Amerikanska Jessica Hardy hevur í kvøld sett nýtt heimsmet í 50 bringu á stuttbana, tá ið hon á heimsmeistarastevnuni í Manchester svam teinin í tíðini 29.58, har heimsmetið hjá avstralsku Jade Edminstone var 29.90. Lesið á SwimNews og SwimInfo.
Ábreiðslurnar herðast móti nýggju draktini
Tiltikni australski venjarin Forbes Carlile hevur sent eitt opið bræv til svimjiheimin, har hann sigur at ítrótturin hjá honum verður prostitueraður av nýggju draktunum. Italski høvuðsvenjarin Alberto Castagnetti kallar LZR draktina fyri ‘tøkniliga doping’. Craig Lord á SwimNews koyrir eina hetz sum eg gjarna viðgangi smittar av upp á meg og svimjing.com. Og nú sigur enntá FINA forsetin sjálvur, at tað ikki er ov seint at umhugsa reglurnar fyri hvussu draktir verða góðkendar. Continue reading Ábreiðslurnar herðast móti nýggju draktini
HM sæst beinleiðis á eurosport.yahoo.com
Á Eurosport stendur, at HM verður víst beinleiðis á heimasíðuni. Tað vil siga byrja tey at senda um ein góðan hálvan tíma kl 19.00.
Mona 9:12.33 í 800 frí
Hetta er skjótari enn hennara tilmeldingartíð á 9:13.50, men ikki besta tíð (hon hevur í øllum førum svomið 9:09.95, tá ið hon í fjør svam seg til gullnál). Gullnálatíðin er 9:11.52. Úrslitini frá innleiðandi 800 frí síggjast her á omegatiming.com.
Shaila 58.74 í 100 frí
Hetta er ikki líka skjótt sum tá ið hon í marts svam gullnálatíð, og heldur ikki undir kravtíðina til hesa HM stevnu. Tey eru tí vælsagtans ikki heilt nøgd í Manchester, um enn hon er tætt uppá sínar bestu tíðir. Innleiðandi úrslitini kunnu síggjast her á omegatiming.com.
3 heimsmet á fyrsta degi av HM
Kirsty Coventry setti nýtt heimsmet í 400 blandað við tíðini 4:26.52, í kapping har tríggjar fóru undir gamla heimsmetið á 4:27.83. Mennirnir úr USA bukaði Svøríki og hinar í 4×100 frí, og settu heimsmet við tíðini 3:08.44. Og kvinnurnar úr Niðurlondum settu sum ‘Arena’ longu hevur nevnt heimsmet í 4×200 frí við tíðini 7:38.90, í kapping har 4 lið fóru undir gamla heimsmetið á 7:46.30.
Her er finalan í 400 blandað
4 lið undir WR – 4×200 frí hjá kvinnum
Í dag setti Holland heimsmet á teininum 4×200 frí kvinnur. Tað sum undrar meg stórliga, er at heili 4 lið svumu undir gamla heimsmetið, sum Kina setti í apríl 2002!. og at 3 av hesum fóru yvir 7 sekund niðurum gamla metið!!!
Nakar sum hevur eina góða forkláring? Nýggjar dragtir? vanliga lágt prioritera kapping? annað? Her er altso talan um eitt 6 ára gamalt met, sum verður spønað av 3 natiónum í einari og somu kapping!!!
Continue reading 4 lið undir WR – 4×200 frí hjá kvinnum
Nýtt føroyskt met til Kára, Pál byrjar varliga
Kári J. á Høvdanum hevur eftir øllum at døma sett nýtt føroyskt met í 100 rygg, nú hann svam 57.33 har føroyska metið er skrásett at vera 57.41. Pál Joensen svam hin vegin ikki upp til sítt besta í 200 frí, tá ið hann svam 1.53.26 har føroyska metið hjá honum er 1.51.79.
Photo © Bjarnason 2008 Continue reading Nýtt føroyskt met til Kára, Pál byrjar varliga
Suðurafrikanarar fastir í Heathrow
Ein stórur partur av suðurafrikanska svimjilandsliðnum náddi onga venjing í Manchester nú áðrenn kappingina, av tí at tekniskir trupulleikar vóru í Heathrow. Okkurt við at handan har brúgvin til flúgvaran ikki virkaði, og tey tí máttu bíða eftir vanligari trappu og so gjørdust ov seint til næsta flúgvara. Ljóðar sum ein typiskur flogtúrur hjá Jón Bjarnasyni 🙂
Kelda: SwimNews
So byrjar HM
Tað er nú um ein tíma ella so, at tey byrja at svimja innleiðandi riðlar í Manchester. Í morgun eru tað Kári og Pál sum skulu svimja ávikavist 100 rygg og 200 frí fyri Føroyar. Eurosport sendir ‘Live’ frá bæði innleiðandi nú og frá finalunum í kvøld kl 19. Sí skránna hjá Reidari á susvim.com.
Photo © Bjarnason 2008 Continue reading So byrjar HM