Kappingarskrá til FM og JM á stuttgeil 2021

Her eru kappingarskráirnar (startlistarnir) til Føroyameistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna á stuttgeil 2021, sum tær síggja út nú aftaná at freistin fyri at melda frá er farin. Gevið gætur, at vit nú eru farin aftur til upprunaligu ætlan, við eisini liðsvimjingum allar tríggjar dagar, vegna broytingar í tilmælunum og í samráð við koronaráðgevingina. Skráirnar síggjast eisini her á livetiming.se

Continue reading Kappingarskrá til FM og JM á stuttgeil 2021

Fráboðan frá svimjinevnd SSF um FM og JM á stuttgeil 2021

Svimjinevnd SSF hevði aftur í gjárkvøldið fund um støðuna við korunu í mun til FM og JM á stuttgeil 2021 og metir, at fráboðaða kappingarskráin skal fylgjast, sum send út sunnukvøldið hin 7. november.

Tó eru ábendingar um at koronutilmælini linka leygardagin, til at 100 fólk kunnu vera savnaði. Um so verður, mælir svimjinevndin til, at kappingin leygardag og sunnudag verður gjøgnumførd eftir upprunaætlan, tó uttan áskoðarar.

Svimjinevndin umrøddi eisini møguleikan, at 150 fólk kunnu savnast, við koronapassi, men heldur at tíðin er ov knøpp, til at fara í gongd við hetta nú.

Vinarliga

Heri Mortensen, svimjinevnd SSF’s

SSF fráboðan um FM og JM á stuttgeil 2021

Góðu tit øll,

Starvsnevnd og svimjinevnd SSF hava á fundi í kvøld samtykt at vilja halda áfram við fyriskipanini av ætlaðu Føroyameistarastevnu og Juniormeistarastevnu hin 12. til 14. november 2021, tó við fylgjandi tillagingum og avmarkingum vegna støðuna við korona.

Galdandi tilmæli eru millum annað, at:

  • Øll tiltøk, har 50 fólk ella fleiri savnast, eiga at verða útsett.
  • Ítróttardystir kunnu avgreiðast, men hetta eigur at vera uttan áskoðarar.

FM og JM á stuttgeil 2021 verða tí fyriskipað uttan áskoðarar, og við minst møguligu manning, so at vit kunnu yvirhalda eisini kravið um at í mesta lagi savna 49 fólk í senn.

Continue reading SSF fráboðan um FM og JM á stuttgeil 2021

So er tað EM á stuttgeil 2021

Evropameistarastevnan á stuttgeil 2021 byrjaði í gjár í russiska býnum Kazan, har tey so kappast fram til og við sunnudagin hin 7. november. Hesuferð fór eingin úr Føroyum til EM; men onnur norðurlond eru til staðar, og gera vart við seg í finalum.

Til ber at fylgja við úrslitunum her, umframt at síggja kappingina her.

Images courtesy of Deepbluemedia / G. Scala

Kyle Chalmers 44.84 og nýtt heimsmet í 100 frí

Avstralski Kyle Chalmers setti í gjár nýtt heimsmet í 100 metra frísvimjing á stuttgeil, tá ið hann á FINA World Cup stevnuni í Kazan svam teinin uppá 44.84 sekund, har nú farna metið var franski Amaury Leveaux 44.94 sekund frá EM á stuttgeil í 2008.

Besta tíð hjá Chalmers áðrenn hetta, var 45.03 frá World Cup stevnuni í Doha herfyri, og eru teir báðir Leveaux nú saman við russiska Vladimir Morozov á 44.95 teir einastu sum eru skrásettir at hava svomið 100 metrar skjótari enn 45 sekund.

Úttøka til HM á stuttgeil 2021 í Abu Dhabi

Starvsnevnd SSF hevur samtykt at vilja taka út fylgjandi svimjarar til HeimsMeistarastevnuna á stuttgeil 2021, sum verður í Abu Dhabi í Sameindu Arabisku Emiratunum frá 16. til 21. desember 2021:

  • Elisabeth Erlendsdóttir (2005), HS
  • Vár E. Eidesgaard (2001), HS
  • Bartal E. Eidesgaard (2003), HS
  • Johan Nónskarð Dam (2002), HS

Venjari verður Kristian Martin Joensen, og ferðaleiðari Lis Gøthe í Jákupsstovu.

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur