Per Irgens farin

Norðurlendska svimjiførleikarørslan misti ein stóran profil herfyri, nú Per Irgens andaðist heima í Grimstad í Noregi. Vit í Føroyum kenna hann best fyri at vera annar rithøvundurin av svimjifrálærubókini “Slik lærer du å svømme“, sum er hornasteinur í norska svimjiskúlanum, eins og í okkara og henni hjá estum.

Continue reading Per Irgens farin

Avstraliarar avlýsa sína meistarastevnu og luttøku á HM á stuttgeil 2021

Avstralska svimjisambandið kunngjørdi í dag, at tey eru noydd at avlýsa sína ætlaðu stuttgeilameistarastevnu í Melbourne hin 23. til 26. september 2021, umframt sína luttøku á HM á stuttgeil í Abu Dhabi hin 15. til 20. desember 2021. Hetta vegna áhaldandi avbjóðingar við koronaavmarkingum, har óvissa enn er um hvussu tað fer at rigga at hava meistarstevnu í Melbourne, umframt at tey longu vita at krøvini verða strong í sambandi við uttanlandaferð í desember.

architecture buildings clouds daylight
Photo by Pixabay on Pexels.com

Ja, vit skulu eisini læra at svimja á sjónum, men mugu byrja onkunstaðni

Ein skjót viðmerking frá mær, til hesa greinina í Skúlablaðnum, “At læra at svimja á sjónum kann forða druknivanlukkum“, upprunaliga úr norska “Å lære svømming utendørs kan hindre drukning

person swimming in ocean
Photo by sergio souza on Pexels.com
Continue reading Ja, vit skulu eisini læra at svimja á sjónum, men mugu byrja onkunstaðni

USA, Avstralia og Kina tóku skreytið, fimta dag á OL í Tokyo

Tað var við áhugaverdum taktikkum, at heiðursmerkini vóru avgjørd á OL í kappsvimjing í nátt, tó so at tey endaðu við at fara til ‘supermaktirnar’ innan svimjing, USA, Avstralia og Kina.

Continue reading USA, Avstralia og Kina tóku skreytið, fimta dag á OL í Tokyo

Titmus og Ohashi (og Dean) vunnu aftur, fjórða dag á OL í Tokyo

Mynstrið endurtekur seg á Olympisku Leikum í Tokyo, at nýggju stjørnurnar halda áfram at vera góð, meðan fleiri av teimum forsvarandi OL-meistarunum fullu.

Continue reading Titmus og Ohashi (og Dean) vunnu aftur, fjórða dag á OL í Tokyo

Lydia Jacoby hevði ongantíð vant regluliga á langgeil, fyrr enn nú hon varð úttikin til OL í Tokyo

Áhugaverd samrøða við nýggja olympiska meistaran í 100 metra bringusvimjing fyri kvinnur, Lydiu Jacoby úr Alaska. Hon greiðir frá hvussu tær ljósareyðu brillunar sum hon svam fínaluna í, vóru nakrar sum hon hevði fingið frá Jessicu Hardy, og at hon ongantíð hevur vant regluliga á langgeil, fyrr enn nú fyri trimum vikum síðani.