Kappingarskráir til Ægir Open 23. og 24. oktober 2021

Her eru kappingarskráirnar til svimjistevnuna “Ægir Open” sum Ægir skipar fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, nú leygardagin 23. og sunnudagin 24. oktober 2021. Hetta vikuskiftið er síðsta freist at kunna gera vart við seg, áðrenn landsliðið til HM á stuttgeil 2021 verður úttikið.

Innbjóðing til FM og JM á stuttgeil 2021

Her er innbjóðing til Føroyameistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna á stuttgeil 2021, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadal hin 12. til 14. november 2021.

Svimjihøllin í Gundadali klár til FM/JM á stuttgeil 2017

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur

Matt Sates junior-heimsmet í 200 frí og 200 blandað

18 ára gamli Matt Sates úr Suðurafrika setti nú í vikuskiftinum tvey junior-heimsmet á FINA World Cup stevnuni í Berlin, tá ið hann í gjár vann 200 blandað við tíðini 1:51.45, og síðani í dag 200 frí við tíðini 1:40.65. Hetta á stuttgeil, har hann hartil nú fríggjadagin vann sítt fyrsta altjóða heiðursmerki yvirhøvur, tá ið hann í 400 frí vann silvur við tíðini 3:40.28, fyri síðani í sama stevnuparti at vinna 100 blandað við tíðini 51.78, og so í dag at vinna eisini 400 blandað við tíðini 4:01.98. Sí úrslitini her

Úrslit frá SuSvim-stevnuni 2. oktober 2021

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin hin 2. oktober 2021. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, sum upprunaliga skuldi hava verið í Tvøroyrar skúla, men sum vegna umvælingar varð flutt til at tey í staðin svumu breiddir í langhylinum í Vági.

Hug at velja og kunna veljast til íðkaranevnd ÍSF?

ÍSF sóknast eftir íðkarum sum hava valrætt ella valbæri til nýggju íðkaranevnd ÍSF.

Íðkaranevndin umboðar sjónarmiðini hjá aktivu íðkarunum, og er ráðgevandi hjá starvsnevnd og undirnevndum ÍSF og Úrval í viðurskiftum hjá úrvalsíðkarum. Formaðurin í íðkaranevndini fær sæti í starvsnevnd ÍSF.

Valrætt og valbæri hava tey ítróttafólk, sum eru fylt 18 ár og hava umboðað teirra ítróttagrein í millumtjóða ella altjóða kappingum í seinasta lagi seks ár undan uppstilling til val í nevndina.

Millumtjóða og altjóða kappingar eru at rokna: HM, EM, NM, Oyggjaleikir og kappingar, sum altjóða sambandið skipar fyri. Altjóða sambandið er her t.d. FINA og LEN.

reglugerðina fyri íðkaranevndina her á isf.fo.

Um tú ert ein av hesum, og ynskir at koma á listan, vinarliga fyll tá út oyðublaðið her.

Startlisti til SuSvim-stevnuna 2. oktober 2021

Her er startlistin til svimjistevnuna sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardag hin 2. oktober 2021. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, sum upprunaliga skuldi hava verið í Tvøroyrar skúla, men sum vegna umvælingar er flutt til at tey í staðin koma at svimja breiddir í langhylinum í Páls Høll.