So er tað NM og NJM 2021

Í morgin ári fara 9 føroyskir svimjarar av landinum við Atlantic, til Danmarkar og síðani víðari til Upplands Väsby í Svøríki, at royna seg á Norðurlendsku Meistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2021.

Startlistin sæst her á livetiming.se, sum bendir á harða kapping, tó so við onkrum møguleika fyri at koma upp í millum tey bestu.

Continue reading So er tað NM og NJM 2021

Dómaraskeið í Havn hin 14. til 16. januar 2022

Svimjisamband Føroya skipar hin 14. til 16. januar 2022 fyri dómaraskeiði í Havn, undir leiðslu av royndu yvirdómarunum Henriette og Jens Soelberg Jensen. Hetta sum liður í nýggjum samstarvi við Dansk Svømmeunion, har fyrstu 4 mótul í donsku skipanini nú verða bjóðað í Føroyum, við møguleika fyri seinni at taka útbúgving víðari til yvirdómara.

Continue reading Dómaraskeið í Havn hin 14. til 16. januar 2022

Úrslit frá SuSvim Open 27. og 28. november 2021

Suðuroyar Svimjifelag skipar nú í vikuskiftinum fyri svimjistevnuni SuSvim Open á langgeil í Páls Høll í Vági. Ein fullfíggjaður úrslitalisti sær her á LiveTiming.se, ið leingist so hvørt sum tey kappast. Sí eisini https://livetiming.se/results.php?cid=6261

Shymanovich 55.28 og nýtt heimsmet í 100 bringu

Hvítarussiski Ilya Shymanovich setti í gjár nýtt heimsmet í 100 metra bringusvimjing á stuttgeil, tá ið hann á ISL-stevnu í Eindhoven nú fríggjadagin svam teinin uppá 55.28 sekund. Hetta er aðri ferð at hann setur heimsmet á hesum teini, nú í november, har hitt fyrra var 55.32 frá ISL-stevnu hin 19. november.

Næsta HM á stuttgeil verður í Kazan 17. til 22. desember 2022

Altjóða svimjisambandið FINA kunngjørdi í gjár dagfestingarnar fyri HeimsMeistarastevnuna á stuttgeil 2022, at verða hin 17. til 22. desember. Sjálvur býurin varð longu avgjørdur í 2017, at verða Kazan í Tatarstan í Russlandi.

Kazan. Image courtesy of gazrock / pixabay

Úrslit frá FM og JM á stuttgeil 2021

Her eru úrslitini frá FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni í svimjing á stuttgeil 2021, sum Svimjisamband Føroya skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali hin 12. til 14. november 2021, við góðari hjálp frá vertsfelagnum Havnar Svimjifelag og øðrum.

Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se og her á swimrankings.net, umframt her á nýggju stevnuskipanini hjá Svimjisambandi Føroya, tempus.fo

FM á stuttgeil 2021
Continue reading Úrslit frá FM og JM á stuttgeil 2021

Fyrrverandi HS-venjari Oleksii Ilchenko deyður av korona

Sorgarboð úr Ukrania, fyrrverandi høvuðsvenjarin hjá Havnar Svimjfelag er deyður av fylgisjúkum av COVID-19, einans 36 ára gamalur. Til ber at stuðla konuni Irinu og báðum børnunum, Onnu og Artemii, umvegis hetta GoFundMe-átak

Continue reading Fyrrverandi HS-venjari Oleksii Ilchenko deyður av korona

Beinleiðis úrslit, sjónvarp og stroyming frá FM og JM á stuttgeil 2021

Í ár sendi Kringvarp Føroya frá finalupørtunum fríggjadag og leygardag, og er í øllum førum annar parturin tískil tøkur her á kvf.fo.

Allir hinir partararnir kunnu síggjast á YouTube-rásini hjá SSF, umframt at sjálvi úrslitini síggjast her á livetiming.se.

Kravtíðir til NM/NJM 2021 síggjast her á ssf.fo, umframt her yvirlit yvir hvørji sum hava klárað kravtíð.

Sí eisini innbjóðingina til FM og JM á stuttgeil 2021

Continue reading Beinleiðis úrslit, sjónvarp og stroyming frá FM og JM á stuttgeil 2021