Ann Ellingsgaard nýggjur aðalskrivari hjá Svimjisambandi Føroya

Svimjisamband Føroya hevur sett Ann Ellingsgaard sum aðalskrivara. 

Ann og Rókur skriva undir sáttmála. Lis Gøthe í Jákupsstovu eigur myndina

Ann er kent andlit í føroyskari svimjing. Hon hevur børn sum ganga til svimjing, og hevur sjálv verið virkin í Havnar Svimjifelag við ábyrgd fyri svimjiskúlanum, umframt sum sjálvboðin fyri Svimjisamband Føroya.

Continue reading Ann Ellingsgaard nýggjur aðalskrivari hjá Svimjisambandi Føroya

LEN útihýsir russum og hvítarussum frá sínum stevnum

Stjórnin í LEN hevur á fundi samtykt at ikki vilja bjóða russum og hvítarussum til síni tiltøk, vegna støðuna í Ukraina. Hetta til at fylgja áheitanini frá altjóða olympisku nevndini IOC.

crowd on protest against war on ukraine
Photo by Katie Godowski on Pexels.com
Continue reading LEN útihýsir russum og hvítarussum frá sínum stevnum

SSF-kalendarin 2022-23 avtalaður

Svimjinevnd SSF skipaði í gjár fyri kalendarafundi í hølunum í Saltangará, har umboð úr øllum føroysku svimjifeløgum møttust saman við svimjinevnd og starvsnevnd og landsliðsvenjara SSF, at avtalað kalendaran fyri svimjiárið 2022-23.

Millum annað varð avtalað at royna eina nýggja føroyameistarastevnu fyri lið, og at royna eina nýggja aldursbólkameistarastevnu kallað ‘ABMS Sprint’ í november. Umframt at annað varð umrøtt, so sum tørvur á nýggjum dómarum.

Avtalaðu tiltøk síggjast nú í kalendara SSF

HM á langgeil verður 18. – 25. juni 2022

Altjóða svimjisambandið FINA hevur í dag kunngjørt sjálva tíðarætlanina fyri nýliga kunngjørdu eyka HeimsMeistarastevnuna í Budapest í juni/juli, som vegna korona kom í staðin fyri ætlaðu HeimsMeistarastevnu í Fukuoka í mai.

Image courtesy of Pixabay
Continue reading HM á langgeil verður 18. – 25. juni 2022

IOC viðmælir at forbjóða luttakarum úr Russlandi og Hvítarusslandi, og tekur virðislønir aftur frá Putini v.fl.

Lesið her á heimasíðuni hjá altjóða olympisku nevndini IOC

people walking on street near brown concrete building
Photo by Azamat Hatypov on Pexels.com
Continue reading IOC viðmælir at forbjóða luttakarum úr Russlandi og Hvítarusslandi, og tekur virðislønir aftur frá Putini v.fl.

HM fyri juniorar avlýst og HM á stuttgeil óvist, vegna russisku innrásina í Ukraina

Altjóða svimjisambandið FINA hevur fyri løtu síðani kunngjørt, at HeimsMeistarastevnan fyri juniorar 2022 er avlýst, sum skuldi vera í Kazan í Russlandi í august, og at FINA ikki fer at skipa fyri nakrari stevnu í Russlandi, so leingi sum hendan kreppustøða er við russisku innrásini í Ukraina.

Continue reading HM fyri juniorar avlýst og HM á stuttgeil óvist, vegna russisku innrásina í Ukraina