Sum tað stendur her á ssf.fo: Árligi kalendarafundurin verður í ár á Viðareiði vikuskiftið 6 – 8 juni 2008. Nærri upplýsingar verða kunngjørdir seinni.
Zueva tók metið aftur frá Manaudou
Í gjár tók franska Laure Manaudou metið frá russisku Anastasia Zueva í 100 rygg við tíðini 59.50, tá ið tær svumu semifinalur á evropameistarastevnuni í Eindhoven, men í dag tók Zueva so metið aftur frá Manaudou við tíðini 59.41. Lesið her á SwimNews.
Góð ráð frá Ryan Lochte
The New York Times hevur hesa grein í dag um amerikanska Ryan Lochte, har tey serliga práta um hvussu hann venur. Greinin er nokk mest ætlað til motións-svimjarar, men har er tó ein rúgva av áhugaverdum til meira seriøsar eisini 🙂
Her er video av Lochte, tá ið hann setur heimsmet í Melbourne 2007
Nýtt heimsmet í 100 frí hjá monnum
Franski Alain Bernard hevur tikið heimsmetið hjá Pieter van der Hoogenband í 100 frí á langbana. Nýggja heimsmetið er 47.60, har gamla hjá Hoogenband frá 2000 var 47.84. Og Bernard hevur enntá eina roynd til góðar afturat, við tað at hetta var í semifinaluni á evropameistarastevnuni í Eindhoven. Lesið her á SwimInfo.
Manaudou sett evropeiskt met í 100 rygg
Franska Laure Manaudou svam í gjár teinin í tíðini 59.50, tá ið tey svumu semifinaluna í Eindhoven 2008. Í dag fær hon so møguleika at gerast fyrsta kvinna sum verður tríggjar ferðir evropameistari í somu grein. Lesið her á SwimNews og her á SwimInfo.
swimnetwork.com er ‘sosial heimasíða’ til okkum svimjarar
Tey á www.timedfinals.com hava lagt eini tíðindi á heimasíðuna í dag, har tey boða frá at tey nú flyta til eina nýggja heimasíðu kallað www.swimnetwork.com. Hendan nýggja sær rættiliga áhugaverd út, m.a. tí at brúkarar har kunnu senda upp videoir sum síðani kunnu nýtast av øðrum heimasíðum. Her niðanfyri er eitt dømi, har tey eru heima hjá amerikanska bringusvimjaranum Amanda Beard.
Continue reading swimnetwork.com er ‘sosial heimasíða’ til okkum svimjarar
Broytingar í svimjireglunum hjá SSF
Fylgjandi tíðindi eru nú at lesa á www.ssf.fo: Svimjinevndin hevur saman við starvsnevndini á fundi 17. mars 2008 samtykt dagførdar svimjireglur. Dagførdu svimjireglurnar liggja her á heimasíðuni, og koma í gildi í dag 20. mars 2008.
Viðfestar eru gomlu og nýggju reglurnar, umframt at eg stutt listi upp tær broytingar sum eru gjørdar. Continue reading Broytingar í svimjireglunum hjá SSF
svimjing.com doyr langafríggjadag
Tað er nærmast bíbilskt, ha? Heimasíðuhýsarin Dreamhost ætlar sær langafríggjadag 21. mars at flyta ambætarar sum reka m.a. svimjing.com (og flot.info), og koma tí at sløkkja fyri tænastuna inntil einaferð (vónandi) leygardagin 22. mars. Teir siga 12 tímar, men man veit jú aldrig. Lesið her á DreamHost Status blogguni.
svimjing.com er eitt ár
Tann 1. mars 2008 hevði hendan heimasíðan verið á netinum í eitt ár, og typiskt eg so gloymdi eg tað. Her kemur tí ein seinkað frágreiðing um fyrsta árið…
Evropeiskt met til Alexander Dale Oen
Bæði norski Alexander Dale Oen og franski Hugues Duboscq fóru undir minuttin í 100 bringu á langbana í dag, tá ið Alexander svam 59.76 og Duboscq 59.78. Norðmaðurin setti harvið fyrsta evropeiska met hjá einum norðmanni nakrantíð , og varð eisini fyrsti norski mannligi evropameistari (Irene Dalby varð evropameistari í 1991). Russiski Roman Sludnov átti gamla metið á 59.95, sum hann setti í 2001. Lesið her á SwimNews.
(eingin video at finna enn, men her er ein prát við hann eftir 200 bringu…)