3 føroysk met og Susvim hølvar alt av

Kári J. á Høvdanum byrjaði ballið við at betra sítt egna føroyska met í 200 rygg frá 2:06.44 til 2:05.13. Síðani betraði Pál Joensen um sítt met í 200 blandað frá til 2:11.33 til 2:08.85. Og at enda betraði eisini Malan Vitalis Bærendsen um sítt met í 50 bringu frá 34.94 til 34.74. Jóhann Heðinsson setti sum nevnt bólkamet í 50 firvald, og Bjarni M. Petersen svam sum sætti svimjari í 100 frí seg til eina silvurnál við tíðini 57.91. Støðið er høgt 🙂 Continue reading 3 føroysk met og Susvim hølvar alt av

FM í svimjing beinleiðis á Rás 1 um vikuskiftið

Tíðindaskriv frá Svimjisambandinum um FM í svimjing:

Í sambandi við árligu føroyameistarastevnuna í svimjing, sum verður í Tórshavn um vikuskiftið, hevur
Svimjisambandið gjørt av at royna framleiðslu og beinleiðis sending av øllum finalum í sjónvarpi.

Samstarvsavtala er gjørd við Televarpið, R2Net og Rás 2.

Kappast verður eftir hesi skrá:

  • Fríggjadag 16. mai: Innleiðandi riðlar frá kl 13:30 og finalur frá kl 18:00
  • Leygardag 17. mai: Innleiðandi riðlar frá kl 09:30 og finalur frá kl 16:30
  • Sunnudag 18. mai: Innleiðandi riðlar frá kl 08:30 og finalur frá kl 15:30

Finalurnar verða vístar beinleiðis á Rás 1 hjá Televarpinum, hvønn dag, og byrjað verður fríggjadagin kl
17:45.

Vegna Svimjisambandið
Palli Ziskason

Continue reading FM í svimjing beinleiðis á Rás 1 um vikuskiftið

LiveTiming sendir ‘LIVE’ frá høllini alt vikuskiftið

Minnist til at tit kunnu fylgja við úrslitunum ‘LIVE’ frá Føroysku Meistarastevnuni í Gundadali í vikuskiftinum, við at fara her á Livetiming.se. Og haldið annars eygu við hesa heimasíðuna og susvim.com, tí har verður óivað eisini okkurt í leypi av stevnuni.

livetiming Continue reading LiveTiming sendir ‘LIVE’ frá høllini alt vikuskiftið

FM 2008 tíðarætlanin broytt eitt vet

Svimjinevndin hjá SSF boðar frá at tíðarætlanin nú er broytt eitt vet, soleiðis at upphiting og kapping fríggjadag nú byrjar eitt sindur fyrr enn fyrr ætlað. Innleiðandi parturin ein hálvan tíma fyrr, og finalurnar umleið ein heilan.

Skráin sær altso soleiðis út nú:

  • Fríggjadagur 16. mai, upphiting kl 12:00, kapping kl 13:30 (innleiðandi)
  • Fríggjadagur 16. mai, upphiting kl 16:15, kapping kl 18:00 (finalur)
  • Leygardagur 17. mai, upphiting kl 08:00, kapping kl 09:30 (innleiðandi)
  • Leygardagur 17. mai, upphiting kl 15:00, kapping kl 16:30 (finalur)
  • Sunnudagur 18. mai, upphiting kl 07:00, kapping kl 08:30 (innleiðandi)
  • Sunnudagur 18. mai, upphiting kl 14:00, kapping kl 15:30 (finalur)

Continue reading FM 2008 tíðarætlanin broytt eitt vet