Um at venja við snorkli

Fann hesa áhugaverdu grein á swim.dk, nú eg tilfeldigvís sá at swim.dk hevur snorklar á tilboð. Tað eru WestSwim høvuðsvenjarin Bo Jacobsen og Kristian Mikkelsen hjá swim.dk sum skriva um tað at venja við snorkli, men tað mest áhugaverda er kanska videoirnar við Jon Rud, har man sær hvussu tað veruliga gongur fyri seg. Her niðanfyri ger hann t.d. okkurt øvilsi til at venja kroppslegu:

Continue reading Um at venja við snorkli

Tíðindaskriv frá SSF ísv SUM 2008

100 svimjarar møtast til Meistarastevnu.

SUM Smáunglingameistarastevnan í svimjing verður fríggjadagin 25. apríl og leygardagin 26. apríl í svimjihøllini í Vági.

Hetta er meistarakappingin fyri tey yngstu, t.v.s. bólkarnar 1 og 2.

Bólkur 1 árg 99 og yngri, og bólkur 2 er árg 97 og 98. Continue reading Tíðindaskriv frá SSF ísv SUM 2008

Flóta betri uttan at vera lættari

Áhugaverd grein her á swimnetwork.com, har Scott Goldblatt skrivar frá samrøðu við ein stjóra hjá TYR, um nýggjastu hátøkniligu svimjidraktina hjá teimum. Ein av effektunum av hesari nýggju draktini er eftir øllum at døma, at hon flytir tyngdarpunktið hjá svimjaranum tættari at uppdriftspunktinum, so at beinini ikki longur søkka. Altso, draktin ger ikki at svimjarin flýtur hægri í vatninum (sum vildi verið ólógligt… draktin má ikki virka sum flot), men ‘bara’ at hann flýtur líka væl við beinunum sum við restina av kroppinum. Continue reading Flóta betri uttan at vera lættari

Úrslit frá Suðuroyar Sparikassa stevnuni

Viðfestar eru úrslitafílurnar frá Suðuroyar Sparikassa stevnuni í vikuskiftinum. Úrslitið varð at Suðuroyar Svimjifelag vann kappingina um flestu heiðursmerki, serliga vegna sínar eldru svimjarar, meðan Fuglafjarðar Svimjifelag var best í bólki 3 og HS í bólki 4. Pál Joensen vann heilir 12 gullheiðursmerki og 3 silvurheiðursmerki, meðan besta kvinnan var Shaila millum Garðarnar við 9 gull og 2 silvur.

Heiðursmerkjabýtið her niðanfyri telur upp heiðursmerkini í øllum kappingum uttan tær opnu ‘útskiljings-finalurnar’; so at skilja at svimjarar her fáa ‘heiðursmerki’ fyri ta plasering sum tey fingu í innleiðandi riðlunum, og finalan so verður ignorerað. Trupulleikin er nevniliga at stevnan sum heild varð bólkabýtt, meðan hesar finalurnar vóru ‘opnar’, og eg tí fløkist í nær eg skal telja ein yngri svimjara sum nr 1, 2 og 3 í sínum bólki og ikki.

Heiðursmerkjabýti millum feløg, allir bólkar

Felag Gull Silvur Bronsa
Susvim 40 34 11
FS 28 17 14
HS 22 21 13
Reki 11 12 8
FLOT 6 5 5
Ægir 5 6 13
Tilsamans 112 95 64

Continue reading Úrslit frá Suðuroyar Sparikassa stevnuni

Fullfíggjaði metlistin frá Manchester 2008

Svensku www.scmsom.se hava listað øll heimsmet, heimspartamet og tjóðarmet upp her á heimasíðuni, sum sett vóru á heimsmeistarastevnuni í Manchester herfyri. Listin er drápuligur: 18 heimsmet, 35 stevnumet, 28 afrikansk, 15 amerikansk, 2 asiatisk, 22 evropeisk og 17 oseanisk, umframt ein rúgva av tjóðarmetum.

2 føroyskt met á Suðuroyar Sparikassa stevnuni í gjár

Kári J. á Høvdanum betraði um sítt føroyska met í 100 rygg, við at svimja 56.91, har metið hjá honum var 57.41. Og Pál Joensen strikaði metið hjá Asbjørn Hansen í 100 firvald, við at svimja 58.74 har metið hjá Asbjørn var 58.95. Lesið her av susvim.com.