World Cup 2025 verður í USA og Kanada

World Aquatics kunngjørdi í gjár, at World Cup 2025 stevnurnar verða tvær í USA og ein í Kanada. Tann eina enntá í Westmont, Illinios, har Elisabeth Erlendsdóttir kappaðist nú í mars mánaða. Sí World Aquatics

Tær tríggjar stevnurnar eru:

  1. Carmel, Indiana (USA) 10. – 12. oktober
  2. Westmont, Illinois (USA) 17. – 19. oktober
  3. Toronto, Ontario (CAN) 23. – 25. oktober

Elisabeth skjótast í C-finalu á TYR Pro Swim Series 2025

Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) megnaði í nátt at vinna C-finaluna í 100 rygg á TYR Pro Swim Series 2025 stevnuni í Westmont, Illinios, við tíðini 1:03.78 sum eisini er stórt persónligt met hjá henni. Sí úrslitalistan her

scenic view of city during dawn
Photo by Chait Goli on Pexels.com
Continue reading Elisabeth skjótast í C-finalu á TYR Pro Swim Series 2025

Elisabeth í C-finalu í 100 rygg á TYR Pro Swim Series 2025

Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) svam seg í áðni í C-finalu á TYR Pro Swim Series stevnuni í Westmont, Illinois, tá ið hon í innleiðandi 100 rygg varð nr 20 av 28 við tíðini 1:04.99. Sí úrslitalistan her

scenic view of city during dawn
Photo by Chait Goli on Pexels.com
Continue reading Elisabeth í C-finalu í 100 rygg á TYR Pro Swim Series 2025

Elisabeth 2 hundraðpartar frá føroyska metinum í 50 rygg

Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) var í gjár 0.02 sekund frá føroyska metinum í 50 metra ryggsvimjing á langgeil, tá ið hon í B-finaluni á TYR Pro Swim Series stevnuni í Westmont, Illinois svam seg til til úrslitið 29.49 sekund. Sí úrslitalistan her

scenic view of city during dawn
Photo by Chait Goli on Pexels.com
Continue reading Elisabeth 2 hundraðpartar frá føroyska metinum í 50 rygg