“Aqua Camp”, ein áhugaverdur máti at fáa fleiri at svimja

Sum tit kunnu lesa her á svoem.dk, so hevur danska svimjisambandið síðani 2004 skipað fyri “Aqua Camp” svimjilegum runt landið, har 7-12 ára gomul børn bæði við og uttan tilknýti til kappsvimjing kunnu fáa ‘eitt gott upplivilsi í vatni’.

Innihaldið á legunum er sovorðið sum vanlig svimjiundirvísing, svimjimerki, lívbjarging, bóltspøl, útspring og synkronsvimjing. Feløgini melda seg til at hava eina sovorðna legu, og svimjisambandið sendir teimum so undirvísingartilfar, hugskot til spøl og ‘merchandise’ at geva børnunum.

Eg giti at ætlanin er bæði at lokka fleiri børn til at svimja, og at fáa eitt sindur av pengum í kassan. Trúgvi eisini at børn sum longu eru í svimjifeløgum hava gott av eini sovorðnari ‘svimjiferiu’, har fokus er fyrst og fremst á at hava tað stuttligt í vatni.

Men týdningarmest beint her og nú, so hevur danska svimjisambandið her bæði tilfar og royndir, sum vit í Føroyum kanska kundu gjørt dælt av. Yngru svimjarar okkara hava flest allir langa summarferiu frá svimjingini, og tað skuldi tí verið lag á manni at brúkt eina viku ella eitt vikuskifti til sovorðið, tá ið venjarar teirra allíkavæl eru tøkir.

Hvat halda tit?

Turið dugir annað enn at svimja

Meðan suðuroyingar hava verið raskir í svimjihylinum, so hava vit eysturoyingar verið til árligu fimleikaframsýningarnar hjá Støkk og Flog í Runavík og á Kambsdali. Eg visti at Birita Debes og Astrið Foldarskarð dugdu hetta væl (føroyameistarar og alt), og at Turið Christiansen eisini gekk til fimleik, fyrst har inni onkunstaðni og síðani í Støkk. Men at hon var so góð sum hon var í dag, tað visti eg gott nokk ikki 🙂

Continue reading Turið dugir annað enn at svimja

Enn eitt met á Susvim stevnuni

Malan V. Bærendsen setti í dag føroyskt met í 100 bringu, við at svimja teinin í tíðini 1:15.41. Harvið hevur hon í leypi av vikuskiftinum sett met í bæði 50 og 100 metra bringusvimjing. Í kvøld kl 18:00 skipar Tvøroyrar Býráð fyri almennari móttøku í ítróttarhøllini í Trongisvági, í sambandi við at Shaila millum Garðarnar hevur svomið seg til gullnál. Continue reading Enn eitt met á Susvim stevnuni

Bretar bjóða virðisløn til venjarar at OL vinnarum

Bretska svimjisambandið innførir nú eina skipan við peningavirðisløn til venjarar, um svimjarar teirra vinna heiðursmerki á Olympisku leikum í Beijing 2008. Venjarin fær £10.000 um talan er um gullheiðursmerki, og ávikavist £7.500 og £5.000 um talan er um silvur ella bronsu. Sum tey siga: Svimjarin fær longu eina peningaliga virðisløn, og nú vilja tey eisini viðurkenna arbeiðið hjá venjaranum. Lesið her á SwimNews.