Emre Sakçı fyrsti nakrantíð undir 25 sekund í 50 bringu

Turkiski Emre Sakçı setti nú í kvøld mest sannl´íkt heimsmet í 50 metra bringusvimjing á stuttgeil, tá ið hann á turkisku meistarastevnuni á stuttgeil svam hendan tein uppá 24.95 sekund. Lesið t.d. State of Swimming

Continue reading Emre Sakçı fyrsti nakrantíð undir 25 sekund í 50 bringu

FINA váttar færri enn 40 føri av korona á HM á stuttgeil 2021

Hetta veit SwimmingWorld at siga, frá eini fráboðan tey hava fingið frá FINA:

“As the FINA events in Abu Dhabi have drawn to a close, fewer than 40 out of nearly 3830 (1.04%) accredited individuals are self-isolating, following positive PCR tests for COVID. They are being well cared for. Thanks to comprehensive public health measures, including detailed contact tracing, new daily case numbers have remained low. FINA is grateful to the local authorities for their extensive support in safeguarding the health of all participants.”

Etihad Arena í Abu Dhabi
Continue reading FINA váttar færri enn 40 føri av korona á HM á stuttgeil 2021

Eitt heilt ókey HM á stuttgeil 2021

HeimsMeistarastevnan á stuttgeil 2021 endaði í gjár, og burdu okkara svimjarar nú verið væl á veg heim til Føroyar, omaná nakrar fínar dagar í Abu Dhabi. Bartal og Alisa settu persónlig met, meðan Elisabeth og Johan svumu upp ímóti sínum

Føroyska landsliðið uttanfyri Etihad Arena í Abu Dhabi

Føroysku úrslitini síggjast her á SwimRankings, har bestu tíðir eisini síggjast:

Johan Nónskarð Dam (2002, HS)

  • 4:04.95 í 400 frí, besta tíð er 4:01.93 frá Oyggjaleikum í 2019
  • 16:09.94 í 1500 frí, besta tíð er 15:48.40 Atlantic Open í 2019

Bartal Erlingsson Eidesgaard (2003, HS)

  • 51.52 í 100 frí, besta tíð var 51.69 frá HS Open í september
  • 1:53.03 í 200 frí, besta tíð var 1:53.34 frá ÍM í 2019

Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS)

  • 1:02.40 í 100 rygg besta tíð er 1:01.26 frá Swedish Swim Games í september
  • 2:14.55 í 200 rygg, besta tíð er 2:14.17 frá Swedish Swim Games í september

Alisa Bech Vestergård (2003, SuSvim)

  • 26.61 í 50 f´rí, besta tíð var 26.72 frá FM á stuttgeil 2021
  • 58.83 í 100 frí, besta tíð er 57.99 HS Open í mai

Svimjararnir hava verið sera raskir at seta seg upp til kapping, hóast fremmandar umstøður og ymiskt sum kanska órógvaði eisini. Serliga fyrstu dagarnar vóru heldur drúgvir, vegna longu ferðina og trupulleikar at fáa eitt ávíst korona-app at rigga.

Vegna SSF

Rókur

Forvitnislig 4×1500 liðsvimjing á sjónum í Abu Dhabi

Altjóða svimjisambandið FINA fer nú mikudagin hin 15. desember at royna eina heldur serliga kapping í svimjing á sjónum, har tey skulu kappast tvær kvinnur og tveir menn fyri hvørt land í 4×1500 metra liðsvimjing. Kappingin byrjar kl 08:00 føroyska tíð, og kann síggjast her á YouTube

Klárar tú 200? – Úrslit higartil

Her eru hagtøl higartil frá átakinum “Klárar tú 200?”. Tølini broytast so hvørt sum fleiri koma afturat – Gott at síggja, at so nógv luttaka!

Mannagongd ísv átakið “Klárar tú 200?”

Her er mannagongdin sum vit hava gjørt til hesa nýggju svimjiroynd SSF, sum er kjarnan átakinum “Klárar tú 200?”.

Har er eitt tilhoyrandi oyðublað, til at fáa at vita í øllum førum hvar royndin varð klárað, umframt gjarna eisini føðiár, kyn og heimbýur ella -bygd hjá svimjaranum.

Svimjarin má gjarna vera ónevndur, um hann ella hon ynskir tað. Har er tó enn møguleiki at geva upp navn, um svimjarin velur tað.

Í móti endanum stendur heldur knortlut, at møguligt gjald má fáast inn, áðrenn nálin verður handað. Har er bara einki gjald, í ár 🙂

Annars sera stuttligt at uppliva tann áhuga sum er fyri hesum tiltaki, og ta vælvild sum vit uppliva í svimjihallunum.

Við svimjikvøðu

Rókur