Kina er í sjokk, nú Ouyang Kunpeng er tikin fyri at hava nýtt anabolska steroidið Clenbuterol. Hann var ein av vónunum um at vinna heiðursmerki í ryggsvimjing á OL í Kina, men er nú prompte útilokaður fyri lívstíð av sína egna svimjisambandi. Lesið her í Ekstrablaðnum.
ÍSF fingið nýggja heimasíðu
Lesið her á sportal.fo, ella her á nýggju heimasíðuni. Har er enn okkurt smáting við at adressan hjá heimasíðuni skiftir frá isf.fo til solvihansen.com, men annars er hon ótrúliga flott og spennandi. Og djørv, við tað at tey nú lata upp fyri at vit kunnu gera viðmerkingar til tilfarið á heimasíðuni. Enntá til kontroversiell tíðindi sum at “Ein maður, ið varð dopingkannaður í Føroyum tíðliga í 2005 vísti høgt testosteronvirði“. Continue reading ÍSF fingið nýggja heimasíðu
Susvim til Danmarkar at luttaka í DM á langbana
Tað sær út til at Susvim fer at gera ein ordans vørr á donsku langteina-meistarastevnuni í Gladsaxe í komandi viku, nú Pál Joensen er seedaður sum nr 1 í bæði 400, 800 og 1500 frí, og Malan Vitalis Bærendsen sum nr 2 í 50 bringu. Tey eru Mona Simonsen, Shaila millum Garðarnar, Malan V. Bærendsen og Pál Joensen sum fara fyri Susvim; og hartil luttekur Elspa Mørkøre fyri West Swim, við bestu tilmeldingartíð í 50 rygg og 200 frí, næstbestu í 100 og 200 rygg, og góðum tíðum í eisini øðrum greinum. Sí gladsaxeswim.dk og livetiming.dk, umframt startlista og annað gott við at klikkja tykkum fram til stevnuna á svoem.dk. Continue reading Susvim til Danmarkar at luttaka í DM á langbana
Right, gloym hávabúrið í Grenaa
Í Grenaa (Danmark) sleppur man at svimja saman við smáum hávum, men í Georgia (USA) svimja tey saman við hvalhávum so stórir sum bilar. Nice, very nice. Lesið her í Los Angeles Times, har tey eisini hava eina myndarøð frá eini vitjan. Tað kostar í løtuni $190 at svimja og $290 at kava í hávabúrinum.
Danir fara ikki til NUM 2008 (?)
Hetta var nakað sum eg frætti sum slatur á kantinum í Kastrup í vikuskiftinum. Eftir øllum at døma velur danska svimjisambandið ikki at senda nakran til Nordisk UngdomsMesterskaber í Finnlandi í august, tí tey ikki vilja at so ung skulu svimja árið runt. Continue reading Danir fara ikki til NUM 2008 (?)
Ups, Køge Svømmeland plágað av øllum frá rusti til innvølsorm
Tað fer at kosta um 19 milliónir krónur at umvæla Køge Svømmeland, tí har eru stórir trupulleikar við gravskitnum vatni, rusti, kemikaliufyltari luft og oyðiløgdum stálkonstruktiónum. Tak-konstruktiónin skal styrkjast, loftsplátur hava hug at loysa seg, og alt møguligt annað. Lesið á Ingeniøren, ella sjálva rapportina á heimasíðuni hjá Køge Kommune.
DÅM 2008: Meira video
Eftir strævnan dag í Field’s, havi eg nú havt stundir til at senda fleiri videoir upp afturat. Her beint nú er tað talan um kappingina 100 metrar bringusvimjing í Hørsholm leygardagin, men eg leggi so so líðandi fleiri videoir afturat, so hvørt sum tær eru klárar. Tær eru tíverri ikki í hágóðsku, av tí at tær fylla ov lítið á YouTube :-/
Jóhann Heðinsson 100 bringu
DÅM 2008: 4×100 blandað grp 2
Her skuldi ein video víst seg innan alt ov leingi. Eg skrivi meira seinni, men beint nú fari eg altso í song 🙂
DÅM 2008: Samandráttur og yvirlit
Her eru tveir listar við øllum tí sum varð svomið av føroyingum á DÅM 2008. Við fyrivarni fyri at eg kanska hava gjørt onkran feil, so svumu tey seg tilsamans til 28 persónlig met, tvey bólkamet og tvey bólka-landsliðsmet, umframt at stafettirnar tríggjar ferðir svumu betri enn tilmeldingartíðina (altso fyri so vítt ‘persónligt’ met hjá viðkomandi stafettum, um enn svimjararnir kunnu hava verið aðrir).
Bestu úrslit fingu Jóhann Heðinsson og Tanja Skaalum í 100 bringu, umframt Tanja eisini í 200 bringu, tá ið tey svumu seg til eina tíð sum hevði givið bronsuheiðursmerki, um tey svumu fyri danska svimjisambandið. Hjá teimum eldru var tað stafettin í 4×50 blandað, tá tær svumu seg til 7. bestu tíð av øllum í sínum bólki, og sum einstaklingur Helena Sævarsdóttir við 8. bestu tíð í 100 rygg. Continue reading DÅM 2008: Samandráttur og yvirlit
Føroyska legan í Hørsholm
Nakrar heilt stuttar videoir frá í gjár