Suðuroyingar síggja Pál á stórskíggja

Og fyri tey í Suðuroynni, sum hava áhugað í svimjing, er bara at leita sær í Stóra Pakkhús fyrrapartin í morgin, tí HM kappingin verður víst á stórskíggja í Stóra Pakkhúsi í Vági, har tað eisini ber til at fáa sær ein kaffimunn afturvið.

http://www.sudurras.com/pages/posts/fylgja-viF0-pE1l-E1-stF3rskEDggja-ED-stF3ra-pakkhFAsi-fyrrpartin-ED-morgin1911.php

HM riðlarnir síggjast á omegatiming.com

Offisiellu startlistarnir síggjast nú her á omegatiming.com, har vit t.d. síggja at eg má hava yvirsæð onkran í gjár, við tað at Pál ikki er seedaður sum nr 9 men sum nr 11 í 1500 frí. Á well, um ikki annað, so merkir tað at hann fær kapping í næstbesta riðli, heldur enn at skula pace’a seg sjálvan sum tann ið akkurát ikki kom við í besta riðil.

Photo © Bjarnason 2008

HM 2008 startlistarnir klárir

– OG PÁL ER SEEDAÐUR SUM NR 9 !! (lesið í viðmerkingunum) – OG RÆTTING DAGIN EFTIR: 11

Lið startlistarnir kunnu heintast her av manchester2008.org. Teir eru tíverri skipaðir upp eftir hvørt landslið sær, heldur enn hvørja kapping sær, og tað er tí eitt sindur torført at síggja hvørjir favorittarnir eru í ymisku kappingunum. Men tað er bestemt betri enn einki 🙂

Photo © Bjarnason 2008 Continue reading HM 2008 startlistarnir klárir

Føroyska HM landsliðið 4 ferðir so stórt sum tað danska

Tey skriva her á swim.dk, at danska landsliðið til heimsmeistarastevnuna í Manchester verður bara éin svimjari (Chris Christensen), har okkara sum kunnugt eru fýra. Sviar og norðmenn senda lið, men fokus er yvirhøvur nógv á fyrst og fremst at fyrireika til olympisku leikir í summar, hjá teimum sum sleppa til OL. Vónandi kann hetta onkunsvegna verða ein fyrimunur hjá okkara svimjarum, at t.d. kappingarneytarnir hjá Pál eru færri í tali, umframt í tungari venjing. Continue reading Føroyska HM landsliðið 4 ferðir so stórt sum tað danska

Hetta skulu føroyingarnir svimja á HM

Kelda: Susvim og Manchester 2008:

Shaila millum Garðarnar Mona Simonsen Kári J. á Høvdanum Pál Joensen
mik 9. april 100 rygg 200 frí
hós 10. apríl 100 frí 800 frí
frí 11. apríl 400 frí 50 rygg 400 frí
ley 12. apríl 50 frí 100 blandað
sun 13. apríl 200 frí 200 frí 200 rygg 1500 frí

Continue reading Hetta skulu føroyingarnir svimja á HM

HM verður víst ‘Live’ á fina.org

Sum tit kunnu lesa her á swiminfo.com, so fer WORLD Championship Sports Network (WCSN) at senda ‘Live’ frá komandi HM í Manchester, á www.wcsn.com til amerikanskar hyggjarar og www.fina.org til restina.

Eg fái ikki sett inn offisiellu videoina, so her er onkur lýsing sum eg fann á YouTube

Continue reading HM verður víst ‘Live’ á fina.org

Tíðindaskriv: Stuðulsavtala millum SSF og Intersport

Svimjisamband Føroya og Intersport hava gjørt tvey ára avtalu um samstarv. Avtalan inniber m.a., at føroyska svimjilandsliðið fram til HM á stuttbana í Dubai, nýtir klæðir av merkinum HUMMEL frá Intersport.

Palli Ziskason, formaður gleðist um, at svimjisambandið hevur fingið ein samstarvsfelaga afturat. Frammanundan eru Norðoya Sparikassi og Atlantic Airways høvuðsstuðlar hjá Svimjisambandinum. Hetta samtarv hevur verið síðan 2006 og er fyrbilis galdandi til komandi summar, eftir HM á langbana í Italia.

Sí eisini www.ssf.fo Continue reading Tíðindaskriv: Stuðulsavtala millum SSF og Intersport

DÅM og annað

Ja man kann ganga og bara vóna at Okkara spentu,ágrýtnu fittu ungu svimjararar aftur í ár sleppa til DÅM.
SSF sleppur bara alt ov lætt. Áttu vit ikki nakrar eldsálir í Føroyum sum brenna fyri svimjingini, so sluppu hesi einki. À sama hátt við Køge Open, har eru tað faktiskt somu persónar ið gera tað so at hetta ber til. Gott nokk hevur SSF stuðla við einari mini uphædd til DÅM.
Haldi bara at tað er í tøkum tíma at okkara ungu svimjarara verða prioterair. Tey venja 5 til 7 ferðir um vikuna, tey hava sínar kappingar at fara til í Føroyum, men SSF má hava skipaðar gularøtur til tey,annars missa vit tey.
Ja Rókur, nú er Petur Heðin sloppin fram at aftur, men saman við honum sum legði alt ungdómsarbeiðið á hyllina, og gjørdi sítt til at so nógv eru givin…vónandi verður hetta ein duo ið nógv gott spyrgst burturúr.
Vit eru so fá, so góðu venjarar og SSF geri tað so at øll sum svimja koma at trívast.
Tað er bara so í dag, at tað eru so nógv tilboð av øllum slag, ikki minst at tað eru so nógvar ítróttargreinar,so kapping er um børnini og tey ungu, tað er bara so. So kom on lat okkum bróta upp armar, øll sum vilja svimjingini nakað gott.