Thomas kappaðist sum mannligur svimjari fram til 2019, men hevur síðani skift kyn og vann nú hóskvøldið amerikanska NCAA meistaraheitið í 500 yards frí, við teirri øsing sum harav fylgir.
Innbjóðing til SuSvim Open 2. og 3. apríl 2022
Her er innbjóðing til svimjistevnuna “SuSvim Open Apríl 2022”, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll í Vági, leygardagin hin 2. og sunnudagin hin 3. apríl 2022. Hetta er opin stevna, har allir aldursbólkar kappast sum éin.