Elisabeth í B-finalu á TYR Pro Swim Series 2025

Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) megnaði nú seinnapartin at svimja seg víðari til B-finalu á TYR Pro Swim Series 2025, tá ið tey í Westmont avgreiddu innleiðandi riðlarnar í 50 metra ryggsvimjing. Úrslitið hjá henni var 29.98 sekund, sum otaði hana eitt stig fram á styrkislistanum, frá fyribils 15. til 14. pláss. Sí úrslitalistan her

scenic view of city during dawn
Photo by Chait Goli on Pexels.com
Continue reading Elisabeth í B-finalu á TYR Pro Swim Series 2025

Tvey afturat á altjóða dómaralista

Altjóða svimjisambandið hevur nú lagt út dagførdan lista yvir altjóða yvirdómarar og startar, sum m.a. er víðkaður við tveimum føroyingum afturat.

Rakul í Lágabø er nýggjur altjóða yvirdómari, og John D. Olsen nýggjur altjóða startari, og hava vit sostatt nú 4 altjóða yvirdómarar og 3 altjóða startarar.

Continue reading Tvey afturat á altjóða dómaralista

Lea 2:39.27 og nýtt føroyskt met og juniormet í 200 bringu

Lea Osberg Højsted megnaði í morgun at seta stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon á SuSvim Open í Páls Høll í Vági svam seg til úrslitið 2:39.27. Hon átti sjálv føroyska metið og juniormetið á 2:41.81, frá FM í fjør. Sí úrslitalistan her á Swimify

Lea í Páls Høll. Danny Osberg Højsted eigur myndina