Hey hey, her er bloggan hjá Nystrand

Og hann er rættiliga ágrýtin eisini, her á metrobloggen.se, har hann millum annað skrivar um at hann ikki heldur at betringarnar nú skyldast doping (til tað er breiddin ov stór á hópinum sum nú svimur nógv skjótari í senn), men at tað kanska er draktirnar, OL árið, ella broytingar í hvussu fólk venja. Har eru eisini myndir og video og frágreiðing um hvussu hann venur, umframt møguleiki at seta ein spurning í viðmerkingunum, um man hevur okkurt á hjarta.

Havnar Svimjifelag til Danmarkar at kappast

Svimjifelagið WestSwim skipar nú 2. – 4. maj fyri stórari altjóða svimjistevnu í Esbjerg, við 1845 luttakarum úr 10 londum. Tað er 11. árið at WestSwim skipar fyri hesi stevnu, og Havnar Svimjifelag luttekur sum onkuntíð áður við einum rættiliga stóri hópi. Fylgi við á heimasíðuni hjá WestSwim, á livetiming.dk, ella við evt. at fylgja við beinleiðis ‘videostreaming’ frá kappingini. Continue reading Havnar Svimjifelag til Danmarkar at kappast

Joan Bláfoss vunnið altjóða triathlonkapping í Lissabon

Sum tit kunnu lesa her á sportalinum, vann Joan Bláfoss sína fyrstu altjóða kapping nú seinasta vikuskifti. Kappast varð á hálva ironman teininum, sum er 1.9 km svimjing, 90 km súkkling og 21 km renning. Joan nýtti 4 tímar, 8 minuttir og 24 sekund um teinin, og vann harvið kvinnukappingina og fyrstu virðisløn á 3000 evrur. Sí eisini heimasíðuna hjá kappingini, Lisboa International Triathlon.

David Blaine sett heimsmet í at halda ondina

‘Úthaldniskunstnarin’ David Blaine helt ondina í 17 minuttir og 4 sekund á Oprah Winfrey Show í dag, eftir fyrst at hava anda inn reint oxygen í umleið 23 minuttir. Hetta var nærum ein hálvan minutt longri enn gamla metið á 16 minuttir og 38 sekund, sum Peter Colat setti í februar í ár. Og nei, hann brúkti ikki Speedo LZR 🙂

Continue reading David Blaine sett heimsmet í at halda ondina

Úrslit frá SUM 2008

Suðuroyar Svimjifelag vann flest heiðursmerki tilsamans á SmáUnglingaMeistarastevnuni í Vági í gjár og fyrradagin, meðan Havnar Svimjifelag við Jóhannes Agnarssyni vann flest heiðursmerki í bólki 1, og Óluva Jacobsen úr Reka vann flest sum einstaklingur. Tanja Skaalum (Susvim), Guðrun Mortensen (Susvim) og Sigrid Magnussen (Skeggjar) svumu bronsunálatíð í 50 frí, og vunnu sær harvið eisini rætt at luttaka á FM í mai mánaða.

DSC_0167 Continue reading Úrslit frá SUM 2008

Uppróp frá Forbes Carlile: Klaga til FINA!

Tiltikni avstralski venjarin Forbes Carlile hevur sum kunnugt longu einaferð skrivað opið bræv til FINA, um at seta avmarkingar fyri hesum nýggju svimjidraktunum við innbygdum panelum og korsetti og øðrum ið betrar um evnini hjá svimjaranum. Men nú fer hann eitt stig víðari, við at heita á sambond og einstaklingar um at klaga til FINA, við tilvísing til at vit jú øll í prinsippinum eru FINA. Continue reading Uppróp frá Forbes Carlile: Klaga til FINA!

2 heimsmet og 1 evropeiskt met sett í vikuskiftinum

Fyrradagin settu avstralsku Libby Trickett og Leisel Jones nýggj stuttbana heimsmet á svimjistevnuni Australian Grand Prix, í ávikavist 100 firvald og 100 bringu hjá kvinnum. Libby Trickett svam 55.74 í firvald har 14 daga gamla metið hjá Feliciu Galvez var 55.89. Og Jones betraði um sítt egna met í 100 bringu, frá 1:03.86 til 1:03.72.

Í gjár svam franski Amaury Leveaux so nýtt evropeiskt met í 50 frí hjá harrum, í eini tíð sum fyri einum mánaða síðani hevði verið fantastiskt heimsmet. Hetta var á fronsku úttøkustevnuni til OL, har Leveaux vann við met tíðini 21.38, og Alain Bernard gjørdist nummar tvey við 21.69. Bernard setti sum kunnugt heimsmet í síðsta mánaða við tíðini 21.50, sum síðani varð tikið av avstralska Eamon Sullivan við tíðini 21.28. Continue reading 2 heimsmet og 1 evropeiskt met sett í vikuskiftinum