Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, leygardagin hin 25. september 2021, fyri okkara yngstu aldursbólkar. Úrslitini síggjast eisini her á tempus.fo
Innbjóðing til SuSvim-stevnu 2. oktober 2021
Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Suðuroyar Svimjfelagskipar fyri í Páls Høll í Vági, leygardagin hin 2. oktober 2021. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, sum upprunaliga skuldi hava verið í Tvøroyrar skúla, men sum vegna umvælingar er flutt til at tey í staðin koma at svimja breiddir í langhylinum í Páls Høll.
Innbjóðing til HS-stevnu 25. september 2021
Her er innbjóðing til HS-stevnu fyri okkara yngstu aldursbólkar, sum Havnar Svimjfelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, leygardagin hin 25. september 2021.
20 svimjarar úttiknir til fyrstu SSF venjingarlegu í 2021-2022
Sum upplisið við endan av “HS Open” í dag, so hevur nýggi landsliðsvenjari SSF tikið út fylgjandi 20 svimjarar til fyrstu SSF venjingarlegu í svimjiárinum 2021-2022, sum verður í Klaksvík longu næsta vikuskifti, hin 17. og 18. september 2021.
Continue reading 20 svimjarar úttiknir til fyrstu SSF venjingarlegu í 2021-2022Úrslit frá HS Open 11. og 12. september 2021
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “HS Open” sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin og sunnudagin 11. og 12. september 2021.
Úrslitini síggjast eisini her í nýggju úrslitaskipanini hjá okkum, open.tempus.fo, umframt her á livetiming.se
Continue reading Úrslit frá HS Open 11. og 12. september 2021Úttøkuskipan til NM og NJM 2021 í Upplands Väsby
Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til komandi Norðurlendsku Meistarastevnu og JuniorMeistarastevnu, sum verður í Upplands Väsby í Svøríki frá 3. til 5. desember 2021.
Við fyrivarni fyri villum, og fyri misskiljingum í mun til treytirnar frá verti og/ella NSF
Startlisti til HS Open 11. og 12. september 2021
Her eru startlistarnir til svimjistevnuna “HS Open” sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin og sunnudagin hin 11. og 12. september 2021. Hetta er fyrsta svimjistevna í svimjiárinum 2021-2022.
Startlistarnir síggjast eisini her á livetiming.se
SSF fráboðan um ABMS og FMS 2021
Góðu tit øll,
Starvsnevnd og svimjinevnd SSF hava avgjørt at vilja býta um uppá dagfestingarnar fyri ætlaðu Aldursbólkameistarastevnu og Føroyameistarastevnu á stuttgeil í vetur, soleiðis at Føroyameistarastevnan á stuttgeil 2021 nú verður heldur hin 12. til 14. november 2021, og Aldursbólkastevnan á stuttgeil 2021 síðani í vikuskiftinum hin 10. til 12. desember.
Continue reading SSF fráboðan um ABMS og FMS 2021Abu Dhabi 2021 verður nú ein ‘vatnítróttarfestivalur’
Nú 100 dagar eru til ætlaða HM á stuttgeil 2021 í Abu Dhabi, kunnger FINA at tiltakið verður víðkað til at umfata tríggjar FINA-ítróttir afturat, til tað sum tey nú kalla fyri ein ‘Aquatics Festival’.
Continue reading Abu Dhabi 2021 verður nú ein ‘vatnítróttarfestivalur’Tempus.fo í luftina
So er nýggja stevnuskipanin hjá føroysku svimjingini sett upp og klár at nýta, sum vit fara at brúka til at lýsa við svimjistevnum, savna inn tilmeldingar og úrslit, og til at draga samanum við hagtølum og styrkislistum.
Continue reading Tempus.fo í luftina