Nýtt heimsmet í 4×100 frí hjá kvinnum

Hálendsku Inge Dekker, Ranomi Kormowidjojo, Femke Heemskerk og Marleen Veldhuis hava við tíðini 3:33.62 sett nýtt langbana heimsmet í 4×100 frí hjá kvinnum, á evropameistarastevnuni í Eindhoven í gjár. Hetta var ein betring uppá næstan 2 sekund, í mun til gamla metið á 3:35.22 frá 2006, sum týskarar áttu. Lesið her á SwimInfo.

Eg havi ikki funnið nakra videobrot enn av hálendsku gentunum, men her er Stefan Nystrand eftir at svensku mennirnir vunnu gull í somu grein:

OK, nú (20. mars) havi eg funnið eina italska video. Fantastiska flott

Continue reading Nýtt heimsmet í 4×100 frí hjá kvinnum

Innbjóðing til Susvim stevnu 28.-30. mars 2008

Suðuroyar Svimjifelag bjóðar til svimjistevnu í Vági 28. 29. & 30. mars 2008. Kappingin verður svomin sum ein opin kapping, og úrslitini bólkað til bólk 3, 4, 5 og opnan bólk. Finalurnar eru opnar, altso eingin bólkur. Tilmeldingarfílan kemur seinni í dag. Continue reading Innbjóðing til Susvim stevnu 28.-30. mars 2008

Meira sensurur á svimjing.com

Óókey, eg havi tikið ein post av heimasíðuni afturat, og fólk verða sikkurt bæði ill og glað um tað. Eg haldi bara at hatta kjakið er ov tungt at taka alment beint nú, tá ið vit skuldu til at endurbyggja arbeiðið runt landsliðini og annað. Vit eru endiliga í eini uppgangstíð aftur, so latið vinaliga ikki eitt kjak um nakrar tilmeldingar sáa split í svimjingina. Í øllum førum ikki á hesari heimasíðuni.

Eg eri annars við uppá at vit taka hatta kjakið upp á góðan gamlan manér, sum ein ávísur klaksvíkingur viðmælti á sinni. Øll inn í eitt rúm, og so skeldast so tað brakar, til vit finna eina loysn. Føroyska svimjingin er ein familja, og tað er tí at vit klandrast so. Tí vit leggja nakað í tað. Eg haldi at øll hesi fólkini sum klandrast beint nú, eru ov virðismikil til at skumpa frá sær.

Ja, eg kasti við gróti í mínum glashúsi, tað veit eg væl. Men akkurát í hesum føri eri eg á báðum síðum, og tí haldi eg at tað er mín túrur at royna 🙂

Annars, bara so tit vita tað, so viðføra hesi hendingar, har eg steðgi einum orðaskifti, næstan altíð við at eg fái skeld frá báðum síðum. Fyri at steðga tí, og fyri ikki at hava steðgað tí nóg tíðliga. Tað er einki skeg. So er tað at eg hugsi at tað er ikki tað vert, at eg skuldi bara lokað heilt fyri viðmerkingum; men tað er heldur einki skeg.

Vit høvdu eina góða viku í farnu viku.

Pauli og Jokarin

50 m. frí hjá monnum gjørdist kanska ´TANN´ serliga spennandi kappingin leygardagin í Klakvík. Pauli Ø. Mohr hevur havt stóra framgongd í síni roynd eftir føroyska metinum í 50 m. frí og varð líka við at gera bart við síni tíð á 0.24.08 fyri stuttari tíð síðan til svimjikapping í Havn. Leygardagin skuldi hann aftur standa sína roynd, men tað at ´jokarin´ hjá Ægir átti so nógv í sær, hevði kanska fáur væntað.

Continue reading Pauli og Jokarin

EM byrjar týsdagin

Sum kunnugt verður 29. EM nú í Eindhoven í Niðurlondum, týsdagin 18. mars 2008 til og við mánadag 24. mars. Eurosport sendir frá stevnuni; so vítt eg dugi at síggja ‘live’ frá finalunum kl 17:15-19:00 føroyska tíð, umframt samandráttir aðrar tíðir. Sí Televarpið og Eurosport. Til ber eisini at fylgja við ‘live’ á alnetinum, á heimasíðuni www.omegatiming.com og við ‘live webcasting’ á www.europeanchampionships.org/Eindhoven2008/.

Klaksvík National 2008

Takk fyri, takk fyri øll somul. Leygardagurin 15 mars kemur at standa sum dagurin. Dagurin????? Jú, svimjikapping í Klaksvík, við internationalum formati. Haldi at øll sum vóru í Klaksvík fóru til hús við tí í huganum, næsta ár, so skal eg verða við aftur.
At fyrireika eina slíka kapping, krevur ótrúliga nógv arbeiði, og hevur kanska til tíðir verði møtumikið. Men í dag, dagen derpå, kann ein ikki annað enn verða glaður, og frøðast um at tað gekk so gott sum tað gjørdi.

Eg vil gjarna takka Kl. Býðrað fyri alla tað værvild í samband við kappinging, tað varð stórt, at tit bjóðaðu øllum døgverða, vit vóru um 140 fólk.
Øllum sponsorunum, bæði teimum føstu sponsorunum hjá Ægir, og teimum sum játtaðu at stuðla hesari kapping, uttan tykkum so varð eingin kapping.
Haldi at Jóan Martin hevur uppiborði eina serliga tøkk, fyri tað arbeiði hann hevur lagt í serliga hesa kapping.
Luttakarar, leiðarar, foreldur og hjálparfólk. Takk fyri at tit møttu upp í Klaksvík, og gjørdu dagin til tað stóru svimji uppliving, sum seint verður gloymd.

Enn einaferð. Takk øll somul, tit eru vælkomin til Klaksvík National 2009, sum verður um 1 ár

Vegna Ægir

Símun Akursmørk