Tillaging av Reglugerð fyri Meistarastevnur SSF

Starvsnevnd SSF hevur samtykt at broyta okkara Reglugerð fyri Meistastevnur, so at FM á stuttgeil sambært reglugerðini framyvir kann vera eisini í desember mánaða, og FM á langgeil eisini í juli mánaða. Hetta sum umrøtt undir ymiskt á aðalfundi SSF herfyri.

Continue reading Tillaging av Reglugerð fyri Meistarastevnur SSF

Luttakaralisti til Reysta-stevnuna 29. mars 2025

Her eru luttakaralistarnir til svimjistevnuna sum Svimjifelagið Reysti skipar fyri í svimjihylinum í Leirvíkar skúla, nú leygardagin hin 23. mars 2025. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.

Continue reading Luttakaralisti til Reysta-stevnuna 29. mars 2025

Úttøka til Oyggjaleikir 2025

Starvsnevnd SSF hevur tikið út fylgjandi svimjarar til Oyggjaleikir 2025 á Orkney:

  • Alisa Vestergård (2003), SuSvim
  • Bjarta í Lágabø (2009), SuSvim
  • Elisabeth Erlendsdóttir (2005), HS
  • Jóhanna Ólavsdóttir (2007), Ægir
  • Jonna Joensen (2005), Ægir
  • Lea Osberg Højsted (2008), Ægir
  • Bartal E. Eidesgaard (2003), HS
  • Heini Mohr Askham (2006), Ægir
  • Isak Brisenfeldt (2006), HS
  • Jón Hofgaard (1992), SuSvim
  • Líggjas Joensen (2008), Ægir
  • Silas Dam Lindberg (2008), HS

Hetta eru teir 12 svimjarar sum eru fráboðaðir at hava klárað kravtíð til hesar Oyggjaleikir.

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur

Image by Stevieraith from Pixabay

Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2025

Svimjisamband Føroya hevði hin 20. mars 2025 sín árliga aðalfund, í ÍSF-húsinum á Eystaru Bryggju í Havn. Á skránni var útyvir forfólkafrágreiðing og framløga av roknskapinum, eisini innkomin mál frá starvsnevndini, val av næstforfólki, skrivara og tiltakslimi, og kunning, spurningar og kjak undir ymiskt.

Continue reading Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2025

Kirsty Coventry vald sum IOC-forseti

41- ára gamla Kirsty Coventry úr Zimbabwe varð í gjár vald sum IOC-forseti. Hon er yngsti IOC-forseti nakran, fyrsti úr Afrika, fyrsta kvinna, og so vítt sum eg dugi at síggja eisini fyrsti OL-svimjari nakrantíð. Hon vann m.a. gull í 200 rygg á OL í Athen í 2004 og í Beijing í 2008, umframt mong onnur heiðursmerki í serliga rygg og blandað. Stórt fyri svimjingina, og enn eitt gylt høvi eisini fyri okkum úr Føroyum, nú IOC-forsetin er svimjari og EOC-forsetin Spyros Capralos vatnpolospælari 🙂

(Pierre de Coubertin var eisini svimjari, sigur AI, men tað var í onkrum serligum slag av fleirítrótti, kallað Les Débrouillards, sum vist nokk ongantíð var OL-grein)

500 dagar til EM 2026

Nú eru 500 dagar eftir, til Evropeiska Meistarastevnan verður í París og Saint-Denis, hin 1. til 16. august 2026. Millum annað við Open Water svimjing í Seine, sum á OL, og við kappsvimjing í høllini har OL 2024 var.

Skráin er (við fyrivarni)

  • Swimming: 1st – 7th August
  • High Diving: 7th – 9th August
  • Artistic Swimming: 10th – 14th August
  • Open Water Swimming: 10th – 14th August
  • Diving: 10th – 16th August