SuSvim hevur til nú tikið alt á FML 2021 í bringusvimjing fyri menn

Hóast tey ikki á sama hátt sum onnur ár hava Róland Toftum at dúva á, so eru suðuroyingar øgiligir í bringusvimjing, nú teir í gjár tóku øll FM-heiðursmerkini í 200 metra bringusvimjing fyri menn, og síðani í gjár tóku eisini øll í 100 metra bringusvimjing fyri menn. Í morgin er so 50 metra teinurin eftir, har Róland eisini er á startlistanum, soleiðis at SuSvim eigur 4 tær bestu tilmeldingartíðirnar.

FML 2021 heiðursmerki í 200 bringu fyri menn.
Frá vinstru Rani Jacobsen (silvur), Jón Hofgaard (gull), Rúni Dahl (bronsa)
FML 2021 heiðursmerki í 100 bringu fyri menn.
Frá vinstru Rani Jacobsen (silvir), Jón Hofgaard (gull), Heini Hansen (bronsa)

Suðuroyar Svimjifelag tók báðar kongateinarnar

Suðuroyar Svimjifelag átti kanska eitt av størru yvirraskilsum á hesi Føroyameistarastevnu, tá ið tey í kvøld megnaðu at vinna gull bæði í 100 metra frísvimjing fyri kvinnur, og í 100 metra frísvimjing fyri menn.

Fyrst varð Alisa Vestergård føroyameistari í 100 frí fyri kvinnur

FML 2021 heiðursmerki 100 frí kvinnur

Og síðani varð Bartal Debess føroyameistari í 100 frí fyri menn

FML 2021 heiðursmerki 100 frí fyri menn

Hóast allar kappingargreinar sjálvsagt hava sama formella status í kappsvimjing, so eru vit í øllum førum summi sum hava hug at kalla 100 frí fyri ‘kongateinin’, tí at tað er ein hin mest elsta og mest populera greinin, til dømis á Olympisku Leikum.

Og her var SuSvim also best í dag, bæði hjá monnum og hjá kvinnum.

Gongur upp á stás í Klaipeda

Meðan Føroyameistarastevnan og Juniormeistarastevnan og Føroyaleikir 2021 verða avgreiddir í Vági, og meðan Bartal E. Eidesgaard og Elisabeth Erlendsdóttir úr Havnar Svimjifelag svimja framúr á EJM í Róm, so hava eisini Jóhanna Ólavsdóttir úr Fuglafjarðar Svimjifelag og Lea Osberg Højsted úr Ægir svomið framúr, tær báðar á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung í Klaipeda í Litava.

Nú sum fyrsti dagur er farin framvið, og harvið tveir teir fyrstu stevnupartarnir av trimum, so hava tær sett tvey stór persónlig met í part, umframt at hava svomið væl eisini í hvør sína triðju kappingargrein. Sí yvirlitið her

Kappingin er sum væntað hørð ímóti hinum norðurlondunum á stevnuni í Klaipeda, men smæðast tær tó ikki púra burtur í millum. Til dømis var Lea nr 11 av 16 luttakandi í 200 bringu, og Jóhanna nr 13 av 16 luttakandi í 400 blandað.

Nýggi landsliðsvenjarin Kristian Martin Joensen var væl nøgdur, nú hann heilsaði úr Klaipeda seinnapartin, og spurdi til hvussu tað gekst hjá okkum í Vági. Eg haldi at man má bara siga, at tað gongur heilt ókey hjá føroyskari svimjing, hóast alt, við úrslitunum nú úr Róm og Klaipeda og Vági, alt í senn.

Ægir trý met í tveimum riðlum

Høvuðsvenjarin Petur Heðin á Fløtti hevði roknað tað væl út, tá ið liðini hjá Ægir skuldu mannast í dag, til liðsvimjingarnar í 4 ferðir 100 metrar blandaðari svimjing fyri mix-lið: Fyrst setti onnur liðsvimjingin føroyskt juniormet í innleiðandi riðlunum í morgun, tá ið tey vunnu gull á JML 2021; og síðani settu báðar liðsvimjingarnar met í finaluni, onnur føroyskt met og hin føroyskt juniormet, tá ið tey vunnu ávikavíst gull og bronsu á FML 2021.

JML 2021 og innleiðandi til FML: “Ægir 2” 4:55.32 og føroyskt juniormet (og JM-gull) í 4×100 blandað fyri mix-lið, har HS átti juniormetið á 4:56.65 frá Atlantic Open 2021. Tey sum svumu fyri “Ægir 2”, vóru Heini M. Askham (rygg), Sofía Toftegaard (bringa), Róa Trygvadóttir (firvald) og Hanus Lydersen (frí)

Heini, Hanus, Róa og Sofía

Finalan á FML 2021: “Ægir 2” 4:49.13 og føroyskt juniormet (og FM-bronsu) í 4×100 blandað fyri mix-lið, har “Ægir 2” átti juniormetið á 4:55.32 frá innleiðandi riðlinum. Tey sum svumu fyri “Ægir 2”, vóru Líggjas Joensen (rygg), Sofía Toftegaard (bringa), Jonna Joensen (firvald) og Hanus Lydersen (frí)

Jonna, Sofía, Hanus og Líggjas

Finalan á FML 2021: “Ægir 1” 4:29.30 og føroyskt met (og FM-gull) í 4×100 blandað fyri mix-lið, har SuSvim átti juniormetið á 4:35.11 frá Atlantic Open 2021. Tey sum svumu fyri “Ægir 1”, vóru Signhild Joensen (rygg), Heini M. Askham (bringa), Malan Jóhansdóttir (firvald) og Martin V. Sivertsen (frí)

Malan, Signhild, Heini og Martin

Elisabeth 2:24.40 í 200 rygg á EJM 2021

Elisabeth Erlendsdóttir royndi seg í morgun í 200 metra ryggsvimjing á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í kappsvimjing á langeil, og varð har nr 20 av teimum 24 luttakandi við tíðini 2:24.40. Besta tíð hjá henni nakrantíð er 2:23.33 frá OL-úttøkustevnuni SuSvim Open í apríl mánaða; men tvær bestu tíðir í trimum royndum er jú avgjørt góðkent 🙂 Sí úrslitalistan her

Bartal 24.45 í 50 frí á EJM 2021

Bartal Erlingsson Eidesgaard royndi seg í morgun í 50 metra frísvimjing á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni 2021, og varð har nummar 65 av 82 luttakandi við tíðini 24.45 sekund. Hetta var stórt persónligt met hjá Bartali, í mun til hansara 24.95 frá SuSvim Open í februar í ár, og hevur hann við hesum flutt seg frá at verða hin 10. besti føroyski svimjarin nakrantíð í greinini, til nú at vera hin 5. besti. Sí úrslitalistan her

Stroyming frá NMU 2021

Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung er sum kunnugt í Klaipeda í Litava nú hin 10. og 11. juli 2021, og litavar ætla sær at stroyma. Úr Føroyum eru tær Lea Osberg Højsted úr Ægir og Jóhanna Ólavsdóttir úr Fuglafjarðar Svimjifelag sum luttaka.

Startlistar og úrslit fara at kunna síggjast her á SwimRankings. Tilsamans eru tey 151 svimjarar úr 9 londum sum luttaka, hesar 2 dagarnar í Klaipeda. Danmark, Estland, Finland, Føroyar, Ísland, Noregi og Svøríki eru fullgyldugir limir í norðurlendska svimjisambandinum, meðan Lettland og Litava hava atlimaskap.

Continue reading Stroyming frá NMU 2021

Ein fínur fyrsti dagur á FM/JM/Føroyaleikum 2021

Hóast í so nógvir av okkara bestu svimjarum eru givnir, hetta góða árið sum korona hevur herjað, so var hesin fyrsti dagurin avgjørt bæði spennandi og lovandi, á FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2021. “HS Mix 1” trýsti føroyska metið eitt fitt petti niður í 4×100 frí fyri mix-lið, og teir yngru svimjararnir góvu í heilum teimum eldru skarpan gang, eisini í FM-finalunum.

“HS Mix 1” ger klárt til myndatøku
Continue reading Ein fínur fyrsti dagur á FM/JM/Føroyaleikum 2021

16 ára gamli Popovici er nú heimsins skjótasti í 100 frí

Hetta hendi í gjár, tá ið tey avgreiddu finaluna í 100 metra frísvimjing á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í kappsvimjing á langgeil, ið sum kunnugt er í Róm í Italia í hesum døgum. Rumenski David Popovici svam longu týsdagin heimsins fjórskjótastu tíð í ár, tá ið hann sum fyrsti svimjari í 4×100 frí setti nýtt juniorheimsmet við tíðini 47.56 sekund – fyri síðani í gjárkvøldið at svimja skjótastu tíð yvirhøvur í heiminum í ár, við tíðini 47.30 í EJM-finaluni í 100 frí fyri einstaklingar. Sí LEN

David POPOVICI ROU swimming, nuoto LEN European Junior Swimming Championships 2021 Rome 2176 Stadio Del Nuoto Foro Italico Photo Giorgio Scala / Deepbluemedia / Insidefoto

Photo courtesy of Deepbluemedia/G. Scala